fríggjadagur 25. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 78 - 25. apríl 2003
Nr. 78 - 25. apríl 2003
3
Nýggi formaðurin í
Ráðnum fyri ferðslu-
trygd ynskir at gera
ráðið og ferðslutrygd
meira sjónligt í Før-
oyum. Arbeitt verður
eisini við at fáa gjørt
eina spildurnýggja
ferðslulóg
FERÐSLUTRYGD
Heri á Rógvi
Á aðalfundinum hjá Ráð-
num fyri ferðslutrygd varð
Rúna Sivertsen úr Klaksvík
vald til nýggjan formann
fyri Petur Jacob Sigvard-
sen.
Og nýggja forkvinnan
ætlar at fara til arbeiðis
beinanvegin.
– Við skulu hugsa um, at
bilar
eru
vandamiklar
maskinur, sum kunnu drepa
og vera til álvarsaman
skaða. Hetta mugu vit
hugsa um hvørja ferð, vit
seta okkum í ein bil, sigur
nýggja forkvinnan í Ráð-
num
fyri
ferðslutrygd,
Rúna Sivertsen.
Nýggi formaðurin er
heldur ikki í iva um, at tað
er neyðugt at gerast meiri
sjónlig fyri ferðslutrygd og
við boðskapinum. Og hetta
gerst best við at samstarva
við fjølmiðlarnar, heldur
Rúna.
– Vit skulu duga at brúka
fjølmiðlnar fyri at gerast
meiri sjónlig. Endamálið er
at fáa hugburðin hjá fólki at
broytast, og hetta gerst best
umvegis
fjølmiðlnarnar,
sigur Rúna Sivertsen.
Sjálv hevur Rúna sitið á
tingi í samfull fýra fyri
Fólkaflokkin,
og
hon
roknar eisini við, at hetta er
ein orsøkunum til, at heitt
varð á hana um at gerast
forkvinna fyri ráðið.
– Tað varð heitt á meg
um at gerast formaður, og
eg tók av. Eg veit ikki
rættiliga, hví tað var, men
eg kenni tað politiska skip-
anina innanífrá, og eg havi
góðar møguleikar at gera
meg galdandi har, sigur
Rúna Sivertsen.
At arbeiða við lands-
myndugleikunum verður
uttan iva eisini ein stórur
partur av arbeiðinum hjá
nýggja formanninum, tí
ráðið hevur stórar ætlanir,
m.a. við Null-hugsjónini.
Men Ráðið fyri ferðslu-
trygd ynskir eisini at fáa
gjørda eina heilt nýggja
ferðslulóg.
– Vit hava ein gamla
ferðslulóg sum er, og hana
hava
myngudleikarnir
hampa upp á nakrar ferðir,
men hetta er ikki nóg gott.
Tíðirnar
eru
so
nógv
broyttar, at vit í Føroyum
tørva eina heilt nýggja
ferðslulóg, sum verður
gjørd frá botni av, sigur
Rúna Sivertsen.
Null hugsjón
Ráðið fyri ferðslutrygd
hevur eisini latið úr hond-
um eitt álit, kallað Ávegis
til Null-hugsjónina.
Null-hugsjónin byrjaði í
Svøríki, og aðalmálið er
skipa soleiðis fyri, at ongin
doyr ella kemur illa til
skaða í ferðsluni.
Lógir og ásetingar skulu
so byggjast upp eftir hesum
prinsippi.
Sjálvt álitið er eitt kata-
log við hugskotum, siga tey
hjá
ferðslutrygd.
Hugt
verður eftir øllum í sam-
band við ferðslu og komið
verður við hugskotum til,
hvussu ein politikur og
ásetingar kunnu gerast.
Bræv
Ferðslutrygd
fer
fyrsta
dagin at senda álitið við
einum brævi til lands-
stýrismannin Bjarna Djur-
holm, ið hevur økið undir
hond.
Ráðið fyri ferðslutrygd
vónar við hesum, at ein
nýggjur ferðslupolitikkur
fer at spyrjast burturúr.
Aðalfundurin góðkendi
eisini roknskapin hjá Ráð-
num. Fíggingina til virk-
semið fær Ráðið fyri
ferðslutrygd frá landinum,
tryggingarfeløgum
og
kommununum umframt.
Ráðið fyri ferðslutrygd
leggur stóran dent á upp-
lýsandi arbeiði fyri skúla-
ungdóm, og nýggi for-
maðurin ynskir at fáa eina
størri játtan fyri at kunna
veita enn betri kunning.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at kæra dóttir og mamma okkara
Agnas Hansina Poulsen
Tórshavn
andaðist í heiminum 22. apríl 27 ára gomul.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 25. apríl kl. 13.00
úr Ebenezer.
Familjunnar vegna
Gunnvør og Johannes
Anita, Amanda og Peter Poulsen
Kunngjørt verður, at kæra kona mín og
mamma okkara
Thomasia Samuelsen
vanliga nevnd Masa
andaðist á Landssjúkrahúsinum tann 22. apríl 2003.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
leygardagin tann 26. apríl kl. 15.00.
Hans, Manne og Kenn
Sjónligari ferðslutrygd
Bilar eru ikki at spæla við.
Nógv ferð í ferðsluni kann
kosta álvarsamt. Stendur tað
til nýggju forkvinnuna í
Ráðnum fyri ferðslutrygd
skulu fólk hugsað um hetta
hvørja ferð, koyrt verður
Ann Thomsen
dóttir Hilde og Danjal Jacob Thomsen úr Sumba,
búsitandi í Hvidovre, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
23. apríl, 28 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Fleiri ung í
Amnesty
Amnesty Internation-
al Føroya deild hevði
aðalfund herfyri
AMNESTY
Heri á Rógvi
18. apríl hevði Amnesty
International Føroya deild
aðalfund. Felagsskapurin,
sum arbeiðir fyri manna-
rættindum
kring
allan
heim, hevur eisini nógvar
limir í Føroyum.
Í
ársfrágreiðingini
skrivar Annika Sølvará,
forkvinna,
at
um
sekshundrað limir eru í
Amnesty
International
Føroya deild í løtuni.
– Tað sær út sum at
limatalið kvinkast uppeftir
aftur í løtuni, okkurt av til-
tøkunum hevur fingið fleiri
yngri fólk at melda seg í
felagið, sigur Annika Sølv-
ará í ársfrágreiðingini.
Forkvinna fegnast eisini
um, at felagið hevur fingið
góða umrøðu í fjølmiðlun-
um, og hann heldur, at hetta
fyri at gera mun.
Arbeiðið hjá føroyska
partinum av Amnesty held-
ur fram óbroytt til frama
fyri mannarættindum kring
allan heim.
Nýggj nevnd varð eisini
vald á fundinum. Nevndin
er nú mannað við hesum
fólkum: Annika Sølvará,
forkvinna, Jette Hoydal,
næstforkvinna, Erling Is-
holm, kassameistari, Anna
Maria Persson og Áki Jo-
hansen, nevndarlimir. Til-
takslimir eru Jórun Arge og
Roar Olsen. Skrivari hjá
felagnum
er
Fríði
B.
Nielsen.
Annika Sølvará heldur fram sum forkvinna í Amnesty
International Føroya deild.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Guðrun Jacobsen fer at syngja
fyri suðuroyingum
Suðuroyingar hava
fingið fyrsta rætt til at
sleppa á konsertina
hjá Guðruni Jacob-
sen í Havn, sunnu-
kvøldið 11. mai.
Smyril broytir siglig-
ina so at hon passar
til konsertina
KONSERT
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Í næsta mánaða
kemur nýtendraða stjørnan,
Guðrun Sólja Jacobsen, til
Føroya at halda tríggjar
konsertir, saman við tveim-
um øðrum finalistum í
Stjerne for en aften.
Tað eru teir báðir, Jacob
Andersen og Martin Peter-
sen, sum koma við Guðruni
til Føroyar.
Men hóast allar tríggjar
konsertirnar verða norðan-
fyri, fer tað at liggja væl
fyri hjá suðuroyingum at
hoyra
oyggjarbarnið
syngja, tí tann eina kon-
sertin er nevniliga serliga
ætlað suðuroyingum.
Tað er á konsertini í
Norðurlandahúsinum
sunnukvøldið 11. mai, at
suðuroyingar hava eitt gott
høvi at fáa atgongumerki.
Útvarpið hevur lýst, at
uppselt er til hesa kon-
sertina.
Men tað er ikki allur
sannleikin.
Orsøkin til, at atgongu-
merkini eru uppi, er tí, at
Suðuroyar Kunningarstova
hevur keypt tey allarflestu
av teimum og tey eru nú at
fáa til keyps á kunningar-
stovuni á Tvøroyri.
Í hesum sambandi hevur
eisini Strandferðslan játtað
at broyta ferðaætlanina hjá
Smyrli so at hann siglur í
sambandi við konsertina.
Sostatt siglur Smyril til
Havnar sunnudagin 11. mai
kl. 17 og er í Havn kl. 19.15.
Konsertin er kl. 20 sunnu-
kvøldið og so siglur Smyril
suður aftur av Havnini til
Tvøroyrar kl. 22.
Atgongumerkini
kosta
195 krónur og kunningar-
stovan sigur, at tað er grav-
gangur eftir teimum. Norð-
urlandahúsið er ikki so
stórt, so tey, sum ætlað sær
atgongumerki, skulu bera
skjótt at.
Tað ber eisini til at bí-
leggja sær atgongumerki á
kunningarstovuni í Havn.
Og av tí at tað er so stórur
áhugi fyri at hoyra Gurðuna,
verður eykakonsert í Norð-
urlandahúsinum
sunnu-
kvøldið kl. 22, beint aftaná
“suðuroyarkonsertina”.
Annars fara tey trý úr
Stjerne for en aften at hava
konsert í mentanarhúsinum
í Fuglafirði leygarkvøldið
10. mai.
Orkestrið, sum tey hava
við sær, er eitt serligt kon-
sertorkestur, sum hevur
ferðast við nýggju stjørn-
unum á umfatandi konsert-
ferðini, sum júst hevur ver-
ið í Danmark.
Men á konsertunum í
Føroyum fer eisini Brandur
Enni at vera gestasangari.
Guðrun Sólja Jacobsen fer at
hava tríggjar konsertir í
Føroyum í næsta mánað.
Tann eina konsertin verður
ein serligt suðuroyarkonsert
C
M
Y
K
3
2