hósdagur 13. august 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hilmar Jan Hansen -
Jústínus Eidesgserd
Uppseting: Pit Sosielorin
Prent: Pif Pressan 1981 Telefon:
Ábyrgðarblaðstjóri: Jan Mafler Blaðfólk: Randi Jøcnbsen - Térfinn Smith Utgeveri: PI: Sonislurin Bústaður: Argjavegi 28 — Postsdrassa: Postsmogu 78
Fyritaksstjóri: Krisjen Datt
í
ET
———i nem
Argjum
182 Q
Telefax: 1972
| Foroyar —
—
limur í altjóða
samfelagnum
HAR ein ikki er við sjálvur, er ein
bert hálvur, sigur eitt gamalt
orðatak. Hetta er so satt sum
tað er sagt, og er hetta eisini
galdandi, tá altjóða avtalur
skulu gerast um føroysk viður-
skifti.
AT VINNULIVSMENN og polit-
ikarar hava havt eygu fyri hes-
um visir tann nyggjara søgan
hjá okkum. Soleidis fóru føroy-
ingar av sínum eintingum við til
stovnsetanina av altjóða hvala-
veiðistovninum IWC. Hetta
hendi beint eftir krigslok.
” FYRST í 70-árunum. tá ið Atli
Dam varð løgmadur, sá hann
eisini beinanvegin, at tað var
neyðugt, at føroyingar sjálvir
førdu fiskivinnusamráðingar út-
eftir, og fingu vit undir hansara
leiðslu eina roð av góðum fiski-
vinnusåttmålum, sum foroying-
ar sjålvir samråddust um, og
har Danmark — orsakad av okk-
ara rikisrættarligu stødu — bert
undirskrivadi vegna Føroyar.
TA FØROYINGAR »takkadu
nei« at fara inn i EF, var tad eis-
ini ein foroysk avgerð. Tær av-
talurnar, sum aftaná komu við
hendan felagsskap, vóru eisini
avtalur, foroyingar sjálvir form-
aðu. Avtalurnar við EF vóru
stórt sæð tríggjar avtalur, og
vóru hesar galdandi til nú fyri
kortum.
UMSTØDUR broytast, og tå
hesar rættiliga leysu avtalurnar
vórðu gjørdar, var EF ein rætti-
liga leysur felagsskapur, men í
1988, tá felagsskapurin festist
betur, kravdi EF-kommissiónin,
at tær føroysku avtalurnar
skuldu avloysast av einum høv-
udssåttmåla beinleidis vid EF.
Hetta varð gjørt, og urslitid er so
handilssåttmålin, vit hava i dag.
EIN KANN altid tosa um, at slik-
ir sáttmálar eru góðir ella våna-
ligir, men veruleikin er so tann,
at vit hava ein handilssáttmála.
Tað prinsipiella í sáttmálanum
við EF er, at vit vórðu trýstir av
EF til at gera nakað, og tí sam-
tykti landsstýrið herfyri at nú
skuldu vit sjálvir taka stig til
aðrar sáttmálar við onnur
europeisk lond, og hava tí sam-
ráðingar verið við EFTA-londini
um handilssáttmálar.
TANN FYRSTI varð undirskriv-
aður í farnu viku, og var hann
við grannatjóðina fyri vestan.
Sáttmálarnir við hini EFTA-
londini eru lidnir við undantaki
av sáttmálanum við Eysturríki
og Sveits. Her skuldi so fyribils
verið eitt rímiligt grundarlag á
handilssíðuni at samvirka við
storsta partin av Europa.
EIN NYTIST ikki at vera nakar
profetur fyri at síggja, at
handilssáttmálar eru ikki nokk í
eini samvinnu við europeiska
meginlandið. Vit eru noyddir at
fáa sáttmálar, sum umfata m.a.
avtalur um útbúgving, avtalur
um at kunna arbeida inni á teirra
øki, og avtalur um pass-eftirlit
0.s.fr.
TI EIGUR so skjótt sum gjørligt,
og t.v.s. tå handilssåttmålarnir
eru undirskrivadir, at verda
farið undir samráðingar víðari
við tey europeisku londini,
soleiðis at vit kunnu fáa eina
smidliga samvinnu við Europa
uttan at vera politiskt undirlagd-
ir Bruxelles. Islandssåttmålin
kann koma at hava týdning í tí
sambandi, tí hetta landið er við í
EFTA og teimum politisku av-
gerðunum, har verða tiknar. Vit
»
mugu rokna við, at tað góða
vinarlag, sum er við hetta landi, |
kemur okkum til góðar, tá
samráðast skal tann vegin, og
vit vænta eisini, at vit fáa stuðul
hjá teimum í ødrum altjóða
sambandi, líka so væl sum vit
stuðla teir, tá hart leikar á hjá
teimum, eitt nú í hvalaveiðu-
spurninginum.
ALTJÓÐA samfelagið er í dag í
so stórum brytingum, at neyð-
ugt er at fáa avtalur úteftir bæði
um hetta og hatta, tí >tað gong-
ur nokk,< og >tað plagar at
ganga«-filosofiurin, hann er ikki
í høgum kursi í dag.
VIT FEGNAST um såttmålan
vid grannan fyri vestan og rokna
við, at samvinnan — altjóða
samvinnan — sum hesi bæði
lond hava, kannsamskipast
betur enn hon hevur verið higar-
til, soleiðis at Foroyar, Ísland og
Grenland hava eina linju í al-
tjóða viðurskiftum og hjálpa
hverjum ødrum har. Tað kann
lata seg gera, og eigur at verða
gjort. T.A.
Fútin reisur ákæru
Skálafjall
| rættin
Oli Zachariassen, fyrrverandi stjóri á Skála
skipasmiðju, Magnus Petersen, advokatur og
Jørgin Bech, reiðari eru ákærdir fyri "bedrage-
it
ri" í samband við byggingina av svartkjafta-
trolaranum Skålafjall
Nú er skridan lopin. Með-
an málið um Heygadrang
gongur við rúkandi ferð á
Parnassinum hevur fútin
avgjørt, at ákæra skal
reisast móti monnunum
sum stóðu fyri byggingini
av fyrrvernadi Skálafjall,
nú Beinir.
Í gjár reisti fútin M.
Nepper Christensen ákæru
móti Jørgin Bech, sum var
stjóri fyri felagnum P/F
Vál, sum lat Skálafjall
byggja. Eisini er ákæra
reist móti juridiska ráð-
gevanum hjá P/F Vál,
Magnus Petersen, advo-
kati og móti stjóranum á
Skála Skipasmiðju, Ola
Zachariassen.
Og høvudsåkæran er
"bedragarí" og ongin
eginpeningur.
Ákæran snýr seg um:
"bedrageri overfor land-
styret, Danmarks Skibs-
kreditfond og Industri-
ministeriet, på grund af
aktieselskabets manglende
egenkapital og andre
forhold i forbindelse med
byggeriet.”
Teir åkærdu hava undir
avhoyringum hjá poli-
tínum noktað seg sekar.
Málið er ikki "beramma"
enn og ú er ikki greitt nær
málið kemur fyri.
Fúuin boðar í einum tíð-
indaskrivi í gjár klokkan
13:41 frá, at tað verða
ikki givnir fleiri upp-
lýsningar í málinum fyrr
enn dómsviðgerðin byrjar
í rættinum.
jústinus