fríggjadagur 25. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 78 - 25. apríl 2003
Nr. 78 - 25. apríl 2003
11
Skulu tvær stórar verkætlanir í Suðuroy - sam-
ferðsluhavnin við Trongisvágsfjørð og Øravíkar-
Hov-tunnilin - tengjast saman ella ikki?
Meirilutin í vinnunevndini mælir til at brúkra grótið
úr tunnlinum til ta stóru ferjuleguna, sum skal gerast
eystan fyri Drelnes. Hetta ber í sær, at nógvar
milliónir krónur kunnu sparast. Talið 45 er nevnt.
Harafturat er tað skilagott umhvørvisliga at brúka at
koyra stutt og brúka grótið beinanvegin. Verður tað
ikki gjørt, skal tað koyrast í rúgvur her og har, til tað
einaferð verður brúkt.
Tí halda nógv, at meirilutin í vinnunevndini er á
rættari leið: at tengja tvey arbeiði saman og spara
pening. Hetta er áhugavert og eitt stórt framstig, tí
vit síggja alt ov ofta, at mál verða loyst hvør sær
uttan eina meira samfelagsgagnliga heildarætlan.
Men hetta tilmælið hjá vinnunevndini hevur tann
vansa við sær, at samferðsluhavnin verður ikki liðug
til tíðina - til nýggi Smyril kemur til Føroya í oktob-
er næsta ár!
So kann spyrjast hevur tað so stóran týdning? Tað
halda summi. Fyrst og fremst suðuroyingar, sum í
spenningi bíða eftir eini nútímans ferju. Men eisini
landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm úr Fólka-
flokkinum, sum altíð tosar um sparing, men sum
saman við samgonguflokkunum hevur sett met í
almennari nýtslu. Nú hevur hann so høvi at vísa
sparing í verki.
Fyri at hann kann gera tað, skal fyrst ein verkætlan
fyri Øravík-Hov-tunnilin gerast. Landsverkfrøðing-
urin hevur gjørt eitt uppskot, sum hvørki suður-
oyingar ella onnur eru nøgd við. Hesin tunnilin
liggur ovarlaga og krevur nógv vegarbeiði. Síðani
hava suðuroyingar skotið upp at flytata tunnilin
vestur eftir og leggja hann í eina beina linju.
Byggisamtakið NCC sigur seg kunna gera hann fyri
umleið 100 mió.kr., men samtakið vil ikki taka á seg
váðan. Harafturat skal eisini hetta uppskotið kannast
betri.
Sjálvandi skal arbeiðið at gera samferðsluhavnina
byrja sum skjótast, men tá vit eru í eini støðu, at tvey
arbeiði kunnu tengjast saman og vit kunnu spara
pening, eigur hetta málið at verða kanna nógv
gjølligari. Hetta er ikki eitt krav frá føroyskum
skattgjaldarum, men teir vilja, at tann ofta súrt
vunnið peningurin verður brúktur so skynsamt sum
møguligt.
Og peningurin er ikki skynsamt brúktur, um ein
kanning og gott politiskt arbeiði seinri vísir, at hesi
arbeiðini kunnu tengjast saman og spara pening.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skynsemi fram um tíð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heri Simonsen
sum hevur koyrikortið sum
sítt livibreyð!
Tað letur ikki til, at teir 7
limirnir í løgtingsins vinnu-
nevnd lurtaðu eftir send-
ingini "Sostatt" fyri 2 vik-
um síðani. Í sendingini at-
kvøddu
89%
fyri,
at
ferðslulógin eigur at broyt-
ast viðvíkjandi víkiskyld-
uni, bert 11% halda, at
lógin eigur at verða óbroytt.
Ístaðin fyri at fokusera
uppá fólkaviljan, hevur løg-
tingsins vinnunevnd úti-
lokandi valt at fokusera
uppá, at Kári P. Højgaard
hevur gjørt sama, keðiliga
mistak som onnur hava
gjørt í ferðsluni.
Lurtaðu bert eftir einari
síðu
Í málsviðgerðini av broyt-
ingaruppskotinum hjá Kára
P. Højgaard til ferðslu-
lógina hevði løgtingsins
vinnunevnd møguleikan at
hava teir ymisku partarnir
til hoyringar. Teir kundu
sent boð eftir bæði Ráðnum
fyri Ferðslutrygd, Bileftir-
litinum, Føroya Koyrilær-
arafelag, ferðsluløgreglu-
monnum, og onkrum, sum
er raktur av ferðslulógini.
Men boðsendi løgtingsins
øllum hesum pørtum til
hoyringar í hesum málin-
um? NEI! Um tað er av
ignoransu,
ringari
tíð,
óvitinheit ella illvilja ímóti
Kára P. Højgaard er ilt at
siga! Men sannleikin er, at
bert
Mogens
Nepper
Christensen,
landfúti,
Dorthe Møller Anderssen,
ákæri og Uni Vestureið,
kriminalinspektørur blivu
boðsend
til
hoyringar.
Eingin
av
áðurnevndu
ferðsluinstansum ella per-
sónum bleiv boðsendur!
Bert ein síða av málinum
bleiv hoyrd í hesum fyri
mong álvarsmáli!
Eru Nepper og
Anderssen "neutral".
Eg havi á egnum kroppi
kent hvussu "saklig", "neu-
tral" og "rættvís" Mogens
Nepper Christensen og
Dorthe Møller Anderssen
kunnu verða. Fyrst reistu
tey eina ákæru, um at
undirritaði hevði brotið
víkiskyldu við hávatonnum
og tríkanti. Tá tey frættu, at
hvørki hávatenn ella trí-
kantur vóru á staðnum,
sum óhappið (undir ar-
beiði) hendi tóku tey bara
og broyttu ákæruritið, men
kravdu framvegis somu
revsing!! 3 postmenn brutu
víkiskyldina í 2000 og
2001, hinir báðir fingu frá-
fallubræv frá ákæruvaldin-
um,
meðan
undirritaði
bleiv einsamallur drigin í
rættin! Ákæruvaldið toldi
heldur ikki, at undirritaði
kritiseraði tey fyri ikki at
uppklára eitt grovt brot á
ferðslulógina, har undirrit-
aði var offur sjálvur. Í rætt-
inum bleiv eg bæði álopin
og snigálopin við øllum
møguligum ákærum og
ákoyringum frá Dorthe
Møller Andersen, sum for-
restin enn ikki skilir før-
oyskt til fulnar, men mátti
hava málsliga hjálp í fleiri
førum undir rættarviðgerð-
ini. Hetta hóast hon hevur
búð her í 3 ár! Men fast taki
ákæruvaldinum, eg vann
sakina, sjálvt um eg "bare
er et skide postbud". Aldrin
hevur nakar sigur verið
mær søtari!
Virðingin á sama støði!
Virðingin hjá løgtingsins
vinnunevnd fyri Kára P.
Højgaard er á júst sama
lága støði, hann er bara eitt
"skide postbud", sum hevur
gjørt eitt menniskjaligt
mistak, og skal tískil ikki
hava møguleikan at koma
við broytingum til ferðslu-
lógina. Um vit hyggja eftir
aldrinum hjá teimum 7 lim-
unum í løgtingsins vinnu-
nevnd, so síggja vit, at bert
Bárður Nielsen hevur aldur
og ungdómsminni til at
klára teoriroyndina fyrstu
ferð. Hinir 6 eru komnir so
mikið til árs, at teir høvdu
ikki staðið fyrstu ferð, uttan
so, at teir høvdu farið á eitt
drúgt teoriskeið. Nepper vil
hava, at alt skal verða sum í
Danmark. Men vit hava
ikki somu fysisku umstøð-
ur, sum í Danmark, t.d.
víkiskyldu fyri súkklu-
breytum (cykelstier)! Hvar
eru súkklubreytirnar í Før-
oyum? Og er sðnið ikki
mangan betri við kross-
vegir í Danmark?
P.S. Nú verða tiltøk sett í
verk!
03 í málsviðgerð til Løgtingsins vinnunevnd
(Subjektiv kolldøming)!
Fríggjadagin 25. apríl skip-
ar Fuglafjarðar Hornorkest-
ur fyri flaggdagshaldi við
Kunningarstovuna í Fugla-
firði kl. 16.30.
Fuglafjarðar Hornorkest-
ur spælir - og skótarnir
ganga skrúðgongu.
Flaggdagsrøðari
í
ár
verður løgtingsmaður Her-
geir Nielsen.
Flaggdagshald í Fuglafirð
TÍÐINDASKRIV
KFUM og K skótarnir í
Kollafirði skipa fyri flagg-
dagshaldið í skúlagarðin-
um í Kollafirði flaggdagin
kl. 15.00.
Skrúðgonga við skótum
og ítróttarfólkið ferð frá
Bygdarhúsinum og gingið
verður út í skúlagarðin har
Heðin Zachariasen flytur
fram røðu og horntón-
leikur við luttøku úr Frels-
unar herðinum verður at
hoyra. Aftaná verður bjóða
til cacao og bollar í skóta-
húsinum.
Flaggdagshald í Kollafirði
Heðin Mortensen
Jógvan Arge royndi í eini
blaðgrein fyri páskir at
geva mær skuldina fyri, at
hann sum formaður í løg-
tingsins mentamálanevnd
ikki hevði klárað at avgreitt
málið um bygging av Tekn-
iska skúla og Handilsskúl-
anum í Havn.
Málið varð eftir 1. við-
gerð í Tinginum tann 6.
mars beint í mentamála-
nevndina, og har kann tað
sambært tingskipanini í
mesta lagi liggja í ein mán-
að. Tí skuldi eingin havt
nakran trupulleika við at
hildið páskafrí tann 15.
apríl, og heldur ikki skuldi
tað gjørt nakað, um løg-
tingsformaðurin "plantaði
ein tingfund" tann 8. apríl,
um
nevndarformaðurin
bara helt seg til tíðar-
freistina. Men tað gjørdi
hann ikki, og nú skulu
onnur hava skuldina fyri
tað.
Jógvan Arge sigur í
greinini, at mentamála-
nevndin kundi ikki halda
fund tann 15. apríl, tí sam-
bandsmaðurin Heðin Mort-
ensen fór av landinum í
páskafrí. Nú er tað soleiðis,
at allir sjey limirnir í
mentamálanevndini hava
hvør sín varalim, so um
trupulleikin var, at undir-
ritaði var burturstaddur, so
kundi
formaðurin
bara
givið varamanninum fund-
arboð ístaðin.
Harafturat skal vísast á,
at á fundunum sum menta-
málanevndin hevði 25.
mars og 1. apríl, var nevnd-
in ikki fullmannað. Hví
kundi nevndin so ikki eisini
halda fund 15. apríl, uttan
at vera fullmannað ?
Nei veruleikin er, at
Jógvan Arge ætlaði ongan-
tíð, at málið um Tekniska
skúla og Handilsskúlan í
Havn skuldi koma aftur í
tingið. Hann ætlaði at mál-
ið skuldi verða liggjandi í
mentamálanevndini
til
Tingið fór í summarfrí, og
harvið skuldi tað fella
burtur. Fyri at forða hesum,
skeyt eg upp fyri tinginum,
at málið kom til 2. viðgerð
uttan álit frá nevndini, men
tað uppskotið fall.
Trupulleikin er, at Jógvan
Arge er ikki bara tingmaður
í samgongu. Hann er eisini
bðráðslimur í andstøðu. Í
bðráðsandstøðuni "brennur
hansara hjarta" fyri Havn-
ini, men í Løgtinginum, har
hann er í samgongu, er
hann ikki so heitur fyri
Havnini (var millum annað
í hesi vikuni við til at senda
havnarborgarum eina rokn-
ing á 4,3 mió. krónur, fyri
væntandi
barnaansing).
Kemur málið aftur í tingið,
so fær hann ein trupulleika
sum samgongutingmaður,
um hann atkvøður fyri up-
pskotinum. Men hinvegin,
so fær hann ein annan
trupulleika sum andstøðu-
limur í bðráðnum, um hann
atkvøður ímóti. Tí roynir
hann av øllum alvi at halda
málinum aftur.
Við sínum taktiska snildi,
setur hann málið á fundar-
skránna hvørja ferð tá
mentamálanevndin hevur
fund, men syrgir altíð fyri,
at tað stendur niðast á
skránni, soleiðis at stundir
ikki vara at viðgera tað. Tí
verður hetta málið útsett til
"næsta fund", har tað aftur
stendur niðast á skránni.
Tann 24. apríl hevur menta-
málanevndin aftur fund, og
tá hevur hann sett eitt mál
sum er lagt fyri tingið tann
11.apríl fyrst á skránni,
meðan málið um Tekniska
skúlan og Handilsskúlan
sum varð lagt fyri tingið
tann 4. mars stendur niðast.
Vit kunnu tí bara stað-
festa, at sitandi samgonga
hevur ongan skúlapolitikk,
og sær tað eftir øllum at
døma ikki sum nakran
trupulleika, at Tekniski
skúli í Havn hevur livað við
fyribilsloysnum í 25 ár.
Jógvan Arge vil forða fyri, at Tekniski skúli og
Handilsskúlin í Havn verða bygdir
At sita her og skriva minningar-
orð um teg góði Bobby, fellur
mær ikki lætt. Ikki tí, minnini
um teg havi eg nógv, men vildi
heldur ynskt at hetta var ein føð-
ingardagsheilsan, ið eg skrivaði.
Teir seinastu dagarnir hava verið
tungir og einasta troyst nú, er, at
tú onga pínu hevur meir, men
hevur fingið frið.
Tú varð føddur í Edinburgh í
1926, elstur av trimum systkj-
um. Í 1933 var pápi tín biðin
um, at verða leiðari í handils-
fyritøkuni Charles Mauritsen í
Føroyum. Fyritøkan var úti í
Tinganesi og átti hon allar teir
reyðu bygningarnar, har lands-
stýrið í dag húsast.
Í apríl 1934 flutti so øll
familjan til Føroya, og hóast
bondini til Skotlands vóru sterk,
so vóru tit øll verandi í Føroy-
um.
Tú kom at vaksa upp úti í
Tinganesi, bústaður tykkara
varð tann uttasti bygningurin og
vóru hinir bygningarnir brúktir
til skrivstovur, lagur og annað.
Tú gekk í skúla hjá nonnunum
og var tað skjótt, at tú hevði lært
tað føroyska málið.
Sum hjá øllum øðrum tá í
tíðini, fekk tú skjótt ábyrgd og
kom at hjálpa til við øllum fyri-
fallandi arbeiði í fyritøkuni.
Tá kríggið brast á og Føroyar
blivu hersettar av bretum, vart tú
málsliga so væl fyri, at tú bleiv
brúktur sum tulkur millum bret-
ar og føroyingar. Tú var eisini
við, tá leitað varð eftir einum
hóskiligum stað, at leggja ein
flogvøll.
Hetta var sjálvsagt ein serlig
tíð fyri øll og soleiðis eisini fyri
teg. Pápi tín var bretskur konsul
eitt tíðarskeið tá, og komu nógv
fólk í heim tykkara.
Nógvar upplivingar hevði tú
frá hesi tíðini og so nógv vart tú
avhildin av teimum skotsku her-
monnunum, at tá teir á veg
heimaftur, stóðu umborð á her-
skipinum,
spælandi
uppá
sekkjapípu, steðgaðu teir á og
róptu av skipinum »this is for
you Bobby« og so spældu teir
»Amazing Grace«.
Í 1946 giftist tú við Ninu
Hansen úr Funningsfirði og
búðu tit tey fyrstu árini inni hjá
foreldrum tínum úti í Tinganesi,
har Alan eisini varð føddur.
Seinni keyptu tit hús uppi á
Ternuryggi og mundi hetta vera
ein stór broyting hjá tykkum. Tá
var eingin vegur niðan til húsini,
klæðini blivu vaskaði í ánni og
langt var oman í býin. Har komu
Derek og Edna til verðina.
Í 1955 keyptu til grundstykkið
í Pedda við Steinsgøtu og í 1956
fluttu tit inn í tykkara nýggja
heim, har Robbie sama ár varð
føddur og tvey ár seinni varð Ian
føddur.
Hetta hugnaliga heim bleiv
ramman um tykkara lív saman.
Tú var eisini umboðsmaður
fyri teir bretsku trolararnar og
var hetta ein ógvuliga strævin
tíð. Tað var heilt vanligt, at tú á
náttartíð varð vaktur, tí onkur
hevði brúk fyri tínari hjálp. Tú
endurstovnaði Havnar Svimji-
felag og legði tú eitt stórt arbeiði
í hetta. Tú vart formaður í felag-
num í fleiri ár. Tú var ærislimur
og var líka til nú, við til at handa
heiðursmerkir.
Í 1963 flutti fyritøkan Charles
Mauritsen niðan í bygningin í
Jónas Broncksgøtu, og har kom
eg gjøgnum míni barnaár, at
síggja henda sera blíða mannin,
sum ein daglig mynd í mínum
lívi, uttan at vita, hvussu stóran
týdning, hann seinni kom at
hava fyri meg.
Í 1974 yvirtóku pápi tín, tú og
systrar tínar fyritøkuna og kom
hon at eita P/F Robert P. Brockie
& Co. Sama ár, kom eg fyrstu
ferð inn í tykkara heim.
Tykkara heim og hjúnalag var
fyrimyndarligt. Tað var hugna-
ligt og altíð var nógv fólk inni.
Minnist allar løturnar runt um
borðið í spísistovuni. Har bleiv
lisið, práta, spælt kort og Nina
plagdi at leggja stór puslispøl, ið
fylti alt borðið. Tú sat mangan
og arbeiddi við pappírum, men
tá gav eg mær ikki rættiliga far
um, hvat tað var tú tókst við. So
skjótt sum sólin tittaði framm,
vóru stólar fluttir út í havan,
síggi teg fyri mær, sitandi í ein-
um hjørni við eini bók, tú læs
altíð so nógv.
Næstan á hvørjum ári, legði tú
ætlanir um summarferiu í Skot-
landi. Tær dámdi væl at sleppa
til Skotlands at vitja familjuna,
ikki altíð bar til at sleppa avstað,
men tá tit fóru, reikaðu tú runt
við einari rúgvu av minnisseðl-
um og ferðaætlanum, sjálvur
tvíhelt tú altíð, at tú ikki hevði
»rejsufepur« men vit onnur
vistu betur og Nina við sínum
stilla sinni flenti bara at tær.
Í 1979 spurdi tú meg, um eg
vildi koma í læru á skrivstovuni
hjá tykkum. Sjálvt hevði eg
ongantíð havt ætlanir um at
arbeiða á skrivstovu og í nógv ár
aftaná, argaði tú meg við, at tað
tók tær hálvt ár, at yvirtala meg,
so í 1980, sama ár sum pápi tín
andaðist, byrjaði eg læruna við
tær sum lærumeistara.
Betur lærumeistari enn tú,
finst neyvan. Har var ikki gingið
lætt um nakað, alt bleiv lært frá
grundini av, tað skuldi verða
ordan í øllum, áðrenn tað var
latið úr hondum. Tú setti eina
stóra æru í, at ongin skuldi seta
ein fingur á nakað og tað kundi
heldur ongin nakrantíð gera.
Allar kalkulatiónirnar og allar
bókingar blivu eftirkannaðar,
kassin skuldi stemma og alt
skuldi gjaldast til tíðina. Tú
dugdi ótrúliga væl, at læra okk-
um at hava ábyrgd av tí, ið vit
gjørdu. Góði Bobby, tað er bert
ein lítil mánaði síðani at vit tos-
aðu saman, um júst hesi tingini,
og eg segði tær, hvussu nógv, tú
hevði lært meg.
Árini á skrivstovuni knýttu
okkum sera nógv saman, vit
arbeiddu so tætt saman, at tú
mangan plagdi at taka til, at tað
ikki var neyðugt hjá okkum at
tosa, tað var telepati okkara
millum. Hetta nevndi tú aftur,
fyri bert nøkrum døgum síðani,
eg var til arbeiðis men fekk hug
at vitja teg á sjúkrahúsinum og
tá eg kom inn, lá tú so bleikur og
ússaligur í songini, tú hugdi
uppá meg og við einum lítlum
smíli segði tú »telepatinum
feilar í øllum førum onki«.
Fyri meg bleiv tú næstan tann
faðirin, ið eg misti sum barn, tú
bleiv tann vinurin, ið eg kundi
tosa við um alt. Var eg kedd um
nakað, vistu tú tað, áðrenn eg
hevði talað eitt orð og vit høvdu
nógvar djúpar samrøður um
lívsins viðurskiftir.
Minnist tá eg á skrivstovuni í
1992, skuldi siga tær, at eg gekk
við tí triðja barninum. Eg hevði
eitt sindur ringt við at siga tað, tí
sum alla aðrastaðni í kreppuár-
unum, var arbeiði hjá okkum
eisini minkað og nú skuldi eg
biðja um farloyvi. Tá eg so
hevði sagt tað, tókst tú um meg,
mussaði meg á kjálkan og segði,
at tú so hopaði, at tað var ein lítil
Robert, hvat tað so eisini, til tína
gleði bleiv.
Tú hevði eitt lætt sinni, var
sera skemtiligur, umhugsin og
hevði lætt við at umgangast
fólk. Tað sást eisini aftur í tínum
samskifti við fólkið á Skipafe-
lagnum, tollstovuni, havnaskriv-
stovuni, bankunum, posthúsun-
um og aðrastaðni. Hetta vóru
ikki bert fólk, ið arbeiddu har,
nei tú kendi nøvnini á øllum,
tosaði sum um tað vóru tíni vin-
fólk.
Tú upplivdi rættiliga nógv í
tínum lívið, og tú visti ótrúliga
nógv. Eg plagdi ofta at siga við
teg, at tú skuldi skriva endur-
minningar, tá plagdi tú flenn-
andi at svara, at tað kundi tú fara
at gera, tá tú bleiv gamal.
Í 1994 andaðist Nina og var
hetta ein dyggur smeitur fyri
teg. Tú hevði ilt við at fóta tær
aftur, bleiv sjálvur sjúkur og við
árslok 1995, avgjørdu tit at
halda uppat við heilsøluni.
Til alla lukku, knýtti tú seinni
vinarbond við Frynhild og fingu
tit nøkur góð ár saman. Tit vóru
fleiri uttanlandstúrar, sum tú var
sera glaður fyri.
Seinasta summar gjørdist tú
sjúkur og komst tú ongantíð
heilt fyri teg aftur, til tú nú
gjørdist rættiliga sjúkur og
andaðist.
Ongantíð fyrr, havi eg verið í
kirkjugarðinum í só góðum
veðri, sum til tína jarðarferð.
Sólin sum tú elskaði so nógv,
bakaði niður yvir okkum og tú
kendist so nær.
Mín samkensla fer til tykkum
Alan, Derek, Edna, Robbie og
Ian, svigar-, abba- og langabba-
børn, nú tit hava mist tykkara
kæra pápa, verpápa, abba og
langabba. Hann var sera góður
við tykkum øll og tit hava øll,
nógv góð minnir um hann.
Til tín góða Frynhild og børn
tíni, ið hava verið sera nógv um
Bobby tey seinastu árini. Takk
fyri at tit vóru so góð við hann.
Eisini tykkum var hann sera
góður við og verður henda tíðin
tung hjá tær Frynhild, men
minnini hevur tú, at líta aftur á.
Eisini til Celiu og Moiru v/
familju við djúpastu samkenslu
nú tit hava mist tykkara kæra
bróðir.Góði Bobby, takk fyri alt
tú hevur lært meg og alt tú hevur
verið fyri meg.
Við hesum orðum lýsi eg fyri
yvir minnið um Bobby
Elin
Minningarorð um mín kæra verfaðir og lærumeistara
Robert Brockie
f. 12 sept. 1926 – d. 13. apríl 2003
C
M
Y
K
11
10