Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 78 - 25. apríl 2003 Nr. 78 - 25. apríl 2003 7 Tað verður helst eitt einmælt løgting, sum atkvøður skattalættan ígjøgnum. Skattalætt- in merkir einar 4 til 5000 krónur í lægri skatti til verka-, handverkara- og starvslønir í ár. And- støðan tekur undir við uppskotinum, men vísir samstundis á, at skattatrýstið er hægri í dag enn í 1997. Samgongan lovar meira skatta- lætta næstu árini SKATTALÆTTI Ingi Rasmussen Føroyingar fáa fleiri pengar millum hendurnar. Sum væntað taka bæði sam- gonga og andstøða undir við skattalættanum, sum er borðreiddur í løgtinginum. Hósdagin var skatta- lættin, sum tilsamans er einar 125 milliónir krónur í hesum árinum, til viðgerðar í løgtinginum. Og har kom greitt fram, at tað helst verður eitt samt ting, sum fer at taka undir við skatta- lættanum, tá av tornar. Fíggjarnevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið, tekur øll undir við uppskot- inum, hóast sjónarmiðini eru ymisk. Meira seinni Samgonguumboðini, Óli Breckmann, Kristina Háffos og Kári P. Højgaard, vísa til samgonguskjalið, har sagt verður, at »neyðugt er at linka skattin til at lætta um hjá familjum og ein- staklingum, til at lækka kostnaðarstøði og til at bøta um reallønina og styrkja kappingarføri«. Uppskotið merkir millum 4.000 og 5.000 krónur í skattalætta um árið hjá einari verka-, handverkara- og starvsmannaløn, vísir meirilutin á. – Ein króna spard í skatti svarar sum kunnugt til umleið tvær krónur í hægri realløn. Hesin árligi 4- 5.000 krónu skattalættin vigar tað sama sum ein brutto lønarhækkan upp á nærum tað dupulta, nevni- liga 8-9.000 krónur um árið meiri í løn hjá hvørjum løntakara. Hesin skatta- lættin er liður í einum lang- tíðar skattapolitikki, ið hevur til endamáls at lækka skattin á arbeiði. Væntast skal tí í samsvari við sam- gonguskjalið eina fram- haldandi minking í skatta- trýstinum í 2005 og 2006, siga samgonguumboðini, sum mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Hægri skattur Tað gera andstøðuumboð- ini, sum eru Vilhelm Jo- hannesen, Listbeth L. Petersen og Johan Dahl, eisini, men tey vísa á, at skattatrýstið í dag er hægri enn í 1997. – Hetta kemst av, at hámarksinntøkurnar á tí progressiva skattastiganum hava verið hækkaðar so lítið, at ein lønmóttakari við vanligum lønarvøkstri beinanvegin hevur rent seg aftur í nýggju inntøkuloft- ini. Endamálið við pro- gressiva skattastiganum er, at tær breiðastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðarnar, men tað virkar júst øvugt. Tað eru miðal- inntøkurnar, sum alla tíðina renna seg ímóti inntøku- loftinum, sigur minnilutin. Hann vísir eisini á, at ein stórur partur av tímalønt- um, serliga innan fiskavirk- ing, fáa vanliga ikki 40 tíma viku. Hesi eru tey veruligu lágløntu, sum ong- in skattalætti verður latin. – Vit mugu staðfesta, at skatturin er hægri nú, enn hann var í 1997, og tað er als ikki nøktandi, tá havt verður í huga, at búskapur- in hesi seinastu árini hevur verið í støðunum vøkstri, siga Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl. Tey taka kortini undir við uppskotinum, men mæla samstundis til, at skatta- skipanin verður endurskoð- að. Skattalættin verður aftur- virkandi frá 1. januar 2003. »Morgun« er nýggj lesivenjingarbók, ið er ætlað 1. til 3. flokki. Bókin er í tveimum útgávum. Onnur løtt lisin og hin eitt sindur tor- førari BÓKAÚTGÁVA Ingi Rasmussen Føroya Skúlabókagrunn- ur gevur út nýggja lesi- venjingarbók til byrjan- arlesing. Bókin eitur »Morgun«. Sólrun Mich- elsen hevur skrivað, og Olivur við Neyst hevur teknað. Tað serliga við hesari bókini er, at hon er prent- að í tveimum ymiskum útgávum. Onnur er løtt lisin bók við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin er miðal tor- før bók við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá næmingum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, sam- stundis sum allir næm- ingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum toreikastigi, sigur Skúla- bókagrunnurin. »Morgun« er gul snípubók, ið er ætlað 1. til 3. flokki. Bókin er ætl- að sum ískoyti til lesi- bókina, og tí eru høvuðs- persónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Føroya Skúlabókagrunnur ætlar at geva fleiri tílík lesi- venjingarhefti út sum ískoyti til vanligu lesi- bøkurnar til byrjanarund- irvísingina í føroyskum. Snípurøðin er eitt sam- starv millum Føroya Skúlabókagrunn og Bókadeild Føroya Lær- arafelags, har bøkur ætl- aðar til lesivenjingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. »Morgun« er 26 blað- síður og kostar 36 krónur hvør bókin. Nýggj bók um orða- bókafrøði og orða- bókagerð er útkomin í Føroyum. Tað er tann sjeynda í røðini, sum Norðurlendskt felag fyri orðabóka- gerð gevur út BÓKAÚTGÁVA Nú kunnu føroyskir orða- bókafrøðingar frøast, tí ein nýggj bók um orða- bókafrøði og orðabóka- gerð er útkomin her á landi. 39 fyrilestrar eru prentaðir í bókini. Teir vóru allir hildnir á stóru orðabókaráðstevnuni, sum varð hildin í Norð- urlandahúsinum í Føroy- um í døgunum 21.-25. august 2001. Fýra av hesum fyrilest- rum nomu við Føroyar. Italumaðurin Gianfranco Contri, ið eina tíð hevur fingist við at gera eina føroyska-italska orða- bók, helt fyrilestur um arbeiði sítt. Jógvan í Lon kallaði sín fyrilestur »Leksiko- grafi og terminologi – to sider af samme sag?«. Johnny Thomsen og Ulf Timmermann, sum hvør í sínum lagi arbeiða við ávikavist eini russiskari- føroyskari og einari før- oyskari-týskari orðabók, hildu eisini hvør sín fyri- lestur. Bókina við fyrilestrum hava Zakarias S. Hansen og Anfinnur Johansen á Føroyamálsdeildini rit- stjórnað. Hestprent hevur prentað. Bókin telur 418 síður og kostar 200 krón-ur. Orðabókaráðstevnan, ið hildin varð í Føroyum, er tann sætta í røðini. Alt byrjaði við einari ráð- stevnu í Oslo í 1991, tá norðurlendskt felag fyri orðabókagerð varð stovnað. Endamál felag- sins er at fremja verkligt og vísindaligt orðabóka- starv í Norðurlondum og at menna norðurlendskt orðabókasamstarv. Øll, ið hava áhuga fyri orða- bókamálum, kunnu ger- ast limir. Ein morgun í tveim- um útgávum Orðabókafrøðingar kunnu frøast Fleiri pengar millum hendurnar Ár 2003: Skattur av tí fyrsta inntøkuintervallinum í skatta- stiganum - t.e. inntøka úr 21.000 upp í 65.000 kr. - verður eftir uppskotinum 0 kr. av 21.000 kr. og 8,0% av restini av inntøkuni upp til 65.000 kr. Skattur av øðrum inntøkuintervalli - t.e. inntøka úr 65.000 upp í 120.000 kr. - verður 3.520 kr. av 65.000 kr. og 19% av restini av inntøkuni upp til 120.000 kr. Skattur av triðja inntøkuintervalli – t.e. inntøka úr 120.000 upp í 160.000 kr. – verður 13.970 kr. av 120.000 kr. og 23,5% av restini av inntøkuni upp til 160.000 kr. Skatturin av fjórða inntøkuintervallinum – t.e. inn- tøka oman fyri 160.000 kr. – verður 23.370 kr. av 160.000 kr. og 37% av restini av inntøkuni oman fyri 160.000 kr. Fakta Skattalættin virkar frá 1. januar 2003. Samstundis verða lyfti givin um meira skattalætta næstu árini Krevja lønarhækking upp á 24 krónur um tíman Arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønar- hækking upp á 12 krónur um tíman í ár og 12 krónur afturat næsta ár. Men enn gongur ongan veg við samráðingunum LØNARSAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen Ein lønarhækking upp á 12 krónur afturat um tíman 1. mai í ár og 12 krónur afturat 1. mai næsta ár. Tað eru krøvini, sum tey fimm arbeiðarafeløgini hava lagt fyri arbeiðsgevar- arnar, nú samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála eru byrjaðar. Sostatt eru krøvini ein lønarhækking uppá 24 krónur tilsamans hesi bæði næstu árini. Roknað um til prosent, gevur tað eina lønarhækk- ing uppá 13% í ár og 11,5% afturat næsta ár. Men harumframt hava ar- beiðarafeløgini eisini kravt aðrar ábøtur í sáttmálanum. Ingeborg Vinther vísir til almenna arbeiðsmarknaðin og heldur, at tað er stórur munur á, hvat hann hevur verið lagaligari at geva sín- um fólkum góðar sømdir enn privati arbeiðsmarknað- urin. Men nú vilja arbeiðarafel- øgini hava, at verkafólkið verður líka væl tryggjað og krevja tey eisini at fáa ymsar ágóðar, sum eru á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú krevja tey at fáa løn undir sjúku, rætt til at vera heima hjá sjúkum børnum o.s.fr. Harafturat krevja feløgini, at hvørt virki skal hava ein starvsfólkapolitikk og at tað skal vera betri samstarv ímillum arbeiðsfólk og leiðslu, soleiðis at arbeiðs- fólkið altíð veit hvat fer fram á arbeiðsplássinum. Førir til lønarniðurskurð Hinvegin hava arbeiðsgev- ararnir eisini síni krøv. Eitt nú hava teir sett fram aftur ynski um at tað skal bera til at arbeiða forskotna tíð, uttan at gjalda yvirtíð. – Hetta eru alt krøv, sum føra til beinleiðis lønarniðu- rskurð og tað góðtaka vit ikki. Vit eru farin til samráð- ingar fyri at gera sáttmálan betri og ikki fyri at gera støðuna hjá verkafólki verri, sigur Ingeborg Vinther. Nakrir samráðingarfund- ir hava verið, men Ingeborg Vinther sigur, at tað gongur strilti. – Semja er fingin um onkur smávegis mál, sum onki kostar nøkrum parti, sigur hon. Men tað er onki óvanligt, at tað gongur strilti við samráðingunum og tað plagar ikki at vera fyrrenn í síðstu løtu, at ein verulig ábending fæst um, antin tað ber til at fáa ein sáttmála yvirhøvur, ella um arbeiðið aftur verður niðurlagt. Støðið er lagt Hesuferð samráðast øll fimm arbeiðarafeløgini saman. Tey eru Føroya Ar- beiðarafelag, arbeiðs- manna- og arbeiðskvinnu- felagið í Havn og tey bæði feløgini í Klaksvík og hetta heldur Ingeborg Vinther vera eina stóra styrki. Ingeborg Vinther hevur fyrr víst á sáttmálan ímill- um Maskinmeistarafelagið og SEV, sum gav maskin- meistarunum góð 10% í lønarhækking tey bæði næstu árini. Vanligt er, at tann fyrsti sáttmálin leggur støði og niður um tað, ætla arbeið- arafeløgini ikki at fara, sigur hon. Men hon heldur, at tað er ikki rætt at tosa um eina lønarhækking uppá 10% til arbeiðarafeløgini, tí mask- inmeistararnir fáa framm- anundan hægri løn. Ti eru 10% av teirra løn ein hægri lønarhækking enn 10% eru av eini arbeiðaraløn. Fyri ikki at gera munin á lønunum hjá faklørdum og ófaklærdum enn størri, hava arbeiðarafeløgini tí sett eitt sett krøvini fram í krónum, heldur enn í prosentum. Í løtuni er vanlig tímaløn 92,20 krónur. Arbeiðarafeløgini og arbeiðs- gevararnir eru farnir undir samráðingar um nýggja sátt- mála. Arbeiðarafeløgini krevja eina lønarhækking upp á 24 krónur tey bæði næstu árini. Sáttmálin er úti mikukvøldið á midnátt, men enn gongur ongan veg við samráðingunum Samráðingartónin er vinaligur og tað gongur, sum tað plagar, siga arbeiðsgevararnir LØNARSAMRÁÐ- INGAR Áki Bertholdsen – Eg kann bara siga, at tað gongur sum tað plagar. Jan Mortensen, sum er ein av samráðingarfólkunum hjá arbeiðsgevarunum, er ikki serliga tíðindafróður um samráðingarnar, sum eru í løtuni við arbeiðsgev- ararnar. Hann sigur, at partarnir hava avtalað ikki at siga nakað um smálutir í sam- ráðingunum, ella um krøv og mótkrøv. Men hann sigur, at gongd er í samráðingunum og tónalagið við borðið er vinaligt. Kravið upp á 12 krónur í ár og 12 krónur afturat næsta ár, vil hann sostatt heldur ikki geva viðmerk- ingar til. Men hann vísur eisini til sáttmálan ímillum SEV og Maskinmeistararnar, sum gav maskinmeistarunum góð 10% tey bæði næstu árini. Men Jan Mortensen vil ikki vera við, at hesin sáttmálin skal leggja støðið fyri teir sáttmálarnar, sum koma. Tá ið sáttmálin við Maskinmeistararnar varð gjørdur, átalaði Vinnuhúsið SEV fyri at hava gjørt so høgan sáttmála. – Vit hava gjørt vart við, at privata vinnan hevur ikki ráð til at veita so stóra løn- arhækking, sum tað vísir seg at ein fyritøka við einkarrætti hevur ráð til , sigur hann – Er tað so, at tit hava fingið at vita, at kravið frá arbeiðarafeløgunum er 24 krónur um tíman, kunnu tit sjálvi rokna út, hvørja støðu vit hava til tað, sigur Jan Mortensen, í stuttari viðmerking til samráðing- arnar. Tríggir røðarar á Vaglinum Hósdagin er 1. mai og sum kunnugt er tað al- tjóða arbeiðaradagurin. Og sum vanligt, verður Havnar Arbeiðsmanna- felag aftur í ár at skipa fyri 1.mai dagshaldi á Vaglinum. Fyrst fer nývaldi for- maður felagsins, Hans Joensen, at bjóða væl- komið. Síðani fara tríggir røð- arar at siga sína hugsan um korini hjá verkafólk- inum. Teir vera Sakaris Hansen, arbeiðsmaður og nevndarlimur í Havn- ar Arbeiðsmannafelag, Ingeborg Winther, for- kvinna í Føroya Arbeið- arfelag og Petur Skarsá, arbeiðsmaður. Og sum vant fer Havn- ar Hornorkestur aftur í ár at seta sín serliga dám á meidagshaldið. –Áki– Gongur sína gongd C M Y K 7 6