fríggjadagur 14. august 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 14. august 1992 tíðindablaðið
Norðmenn skuldseta nú aftur føroyingum at veiða ovnógv í russiska partinum av Barentshavinum. Myndin er
tilvildarlig.
Norðmenn skuldseta fóroyingar:
Fiska 24.000 tons
Í russiskum SjÓgvi
Norðmenn koma við hørdum skuldsetingum í blaðnum Fiskaren
"Piratfiske í Barentshavet"
hetta sterka heitið hevur
ein grein í norska
blaðnum Fiskaren
mikudagin. Og piratfiske
er tað sama sum sjórán.
Men norðmenn hava
ikki nakað prógv fyri at
føroyingar fiska ov nógv.
--Vit ansa eftir útlendsku
veiðuni undir Føroyum,
norðmenn ansa eftir út-
lendskari veiðu í teirra
sjógvi og russar gera tað
sama. Og vit mugu trúgva
uppá upplýsningarnar frá
hvørjum ødrum, vit hava
ikki fingid upplysningar
um at føroysku skipini
ikki halda kvotuna, sigur
Jørgin Hansen, fulltrúi í
landstyrinum.
Visti tú...
…at SMS FOTO
hevur eina
Canon
lit-kopimaskinu,
sum m.a. kann:
vaksa um myndir
upp i A3 stødd
ella størri?
Rånsveida
Fiskaren skrivar, at
norsku mynduleikarnir
hava skrivad eitt notat, har
stendur, at føroyingar
fiska munandi meir enn
teir hava loyvi til í russ-
iska partinum av Barents-
havinum.
Norsku myndugleikarnir
siga at stødan er ålvarslig.
Norski fiskivinnustjórin,
Gunnar Kjønnøy, hevði
fund við Kjartan Hoydal,
fiskivinnustjóra í Trónd-
heimi mikudagin. men tað
hevur ikki eydnast okkum
at fáa eina viðmerking frá
Kjartan Hoydal. Hann
luttekur á fiskivinnumess-
uni Nor-Fishing.
Gunnar Kjønnøy, fiski-
vinnustjóri váttar fyri
Fiskaren, at stødan er so
álvarslig, at norsku
mynduleikarnir kenna seg
noyddar at spyrja russar
um føroyingar halda seg
til tey 8300 tonsini av
toski og hýsu, sum teim--
um varð tillutad í ti felags
norsku/russisku samráð-
ingunum.
Russar hava svarað at
sambært teirra tølun, so
halda føroyingar seg inn-
anfyri kvotuna og at teir
enn ikki hava uppfiskað
kvotuna.
Góðan fiskiskap
Tað eru millum 4-5
føroyskir trolarar í Bar-
entshavinum, skrivar Fisk-
aren og norska Kystvakten
hevur boðað frá, at nógvur
aktivitetur hevur verið
umborð á skipunum sein-
astu tíðina, tað vil siga, at
teir hava fingið væl av
fiski.
Uppafturtikið
Spurningur um føroysku
ovurveiduna i Barents-
havinum var uppaftur
tíkið í russiskt/norsku
nevndini herfyri. Hetta
hendi í samband við ein
eykafund um at økja
samladu toskakvotuna i
Barents-havinum.
Norðmenn meta at før-
oyingar fiska kvotuna í
russiskum sjógvi minst
tvær reisur, kanska
tríggjar
Vánaligt eftirlit
Síðan Sovjetsamveldid
varð upployst hevur verið
ein óvissa frá russiskari
síðum um hvør hevur
ábyrgdina fyrri
fiskieftirliti.
Fiskaren skrivar, at
hesum gera føroyingar sær
dælt av,
Norðmenn hava ikki
innlit í hvussu felags
norsk/russiski toskastovn-
urin verður umsitin í russ-
iskum sjógvi. Aðrenn
Sovjetsamveldid varð
sindrað vórðu teir norsku
myndugleikarnir noyddir
at hava álit á tey tøl russar
uppgóvu vóru rétt. Men
tað er ongantíð komið
fyri, at eitt skip, sum
hevur fiskað í russiskum
sjógvi er tíkið og ført til
lands orsakað av
ólógligari veiðu.
Feroyingar kanna
ikki egnu skip
Fiskaren skrivar, at
fóroysku skipini i Bar-
entshavinum skulu boda
myndugleikunum i Før-
oyum frå, hvussu nógv
teir fiska, men hetta er
bert „av skattaligum
orsgkum. Føroysku
myndugleikarnir kanna
ikki hvussu nógv føroysku
skipini fiska í
Barentshavinum.
Og tá hetta ikki verður
gjørt, so er lætt at reka
stóra ránsveiðu, heldur
Fiskaren.
jústinus
Síða 3
"Fiskaren
rumblad
fyrr eisini"
| —uttan at nakað hald hevur
| verið í skuldsetingunum
A fiskivinnuøkinum og í uttanríkismálum er undir-
manning í løtuni í Tinganesi. John Petersen, land-
styrismadur i fiskivinnumålum er uttanlanda, somu-
leiðis Kjartan Hoydal og løgmadur Atli Dam, sum
hevur uttanríkismál um hendur
— Norska blaðið Fiskaren hevur rumblað fyrr uttan
at nakað hald hevur verið í skuldsetingunum. Frá al-
mennari síðu hittir Kjartan Hoydal norska fiski-
vinnustjóran til ein óformellan fund um málið. Hetta
er eitt mál millum fiskivinnuumsitingarnar í báðum
londunum, sigur Thomas Arabo, landstýrismaður.
jústinus
Onøgdur fótbóltslýsari
Vit gjalda
ikki eitt
klovid oyra
Torleif Sigurðsson: —-Inntøk-
urnar av steypafinaluni
eigur Fótbóltssambandið
Tá finaludysturin um løgmannssteypid varð spældur
seinasta mikukvøld á ovara vølli í Gundadali, sóust,
sum vanligt, lýsingar frá ymiskum fyritøkum kring
landið við vøllin. Men lysararnir hava nú fingið at
vita, at teir skulu gjalda eyka fyri at lýsa júst hendan
dystin, hóast teir frammanundan hava goldið fyri alt
árið ul fótbóltsfelggini í Havn.
--Hetta vilja vit ikki finna okkum í,sigur ein av
teimum stóru lýsarunum, sum tó ikki vil hava navn
sítt í blaðið.
—Vit hava rindað til ítróttarfelggini i Havn fyri
lýsingina í Gundadali, og hetta er galdandi fyri alt
árið, vit rinda ikki meir, sjálvt um talan er um eina
steypafinalu, sigur hann.
Hetta málið skuldu vit uppklára og tí varð ringt til
Keypsamtgkuna í Klaksvík at tosa við
fótbóltsbossin, Torleif Sigurðsson.
--Tað fyriliggur ein aðalfundarsamtykt, sum
limirnir í fótbóltssambandinum standa aftanfyri, sum
sigur, at inntøkurnar og útreiðslurnar av steypafin-
aludystum eigur fótbóltssambandið. Eg eri ikki heilt
greiður yvir hvussu hetta hongur saman við lýsarum,
sum hava goldið ul feløgini í Havn frammanundan.
Men lýsarar, sum vit ikki hava gjørt avtalu við,
skulu sjálvsagt ikki gjalda, sigur Torleif Sigurðsson.
Fótbóltssambandið er fátækt. Bert 10 prosent av
umsetninginum uppá millum 3-4 milliónir kemur úr
landskassanum, trestina má sambandið sjálvt fáa til
vega.
--Og føroyingurin er vorðin forvandur, sum
fótbóltsáskoðari. Eg hevði roknað við at hava eini
300.000 krónur til rakstur av sambandinum aftaná
dystin móti Israel, í staðin siti eg við einum halli
uppá 200.000 krónur, sigur Torleif Sigurðsson.
1700 fólk høvdu leitað sær niðan í Gundadal
mikukvøldid har HB vann 1-0 á KÍ jústinus