fríggjadagur 14. august 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarbísðstjóri: Jen Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Fyritakystjóri: Krisjen Dahi
Ljósmyndari: Købmær Lindenskov
Hilmar Jan Hansen -
Bústsður: Argjavegi 28 Postsdrasss: Postemogu 76
Útgevari: — P/F Sosialurin "ost
Uppseting: Pt Sosialurin Argham 118 Tératuren
Prent: Pit Pressen 1981 Telefon: 11820 Telefax: 1872
a ken
Stadion
i Havn
FARA føroyingar ikki at taka
betri undir vid heimadystunum i
altjóða fótbólti t.v.s. leita inn á
Svangaskarð, tá útlendsk lið
koma henda vegin, so er tað
bara ein spurningur um tíð, til vit
foroyingar ikki eru við í altjóða
fótbóltskappingum longur.
Nakað soleiðis málbar formað-
urin í fótbóltssambandinum seg
í Sosialinum eftir dystin millum
Føroya og Israel á Svanga-
skarði. Bert eini 200 fólk sóu
dystin.
TAÐ ER greitt, at tað kostar at
luttaka í altjóða kappingum.
Hetta hevur eisini ISF vitað alla
tíðina. Nú sær tað tó út til, at
metingarnar hjá ítróttarleiðsluni
av inntøkunum ikki fara at
halda. Spurningurin er nu, um
hetta er ti, at føroyingar eru
mettaðir við fótbólti ella orsøkin
er tann, at okkara einasta fót-
bóltsstadion liggur soleiðis fyri,
at nóg nógv fólk fáast ikki at
leggja leiðina inn á Svanga-
Skarð.
TAÐ ER altíð so lætt at vera
eftirklókur. Tað arbeiði, sum
toftamenn og onnur hava lagt í
at fáa altjóða góðkendan fót-
bóltsvoll er alla æru vert. Men er
tað so, at fólk kring landið alt
— tey, sum skulu gjalda fyri okk-
ara luttøku í altjóða fótbólti
— ikki fara til fótbóltsdystirnar, tí
tey íkki tíma inn á Svangaskarð,
so er greitt, at her er okkurt rav-
ruskandi galið.
NU ER tað einaferð so, at Havn-
in — og hetta hevur einki við
kensluborna tjakið um bygda-
menning kontra centralisering
at gera — er centrum í hesum
landi. Fyri fólk flest kring landið
alt er tað lættast og skjótast at
koma til Havnar, umframt tann
ikki so einkisigandi sannroynd,
at i Havn og her nærhendis
búgva flestu av landsins íbúgv-
um. Hetta átti at sagt okkum øll-
um so mikið —og ikki minst
teimum, sum hava fingið okk-
um upp í altjóða fótbólt — at skal
luttøkan figgjast við atgongu-
merkjum til heimadystir — so átti
altjóða vøllurin at ligid í Havn.
MEN so varð ikki, tå menn á
sinni fóru at tosa um at luttaka
í fótbólti. Ella hvussu bar tað til,
at Havnin ikki gjørdist okkara
fótbóltssentrum, sæð út frá lut-
tøkuni í altjóða fótbólti? Ahuga-
vert kundi verið at vita, hví tað
endaði, sum tað gjørdi. Hetta
verður ikki sagt fyri at klikkja
niður á teir mongu ídnu, ar-
beiðssomu og vælmeinandi
eystringarnar, sum settu sær
fyri at fremja ætlanina á
Svangaskarði. Spurningurin er
hesin: Hava okkara fótbóltsleið-
arar veruliga trúð upp á og rokn-
að við, at tað fór at mæla runt
peningaliga, har allir heima-
dystirnir skulu spælast á
Svangaskarði.
TAÐ KANN tykjast ein heldur
grov ákæra og ósaklig eisini, tá
formaðurin í fótbóltssambandi-
num nú fer at geva Foroya fólki,
borgarunum kring alt landið
ábyrgdina fyri, at vit kanska
verða noydd at taka okkum úr
altjóða fótbóltskappingum, tí
foroyingurin ikki vil koma inn á
Svangaskarð. Eingin kann
krevja av fólki, at tey skulu leita
særin á Svanga skarð at síggja
fótbólt. Men tað er púra greitt, at
høvdu umreddu dystir verið
spældir í Gundadali, so sá heilt
-
ødrvisi út. Tá høvdu ikki bert
havnarfólk men mong, mong
onnur uttanfyri Havnina leitað
særniðan í Gundadal slíka lotu.
Tí eru vit vís í.
NU SKAL sigast, at tað kom
»bagpå« hjá hesi leiðslu, at tað
ikki kundi spælast á graslíkis-
velli, og tí kundi Gundadalur ikki
brúkast. Men tá vit fingu hetta at
vita, tá átti ítróttarleiðslan sam-
an við myndugleikunum alt fyri
eitt at skundað undir arbeiðið
upp á at skapa umstødur fyrio
altjóða fótbólti í Gundadali. Tað
vildi verið tað einasta rætta, og
er framvegis tað einasta rætta.
Tað nyttar tí lítið nú at keglast
um tað, sum er gjørt
, vit mugu líta frameftir og
fasthalda vit um, at vit skulu
vera við í altjóða fótbólti, so
Mugu vit gera Gundadal út til at
hýsa hesum.
|