mikudagur 12. august 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
På pg ð Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: PH Sosisturin Bústaður: Argjavegi 28 Ponsdraser: Posmags:18
Í Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Jústinus Eidesgaard Prent: PÆPresson 1981 Telefon: 11820 Telafax:
|=
7
DFDS gevst og
hvat so!
Í hesum døgum endar eitt
søguligt skeið í føroysk-
danskari skipasøgu. I morg-
un legdi ferdamannskipid
hjå DFDS nevniliga fyri
seinastu ferd at i Føroyum
og stevndi ut av Havnini -
eisini fyri seinastu ferð -
eftir at hava røkt siglingina
millum Føroyar og
Danmark í 125 ár.
TAÐ er ein samarbeiðsav-
tala millum føroyska skipa-
felagið Smyril Line og
DFDS. sum hevur við sær.
at DFDS nú loksins gevst
við at sigla uppá Føroyar
10 ferðafólki. Sambart hesi
ivtalu skal Norrøna frå
komandi ári sigla í
kjalarvørrinum hjá DFDS,
nevniliga millum Havnina
og Esbjerg, og ikki sum nú
millum Havnina og
Hanstholm. Um somu tíð
sum DFDS tekur Winston
Churchill úr siglingini, so
fer DFDS at vera bæði
havna- og generalagentur
hjá Smyril Line í Danmark.
FYRI mong man tað
kennast stórur saknur, nú
DFDS gevst við siglingini
eftir so langt áramál og so
trúgva tænastu. Henda
sigling er jú vorðin ein
partur av okkara
gerandisdegi - av býarmynd-
ini í hevuðsstaðnum - nú
hetta skipafelag uttan íhald
hevur røkt rutusiglingina
millum Føroyar og um-
HOS KOR AN:
på
heimin í meira enn 100 ár.
Vit vilja við hesum takka
DFDS og teimum fólkum,
sum hava og starvast hjá
fyritøkuni, bæði her heima,
umborð og í Danmark fyri
ta góðu, tryggu og ikki
minst áhaldandi tænastuna,
sum veitt hevur verið
føroyingum í hesi sigling.
TAÐ er tó frameftir vit
Skulu líta. Spurningurin er
nú, hvat brúkarin fer at siga
til, at DFDS gevst og Smyril
Line í hvussu so er fyribils
verður einsamalt um sigl-
ingina millum Føroyar og
Danmark. Tað er greitt, at
Smyril Line er komið fyri at
vera, og við tí lutvíst av-
markaða tali av ferðafólki,
sum er at flyta millum Dan-
mark og Føroyar, er greitt,
at við bert einum skipafelag
á hesi rutu, so fæst betri
økonomi í og hetta skuldi so
aftur "smitta av" á serliga
prísirnar.
HÓAST Smyril Line ikki
sum so fær monopol uppá
rutuna við hesi avtalu við
DFDS, so er greitt, at
soleingi eingin annar hættir
sær undir hesa sigling, so
verður Smyril Line einsa-
malt at reka hana. Tey, sum
eru ímóti ollum tí sum bara
luktar av monopoli, megu
kanska ikki vera so fegin
um hesa gongd, tí tey
kanska bera ótta fyri, at
føroyska fyritøkan nú
einsamøll kann avgera
prísirnar, og at tænastu-
stødid bert kann versna, nú
eingin er at kappast og
sammeta við. Hetta er sjálv-
andi ein ótti, sum leiðslan á
Smyril Line eigur at geva
gætur og vera við til at mana
i jørdina. Tí verður úrslitið
av, at DFDS gevst, at
brúkarin verður verri fyri so
og so, so var hetta betur
Ogjørt. Vit loyva okkum tó
at vóna ta øvugta, nevniliga,
at Smyril Line við stórri
flutningi fer at hava
møguleikar at betra um
tænastustødid so og so.
VIÐ umrøddu avtalu við
DFDS kunnu vit so bert
vóna, at Smyril Line fer at
roynast
brúkaranum eins
SCANDINAVIAN
væl sum higartil og helst fer
at dubba seg enn meira. Tað
skal vera okkara vón, at
Smyril Line, sum í dag er
ein av teimum fáu føroysku
fyrirðkunum, sum ber seg
og við framtíð í, fer at taka
við avbjóðingini á ein slíkan
hátt, at hetta fer at gagna
brúkaranunum og harvið
eisini fyritøkuni sjálvari.
Kann henda gongd gera, at
henda føroyska fyritøkan
kann konsolidera seg enn
betri og henni harvið
skapast møguleikar at víðka
um sítt virksemi, eitt nú við
einum ella tveimum
nýggjum skipum, og kanska
eini í framtíðini uppaftur
fjølbroyttari rutu í
Atlantshavi, so er nógv
vunnið vid umrøddu
samarbeidsavtalu vid
DFDS.
HOAST tad man kennast
# 1 á FÉ FR Í T ER TELE
ÞSEAWAYS
hugtungt hjá mongum
føroyingum fyri seinastu
ferð at veitra farvæl til
Winston Churchill, so eiga
vit at síggja hetta sum nakað
positivt, nú grundarlagið og
framtíðar møguleikar hjá
fóroysku skipafyritøkuni
fara at gerast betri og betri
sum frálíður.
TAÐ stendur tó púra greitt,
at tað hvílir stór ábyrgd á
Smyril Line, nú ein føroysk
fyritøka fyri fyrstu ferð í
120 ár verður einsamøll um
at røkja ferdamannasigl-
ingina millum Føroyar og
Danmark. Tað verður sagt,
at tað altid er gott við kapp-
+ + 5% VAD IØ
ing, og hetta er rætt. Og
sjålvandi hava adrir møgu-
leikar at kappast vid Smyril
Line, hóast danir gevast.
MEN har marknaðurin er so
lítil og har iløgukostnadurin
og raksturin tiskil eru so
lutvist dyrur kann tað vera
óheppið við ov nógvari
kapping, soleiðis at skilja, at
eingin av pørtunum til
fulnar verður førur fyri at
rókja áhugamál brúkarans.
Og við hesum hugsa vit
eisini um framtíðina. Hvor
veit, kanska siglingin - tá
bert ein fyritægka rekur
hana, fer at geva sær mikið
av sær, at føroyingar eftir år
2000 møguliga kunnu hava
rutusamband eftir sjónum til
Danmarkar alt árið!
i
4
£
i
|
i
peer
ERE OR
ENERET EET REE
EET