Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 150 — 12. august 1992 Finnur er væl nøgdur við gongdini hjá Bussleiðini Hallið farið niður í helvt -takkað verið, at nú eru færri bussar, sáttmálin bíligari, og færri túrar verða koyrdir, men hóast tað heldur leiðarin á Samferðslustovuni, at tænastustóðið er rímiligt Ein av teimum almennu tænastunum, sum mangan hava staðið fyir skotum fyra at kosta landskassan- um ov nógv, eru teir bláu bussarnir hjá Bygdaleið- um. Teir kostaðu eisini lands- kassanum nógv, men nú er myndin ødrvisi. Rokningin til landskassan er farin niður í helvt síðani í fyrraárið, og tað er leiðarin á Samferðslustovuni, sum rekur bussarnar, Finnur Johansen ser nøgdur við. -Ikki tí, at vit kundu sjálvandi altíð hugsa okk- um at veitt fólki best møguligu tænastu, men hugsa vit um teir avmark- adu peninganøgdir, sum eru at råda yvir, eri eg væl nøgdur. Kortini ikki ov- farin, ti vit hava serliga i seinastuni gjørt alt fyri at halda kostnadin so lågan sum gjørligt, og sam- stundis roynt at varðveitt eitt tænastustødi, sum hevur verid rimiligt, sigur Finnur Johansen. Í helvt Tad eru ikki inntøkurnar sum eru farnar tað nógva upp. Heldur eru tað út- reiðslurnar, sum eru mun- andi skerdar. Samlaðu útreiðslurnar hjá Sam- ferðslustovuni - har nógv tann størsti parturin fer at reka bygdaleidir - vóru góðar 43 milliónir í 1990, men í ár verður roknað við, at hesar vera góðar 30 milliónir. Inntøkurnar í ár eru umleið ein millión hægri enn í 1990,- stívliga 14 milliónir. Sostatt fer Samferðslustovan at kosta landskassanum millum 16 og 17 milliónir í ár í mun til 30 milliónir fyri tveim- um árum síðani. Torført at spara enn meira Finnur Johansen sigur, at tey hava gjørt uppskot til fíggjarætlan og ferðaætlan fyri komandi ár, sum er á sama stødi sum í ár. Hann heldur, at torført verður at fáa útreiðslurnar longur niður. - Vit kundu kanska hugsa okkum at hækka tænastu- stóðið á teimum StØrru rutunum og minka tað á teimum smærru, men tað ber ikki til. Stóðið á teimum smærru rutunum er longu so nógv skert, at sera ikki er ráðiliga at skerja tað enn meira, sigur Finnur sum leggur aftrat, at hann hevur kortini skotið upp at økja sambandið millum Havnina og Vestmanna við einum túri um dagin. Bilettmaskinurnar Tær víðakendu bilett- maskinurnar, sum á sinni vóru keyptar úr Finlandi, og hava síðani staðið og savna dust í kjallaranum hjá Samferðslustovuni og Strandferðsluni eru enn ikki tíknar í nýtslu, men tað verða tær møguliga skjótt. Finnur Johansen sigur, at tey hava sent tvær av maskinunum á verksmiðj- una í Finlandi fyri at fáa eitt tilboð uppá hvat tað kostar at seta tær upp og gera onkrar smærri men neyðugar broytingar. Til- Síða 3 boðið er enn ikki komið úr Finlandi. Men kostar tað ikki ov mikið, verða tær helst tíknar í nýtslu, og tá fer betri at bera til at gera ymisk hagtøl um koyring og sigling við landsins bussum og skipum. tór.- A Samferðslustovuni arbeiða fýra fólk. Trý av teimum halda til í Niels Finsensgótu og eitt i Farstødini á bryggjuni A myndini Finnur Johansen, leiðari á Samferðslustovuni saman við skrivstovukvinnnum Kitty May Ellefsen og Mariann Isaksen. Mynd: Jan Hvør er vakrasta genta i Føroyum? - MISS WORLD kapping Leygardagin 29. august verður kappast um hvør hon verdur, sum fær møguleikan at kappast um at fáa heitið: Heims- ins vakrasta Hvør verdur kosin vakrasta genta i Føroyum fæst at vita leygarkvøldid 29. au- gust. Tá verður i Ítróttar- høllini á Hálsi kappast um hetta heitið. Tað er Danish Beauty Contests sum saman við FC productions fer at skipa fyri tiltakinum eins og seinast kappingin var fyri tveimum árum síðani. Umframt sjálva kapping- ina um Miss World-Før- oyar verður mótæsýning, sangur og tónleikur og skemt, og okkurt fæst eisini ul matna. Eftir at Miss Føroyar er krind verdur dansur. Eins og fyri tveimum årum sidani fær vinnarin møguleika til at halda fram i kapping um at gerast Miss Danmark, og gongst her eftir vild, liggur leidin opin fram móti at gerast heimsins vakrasta. Seinast tílík kapping var í Føroyum, vann Birgit Højgaard úr Havn. Hon helt fram í kappingini í Danmark og gjørdist har nummar trý. Eftir hesa kapping vóru fleiri, sum veruliga fingu eyga á hana, og hevur hon hetta seinasta árið arbeitt bæði í Noregi og Danmark sum foto- modell. tór.- Næstseinasta heyst varð kappast um hvør var vakrasta gentan i Føroyum. Birgit Højgaard, úr Havn, ullast vinstrumegin á myndini, vann. Mynd: Kalmar