Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 78 - 25. apríl 2003 Nr. 78 - 25. apríl 2003 9 TILTØK Vilmund Jacobsen Saltangará: Í dag, 25. apríl kl. 15, verður flagg- dagshald á torginum við býráðshúsið í Saltangará. Skótar og ítróttarfólk fara at ganga skrúgongu, og Nes sóknar Musikk- felag spælir. Flaggdagsrøðuna í ár heldur Randi Vang. Flaggdagshald á torg- inum í Saltangará Í dag kl. 15 verður høvi hjá fólki at fara til flaggdagshald á torginum í Saltangará Tað er Jóannes S. Hansen í Saltangará, sum hevur verið lær- ari á kvøldskúlaskeið- unum á Strondum og í Fuglafirði. - Tað er krevjandi at undirvísa í list. Neyð- ugt er at vera vakin – tó uttan at "yvirstýra" næmingunum, sigur hann TILTØK Vilmund Jacobsen Strendur/Fuglafjørður: Tvær listaframsýningar verða í Eysturoynni hetta vikuskiftið. Tað eru næmingar, sum hava gingið á kvøldskúla í málingalist á Strondum og í Fuglafirði í vetur, sum fara at sýna fram. Tey, sum hava gingið í bygdahúsinum á Strondum, sýna fram í bygdahúsinum sunnudagin komandi. Á Strondum verður bert opið hendan eina dagin, nevni- liga millum kl. 15 og 19. Tey, sum hava gingið á kvøldskúla í Fuglafirði, sýna fram í Ribarhúsi. Hendan framsýningin letur upp í dag og verður opin í nakrar dagar. Næmingarnir í Fuglafirði hava málað í ítróttarhúsin- um, sum er við fótbólts- vøllin. Krevjandi frálæra Tað er Jóannes S. Hansen í Saltangará, sum hevur verið lærari á skeiðunum á Strondum og í Fuglafirði. Hann hevur undirvíst á kvøldskúlum í málingalist í eini 15 ár, eisini á Glyvrum, men ongantíð í trimum støðum í senn. - Eg haldi, at tvey kvøld um vikuna er nóg mikið - fyri ikki at siga ov nógv. Tað er krevjandi at undir- vísa í list. Neyðugt er at vera vakin, samstundis sum tú ikki eigur at "yvirstýra" næmingunum, tá ið tey arbeiða, sigur Jóannes. At undirvísa í list, heldur Jóannes, er at geva av tí "yvirskoti", tú hevur. - Tað eru jú so mong, sum liggja á tí latu síðuni og bara gera tað í síni frítíð, sum tey sjálvi hava hug til. Hann vísir á, at tað kann vera eitt tak at skula út tvær ferðir um vikuna, ávikavist yvir á Strendur og til Fugla- fjarðar um vetrarnar. - Hetta er jú ikki beint við dyrnar. Men vegirnir eru góðir, og tað lættir um koyringina. Kavafannir eru tó sjáldsamar á vegunum um vetrarnar longur, sigur hann. 750 málningar Jóannes S. Hansen metir, at næmingarnir, hann hevur havt hesi árini, munnu hava málað einar 50 málningar hvønn veturin í einar 15 vetrar tilsamans. - Tað merkir, at einir 750 málningar eru málaðir á kvøldskúlanum hesi árini. Hesir málningar hanga uppi ymsastaðni og munnu hava verið til gleði fyri mong, sigur hann at enda. Listaframsýningar á Strondum og Fuglafirði Í dag, flaggdagin, letur listaframsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði, og sunnudagin verður framsýning í bygdahúsinum á Strondum. Tað eru næmingar á kvøldskúlunum í Fuglafirði og á Strondum, sum sýna fram - Tað kostar okkum góðar 5 milj. krónur um árið at sigla heim til Føroya við lastini, sigur Petur Jacobsen, stjóri á P/F Ísborg RÆKJUFLOTIN Vilmund Jacobsen - Vit tosa als ikki um stuðul til rækjuflotan, sum politik- ararnir alla tíðina goyma seg aftanfyri. Vit tosa um at fáa myndugleikarnar at loysa trupulleikan millum Føroyar og Ný Foundland, soleiðis at vit sleppa innaftur í Ný Foundland at landa. Hetta sigur stjórin á P/F Ísborg, Petur Jacobsen, í viðmerking til skrivingina um politiskt at hjálpa rækjuflotanum burtur úr fíggjarligu kreppuni. Góðar 5 milj. kr - Eg havi roknað meg fram til, at reiðaríið hjá okkum missir stívliga 5 milj. krónur um árið við at sigla heim til Føroya við lastini í staðin fyri – sum áður – at leggja veiðina upp í Ný Foundlandi. Petur heldur ikki, at po- litikararnir hava skilt boð- skapin hjá rækjuflotanum. - Vit skríggja ikki eftir stuðli, men vit skríggja eft- ir, at okkara politikarar loysa trupulleikan við stongslinum at landa í Kanada. Er ótrúligt Stjórin á P/F Ísborg sigur, at Føroyar er einasta land, sum ikki sleppur inn í kanadiska havn at landa. Øll hini londini hava fingið hesi viðurskifti uppá pláss, eisini íslendska stjórnin. - Tað er so galið, sigur Petur Jacobsen, at íslend- ingar trúgva okkum ikki, tá ið vit siga, at vit enn ikki sleppa inn at landa í Kanada. Sosialurin spurdi eisini Jacob Vestergaard, lands- stýrismann í fiskivinnu- málum, um nakað ítøkiligt er hent í hesum máli sein- astu dagarnar, men so er ikki. Tískil heldur stongsulin móti føroyskum fiskiskip- um í Kanada, sum nú hevur vart í meira enn eitt ár, fram. Stongsulin í Kanada dýrur fyri rækjuskipini - Vit skríggja ikki eftir stuðli, men vit skríggja eftir, at okkara politikarar loysa trupulleikan, soleiðis at vit sleppa innaftur í Kanada at landa, sigur stjórin á P/F Ísborg, Petur Jacobsen Jákup O. Olsen 65 ár Mikudagin 23. apríl fylti Jákup O. Olsen í Vági 65 ár. Jákup er úr Vági, hann er sonur Mariu, f. Midjord, av Økrum og Martin Karl Olsen úr Vági. Hann tók prógv sum lærari á Nr. Nissum seminarium í 1962 og var lærari í Thyborøn frá 1962-63 og í Vági frá 1963 til 1991, har hann var skúlastjóri frá 1972-91. Hann var býráðslimur í Vági frá 1980-2000 og sat sum tingmaður fyri Kristi- liga Fólkaflokkin og Før- oya Framburðs- og Fiski- vinnuflokk frá 1994 til 1998. Jákup er giftur við Marnu, f. Holm, úr Vági. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 25. apríl. Flaggdagur Før- oya. Tað var tann 25. apríl í 1940, at studentaflaggið Merkið varð viðurkent sum Føroya tjóðareyðkenni. Tað gamla navnið á deg- num er markusarmessa, til minnis um evangelistin Markus. Týdningurin av navninum er óvissur. Rúna Sivertsen formaður í RFF Á ársaðalfundi í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, mikudag- in 23. apríl, legði formað- urin, Petur Jacob Sigvard- sen, frá sær. Nýggjur for- maðurin er Rúna Sivertsen í Klaksvík. Rúna, ið er 47 ára gomul, er fødd og upp- vaksin í Klaksvík, hon er dóttir Hansu og Benjamin Joensen (Benni). Rúna er gift við Birgir Sivertsen í Klaksvík og eiga tey 5 børn. Hon arbeiddi á prent- smiðju frá 1973-75, var sjálvstøðug vinnurekandi frá 1977-81, arbeiddi í klædnahandli frá 1986-89 og var heimahjálp frá 1992- 96. Í 1994 stillaði hon upp fyri Fólkaflokkin í Norðoya valdømi, og frá 1996-2002 var hon varamaður hjá An- finni Kallsberg á tingi. Hon sat í skúlanevndini fyri skúlarnar í Klaksvík frá 1988-2000 og í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús frá 1995-96. Hon er í dag formaður í ráðnum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Síð- an Rúna fór úr tinginum í fjør, hevur hon skrivað sum free-lance fyri Sosialin og gjørt sendingar á Rás2. Eg elski ælabogan "Eg elski ælabogan" segði abbasonurin. "Hvat sigur tú" ? "Eg elski ælabogan" Vit vóru biltúr báðir. Tað hevði regna, og so komu sólin og ælabogin. Og eg vísti honum á ælabogan. Tá lat í Olaf: "Eg elski ælabogan" "Hví"? "tí hann er so vakur – og eg elski alt sum er vakurt" Jógvan E. Ósá Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo Petur J. Sigvardsen frá sum formaður Eftir at hava sitið sum for- maður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í 10 ár fór Petur Jacob Sigvardsen í Havn frá á ársaðalfundin- um mikudagin 23. apríl. Petur Jacob er føddur 13. september í 1932 við Gjógv, sonur Elisabeth, f. Joensen, og Karl Jacob Sig- vardsen, bæði frá Gjógv. Hann er giftur við Jaco- binu, f. Petersen, úr Sanda- vági. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1956 og var lærari í Myki- nesi frá 1956-57. Frá 1957- 58 var hann lærari í Mið- vági og frá 1959 sum lærari við Miðvágs/Sandadvágs Skúla. 1. august í 1973 bleiv hann settur í starv sum skúlaráðgevi, og 1. desember 1979 varð hann settur sum deildarleiðari í Landsskúlafyrisitingini. Hann fór úr hesum starvi 1. august 1997. Petur Jacob var næstformaður í Ráð- num fyri Ferðslutrygd frá 1977 og formaður síðan 1993. Hann hevur týtt fleiri bøkur og yrkt og týtt fleiri sálmar og sangir. Hann hevur m.a. skrivað bøkur- nar "Úr Gjáar søgu". C M Y K 9 8