hósdagur 13. august 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 151 — 13. august 1992
tíðindablaðið
Hýrurnar hjá hesum báðum ísfiskatrolarunum eru seinkaðar. Mynd: Jan Muller
Kjølbro skyldar
manningarhvrur
--Tað er rætt, at vit hava skylda manningunum hjá P/F Kósaskip
pening, hetta er "ergiligt", men vit fáa hetta í rættlag í komandi
viku, sigur Svend Thulesen, stjóri á Kjólbro
P/F J.F. Kjølbro í Klaks-
vik hevur altid borid fyri
at rinda lønir og hyrur.
Tad hevur altid verid trygt
at mynstra vid hesum
skipum. Men seinastu tíð-
Stuðulsfólk
Sekt verður eftir einum tilkomnum fólki
(helst mannfólki) til at stuðla einum
menningartarnaðum manni í 20'unum
15 tímar um vikuna.
Nærri fæst at vita um starvið, við at
venda sær til Andveikraverndina, tlf.
14822.
Umsóknir skulu sendast Andveikra-
verndini, Boks 2020, FR-165 Argir og
stílast til Almannastovuna, Marjun Sig-
urðsdóttir, deildarstjóri.
Almannastovan
ina hevur knípt hjá mann-
ingunum á skipunum hjá
P/F Kósaskip, eitt felag
undir Kjølbro-konsernini.
—Tad er rætt, at vit
skylda manningunum á ís-
fiskatrolarunum pening.
Tað er "ergiligt", men
hetta kemur í rætt lag. Vit
hava altíð lagt okkum eftir
at rinda hýrur og lønir til
tíðina, sigur Svend Thule-
sen, stjóri.
— Tað er ein orsøk til, at
vit eru komnir afturút.
Millum annað hevur okk-
urt virkið, sum hevur
keypt last frá skipunum
ikki rindað okkum pening
enn og tað gongur útyvir
hýrumar, sigur hann.
Annars sigur Thulesen
at peningastovnarnir hava
rættuliga "strammað" í.
Tað er ómeguligt at
yvirtrekkja nakra konto,
og hetta var vanligt fyrr.
Thulesen sigur at
ísfiskaflotin hevur tað ikki
gott í løtuni og heldur ikki
skipini hjá Kósaskip, og ti
skal ikks nógv til fyri at
órógva hýruútgjaldingar-
nar.
jústinus
altid undir hjålmi
tå ið tit súkla
ze
mi
Sida 3
Harrenga
flytir å
Futaklett
Grivid verður út fyri nýggj-
ari smoltstød við Vestmanna-
sund
Mikudagin varð farið undir at grava út fyri fyrstu
smoltstødini í Vågunum.
Og hendan stødin skal liggja við Fútaklett
omanfyri gomlu bryggjuna, sum ferðamannaskipið
Ólavur nýtti, áðrenn vegur varð gjørdur norð á
Oyragjógv fyrst í sekstiárunum.
Tað eru somu menn sum eiga smoltstødina
Harrenga í Nordagøtu, sum standa aftanfyri nýggju
smoltstødina.
Smoltstødin í Nordagøtu er i karantenu i løtuni, ti |
sjúka hevur rakt stødina og óvist er um hon verður
latin uppaftur. Alt smoluð er dripið
jústinus
Útlendingar
hoyra um
grind
Månakvøldini 17. og 24. august fara Kate Sand-
erson, sum tekursær av grindamålum i Landstyrinum
og Hanus Højgård, grindaformadur at halda
fyrilestur fyri útlendskum ferðafólki. Fyrileswarnir
verða hildnir á Parnassinum á Hotel Hafnia
Landstýrið ger eitt stórt arbeiði í útlondum fyri at
upplýsa fólk sakligt um grindadráp. Nú verður einb
roynd gjørd í Føroyum fyri at upplýsa frem-
mandafólki, sum vitja her.
--Tað er seint at fara undir hetta, men hetta er ein
roynd og er áhugi, so fara vit at gera meir burturúr
komandi ár, sigur Kate Sanderson.
Tiltakið er fingið í lag í samstarvi millum
fiskivinnudeildina, ferðaráðið og Hotel Hafnia.
jústinus
Ongi grinda-
boð úr Belgia
Herfyri kom fram í fjølmidlunum, at ein herferð
móti føroyskum grindadråpi var fyriskipað í Belgia.
Men landstýrið hevur onki alment hoyrt úr Belgia.
--Danska ambassadan hevur ikki fingið nakað
mótmæli. Og umtalan í fjølmidlunum stavar frá eini
grein, sum stóð í einum belgiskum blað. Vit hava
sent blaðnum eitt svar uppá greinina, sigur Kate
Sanderson.
--Annars stóð ein stór grein í Frankfurter
Rundshau um seinasta grindadrápið í Funningsfirði.
Hendan greinin er skrivað av EIA fólki, sum var á
staðnum. Vit fara eisini at svara hesi greinini, sigur
Kate Sanderson.
jústinus