fríggjadagur 25. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 78 - 25. apríl 2003
Nr. 78 - 25. apríl 2003
5
Beint eftir páskir
keypti Krisfinn
Christiansen vallara-
heimið í Klaksvík frá
Elin Frederiksberg,
sum hevði tað saman
við manni sínum í
umleið 30 ár
KEYP
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Vallaraheimið
hevur staðið til sølu í yvir
eitt ár nú, onkur hevur víst
áhuga, men nústani tykist
sum tað er endaliga selt og
avgreitt. Krisfinn og Maria
Christiansen fara framyvir
at reka vallaraheimið, sum
hevur eini 50 seingjarpláss
íalt.
Krisfinn og Maria gjørdu
av at keypa tað eftir stutta
umhugsingartíð.
Maria sigur, at tað hendi
við eini rúkandi ferð, frá tí
at tey gjørdu av at keypa til
alt var avgreitt. Tey bæði
siga, at tey hava stóran
áhuga fyri ferðavinnuni,
sum mennist alt meira og
meira.
Seinnu árini kann ein tó
siga, at tað ikki hevur verið
so nógv at hoyrt til Vallara-
heimið í Klaksvík, men tað
sigur Maria, at tey fara at
royna at broyta. Ætlanin hjá
teimum er, at heimið skal
gerast alt meiri sjónligari
fyri ferðafólk – útlendsk
sum føroysk.
– Vit vóna, at undirtøkan
verður góð, og at tað fer at
ganga væl sjálvandi, sigur
Maria. Vallaraheimið og
gistingarhúsið í Klaksvík,
sum liggur við Garðavegin,
verður opið alt árið runt,
men um veturin verður tað
meiri avmarkað. Maria
sigur tó, at tað fer at verða
so, at fólk altíð kunnu fáa
fatur á teimum.
Spurd um tey ikki fara at
troyttast skjótt av hesum, tí
tey arbeiða harðast, tá hini
hava frí, svara Maria flenn-
andi, at tað væntar hon als
ikki.
– Vit gleða okkum at
sleppa í gongd ordiliga, og
vit kunnu altíð fara at ferð-
ast, tá hini eru liðug, sigur
hon.
Vallaraheimið er í tveim-
um hæddum. Á tí ovaru er
eitt gistingarhús, sum hevur
tvær stjørnur av fimm
møguligum. Sjálvt vallara-
heimið er á niðaru hædd, og
tað hevur tvær stjørnur av
trimum møguligum.
Við síðuna av er eitt tómt
høli, sum varð nýtt til hand-
il fyrr. Krisfinn og Maria
hava ikki endaliga gjørt av,
um tey fara at leiga tað út,
ella um tey fara sjálvi at
nýta tað.
TÍÐINDASKRIV
Fía í Túni av Toftum er
nýggjur
formaður
í
Lymfødemfelagnum
Á aðalfundi felagsins
29. mars stóðu 2 nevnd-
arlimir, Henny Biskop-
stø og Ásla Stenberg, og
tiltakslimurin Minna á
Hædd, fyri vali. Henny
Biskopstø tók ikki við
afturvali, meðan Ásla
Stenberg og Minna á
Hædd halda fram í
nevndini.
Nývald
í
nevndina er Elsa Wolles.
Henny Biskopstø hev-
ur verið formaður sein-
astu 5 árini og annars
verið nevndarlimur, síð-
ani felagið varð stovnað
í 1996.
Nevndin hevur skipað
seg soleiðis: Fía í Túni,
formaður, Harriet Nybo,
næstformaður, Arnhild
Johannesen, kassameist-
ari,
Ásla
Stenberg,
skrivari, og Elsa Wolles,
nevndarlimur. Tiltaks-
limir eru Minna á Hædd
og Eyðbjørg Djurhuus.
TÍÐINDASKRIV
Í fjør heyst settu lands-
stýrismaðurin í familju-
og
heilsumálum
og
landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum ein ar-
beiðsbólk at gera eina
frágreiðing um alterna-
tiva
bústaðarbygging.
Ætlanin er at leggja
frágreiðingina fyri Løg-
tingið til aðalorðaskiftis
í komandi tingsetu.
Frágreiðingin er nú
liðug og verður handað
landstýrismonnunum
Bill
Justinussen
og
Kartsten Hansen mána-
dagin 28. apríl 2003, kl.
9:00-10:00 í fundarhøl-
inum í Familju- og
heilsumálaráðnum
á
Eirargarði 2.
Alternativ
bústaðarbygging
Lymfødemfelagið
hevur fingið
nýggjan formann
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin
26.
apríl
verður Matiné løta í Havnar
Kirkju kl. 11.30. Tað er
kórið Tarira, undir leiðslu
av Sunleifi Rasmussen, ið
framførir úrvæl av teirra
várkonsert skrá. Í høvuðs-
heitum verða sangir og
verk framførd eftir føroysk-
um og norðurlendskum
tónasmiðum,
umframt
renesancu tónleikur.
Sangarar
Sopran: Berghild Poulsen,
Joanna Johansen, Arina
Bischoff, Unn Paturson,
Urd Johannesen
Alt: Píl Reinert, Gunnvør
Poulsen, Durita Eliasen,
Elspa Samuelsen
Tenor:
Peter
Niclasen,
Hans Debes, Pauli Hansen,
Uni Petersen
Bass:
Eyðun
Eliasen,
Høgni Debes, Andrias Pet-
ersen, Niels Winther, Fróði
Sandoy
Kórleiðari: Sunleif Ras-
mussen
Matiné í Havnar Kirkju við Tariru
Vallara-
heimið í
Klaksvík
skift eigara
Elin Frederiksberg handar
her Krisfinni lyklarnar til
vallarheimið í Klaksvík. Hini
á myndini eru: Maria, kona
Krisfinn og dóttir Elina, Ása
Per Zachariassen, ið er
komin til landið at
produsera Prix
finaluna fyri Sjónvarp
Føroya ætlar hesaferð
at gera tað, sum fyrr
hevur verið ein filmað
konsert, til eina
sjónvarpssending
PRIX FØROYAR
Rúnar Reistrup
Prix Føroyar skal nú vera
meira
hyggjaravinarligt.
Sjónvarp Føroya, sum er
ein av trimum høvuðskreft-
um handan Prix Føroyar,
hevur sett sær fyri at gera
nógv burturúr beinleiðis
sjónvarpssendingini
frá
Prix finaluni, og í hesum
sambandi hevur stovnurin
leigað ein tann besta sjón-
varpsprodusaran í Dan-
mark, føroyingin Per Zach-
ariassen.
Og føroyski produsarin
ætlar sær at bróta upp úr
nýggjum fyri geva sjón-
varpshyggjarum eina so
góða uppliving sum møgu-
ligt.
- Fólk kring landið skulu
fáa eina kenslu av, at Prix
finalan er gjørd fyri teirra
skyld, og ikki bara er nak-
að, sum hendir í Norður-
landahúsinum. Tey skulu
kenna seg sum ein part av
finaluni og soleiðis eisini
fáa størri áhuga fyri at
fylgja henni, ljóðar hug-
sjónin hjá Per Zacharias-
sen, nú hann liggur leysur í
luftini fyri at fáa Prix Før-
oyar at taka seg væl út á
sjónvarpsskermunum leyg-
arkvøldið.
Tillaga Prixið
Sambært føroyska produsa-
ranum er Prix Føroyar ikki
nakað idealtiltak til sjón-
varpsframleiðslu.
- Eg síggi Prix Føroyar
finaluna sum eina rocktón-
leikakapping og sum so er
hon kanska meira egnað
sum konsert enn sum sjón-
varp, tí tónleikurin er held-
ur smalur. Fyri mær er ide-
altiltakið til sjónvarpsfram-
leiðslu eitt konsept sum
"Stjerne for en aften", tí har
kunnu øll vera við. Tað
hava vit sæð eitt týðulig
prógv fyri, ikki minst her í
Føroyum,
sigur
Per
Zachariassen.
Tí hevur hann eisini heitt
á fyrireikararnar um at til-
laga Prix Føroyar konseptið
til at hóska betur sum sjón-
varpssending. Millum ann-
að við at skipa fyri hyggj-
araatkvøðugreiðslu.
- Higartil hava sendingar-
nar frá Prix finalunum mest
av øllum verið filmaðar
konsertir. Nú skal finalan
vera ein sjónvarpssending.
Til tess at røkka hesum havi
eg millum annað roynt at
fingið hyggjaratkvøður til at
gerast ein part av Prix
finaluni. Soleiðis kann man
fáa hyggjararnar við, og tað
er ein umráðandi partur av
einari góðari sjónvarpssend-
ing, sigur Per Zachariassen.
Skilir ikki ónøgdina
Hann er ikki óvitandi um ta
ónøgd, sum stóðst millum
tónleikararnir í finalubólk-
unum um júst hesa broyt-
ingina, men hann hevur ilt
við at skilja ónøgdina.
- Eg eri ósamdur við tón-
leikarunum, sum hava so
nógv ímóti hesum broyt-
ingum, og vit hava havt
eina diskussión saman um
tað. Soleiðis sum eg síggi
tað, so eru tónleikararnir
bara luttakarar í hesari
kappingini, og tí eg skilji
ikki hví teir blanda seg so
nógv upp í dømingina.
Dømingin er ikki teirra
borð.
Nokkso improviserað
Sjálvur er Per rættiliga
spentur um, hvussu alt fer
at rigga, tí arbeiðið við Prix
finaluni er nakað øðrvísi,
enn hann er vanur við.
- Vanliga brúkar man
nógva tíð uppá at venja all-
ar mannagongdir undan
einari beinleiðis sjónvarps-
sending, soleiðis at alt kann
leggjast til rættis niður í
smálutir. Men tað ber ikki
til við Prix finaluni. Har
verða nógvir luttakarar, og
vit hava lítla tíð at venja, og
tí vera nógv fleiri ókendir
faktorar undir framleiðsl-
uni av Prix finaluni, enn eg
eri vanur við. So tað verður
helst nokkso improviserað,
sigur Per Zachariassen,
sum sjálvur fer at uppliva
finaluna frá einum sendi-
bili uttan fyri Norðurlanda-
húsið, har hann skal stýra
beinleiðis sendingini.
Serkunnleika við sær
Hann fer tó ikki at stýra
showinum í blindum, tí við
sær til Føroya hevur hann
fleiri góð fólk, sum júst hava
sum uppgávu at minka um
tilvildina. Eitt av fólkunum,
ið eru komin til landið sam-
an við føroyska produsar-
anum, er ein sonevndur
"floor-manager", hvørs ar-
beiði er at syrgja fyri, at
røttu fólkini koma á rætt stað
á pallinum í røttu tíð.
Afturat sær hevur Per eis-
ini ein produsara-assistent,
sum millum annað arbeiðir
við at greina allan tónleik-
in, sum fer at verða spældur
á Prix finaluni, soleiðis at
produsarin altíð veit hvat
hendir hvar í hvørjum lagi
hjá hvørjum bólki.
Í ferðalagnum saman við
Peri eru eisini ein teknikk-
ari til at standa fyri sam-
skiftinum millum sjón-
varpsfólkini, ein kamera-
maður, ið skal føra eitt so-
nevnt "steady-cam" uppi á
pallinum og ein annar kam-
eramaður, ið skal stýra ein-
um kamerakrana, ið er út-
gjørdur við einum átta
metrar longur armi.
- Hetta eru alt fólk, sum
eg eri vanur at arbeiða sam-
an við og sum hava ser-
kunnleika
og
drúgvar
royndir innan hvør sítt øki,
og tí havi eg valt at taka tey
við. Í Sjónvarpi Føroya
finnast eisini nógv dugna-
lig fólk, men eingin teirra
hevur rutinu í til dømis at
føra eitt steady-cam ella ein
átta metrar langan krana
beint yvir høvdinum á eini
áhoyrarafjøld, og tí havi eg
valt at fáa fólk uttanifrá at
hjálpa við tí, greiðir Per
Zachariassen frá.
Byrjaði í
Sjónvarpinum
Per Zachariassen byraði
heilt ungur sína lívsleið
innan sjónvarpsframleiðslu
sum AV-teknikaralærlingur
á Sjónvarpi Føroya. Har var
hann millum annað við til
at framleiða gitnu sendi-
røðini um "Dólgarnar".
Seinni fór hann til Dan-
markar og tók har útbúgv-
ing sum sjónvarpsprodusari
á Danska Filmskúlanum.
Eftir lokna útbúgving fekk
hann starv hjá Danmarks
Radio, og gjørdi har rættiliga
vart við seg sum partur av
framleiðsluliðnum handan
sendingina "Transit". Síðan
tá hevur hann starvast nógv
fyri Danmarks Radio og fyri
ymisk filmsframleiðslufe-
løg. Hann var við til at gera
sendingina
"Den
store
klassefest", ið fyrst varð
send í Danmarks Radio og
síðan er seld til fleiri sjón-
varpsstøðir í øðrum londum.
Okkurt hevur Per Zacha-
riassen eisini fingið av
skafti her í Føroyum seinnu
árini. Saman við øðrum
hevði hann eitt skifti før-
oysku fyritøkuna Corona-
film, sum gjørdi sendingar-
nar "Ein gerandisdagur"
fyri Sjónvarp Føroya, og
seinast hevur hann sum
partur av donsku fyritøkuni
Blu Entertainment produs-
erað sendingina "Satsa", ið
fyrst varð royndarkoyrd í
Sjónvarpi Føroya og sum
nú eisini koyrir í donskum
sjónvarpi undir heitinum
"Boxen".
Prixið skal vera sjónvarpssending
Per Zachariassen er ein av tungu dreingjunum í danska sjónvarpsheiminum. Nú leggur hann vekt á at gera Prix finaluna til ein dygdargóða sjónvarpssending
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4