Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 78 - 25. apríl 2003 Nr. 78 - 25. apríl 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Hevði lagt Estoniu Fyrrverandi svenski sjóferðslueftirlitsmaðurin Bengt Erik Stenmark sigur nú, at hevði hann fingið boð um brekini við ferjuni Estoniu, hevði hann givið reiðarín- um boð um at leggja skipið. Vanlukkukvøldið royndu svenskir eftirlitsmenn at fáa fatur á Bengt Erik Stenmark, sum var á ráðstevnu í Íslandi, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa samband við hann. Svensku eftirlitsmenninir, sum vóru í Tallin í Estlandi, høvdu funnið fimm brek umborð á Estoniu, sum lá við bryggju har, men teir høvdu ikki myndugleika at leggja skipið. Nakrar tímar seinni sakk Estonia. Bengt Erik Stenmark sigur, at høvdu eftirlitsmenninir í Tallin fingið fatur á sær og greitt frá brekunum við ferjuni, hevði hann sýtt henni at fara frá bryggju hetta kvøldið. Frágreiðingin, sum teir svensku eftirlitsmenninir skriv- aðu eftir at hava kannað Estoniu í havnini í Tallin, vísti á 17 brek við ferjuni. Fimm teirra vóru so álvarssom, at ferjan átti ikki at fingið loyvi at fara frá bryggju. USA hevur lykilin Skulu viðurskiftini millum USA og Norðurkorea fáast aftur í rættlag, eru tað amerikanararnir, sum skulu slaka. Tað sigur norðurkoreanska stjórnin, sum vil vera við, at tað er USA, sum hevur lykilin til at loysa kreppuna. - USA eigur at vísa politiskan vilja til at broyta tann fíggindaliga sinnaða politikkin ímóti Norðurkorea, tí einans á tann hátt ber til at loysa ósemjuna, so altjóða samfelagið aftur kann kenna seg trygt, stóð í einari kunngerð frá norðurkoreansku stjórnini í gjár. Týsdagin settust amerikanskir og norðurkoreanskir embætismenn við samráðingarborðið í Beijing í einari roynd at loysa ósemjuna um ta norðurkoreansku kjarn- orkuverkætlanina. Ruusar hava ávarað um, at viður- skiftini á Koreanesinum eru sera spent, og at okkurt munagott má koma burtur úr samráðingunum, skal sleppast undan einari vanlukku. Rakar franskar vørur Amerikansku hóttanirnar um at revsa Frakland fyri mótstøðu tess ímóti krígnum í Irak eru nú farnar at gera vart við seg, og altsamt fleiri franskar fyritøkur kæra seg um, at tær kenna avleiðingarnar. Eisini franskar fyritøkur í USA kenna sviðan av fronsku krígsmótstøðuni. Ein fyritøka í New York, sum innflytir franskt vín, sigur, at sølan í mars var eina hálva millión dollarar minn enn vanligt, og ein onnur fyritøka, sum innflytir innbúgv úr Fraklandi til USA, kærir seg um, at sølan er minkað 30 prosent. Vínfyritøkan í New York hevur skrivað Jacques Chirac, forseta bræv, har hon biður forsetan gera sítt til at bøta um viðurskiftini við USA. Nógv bendir eisini á, at franska stjórnin roynir at tekkjast amerikanarunum. Í hvussu er hevur Frakland rættiliga óvæntað tikið undir við amerikanska uppskotinum um at seta ST-til- tøkini ímóti Irak úr gildi. Norðmenn størst lønarhækking Ein stovnur, sum hevur eftirlit við lønarvøkstrinum í Evropa, sigur í einari nýggjari frágreiðing, at norsku løntakararnir vóru teir, sum høvdu teir størsta reallønarvøksturin í fjør. Frágreiðingin sigur, at reallønarvøksturin var 4,7 prosent í Noregi í fjør, og tað var nógv meiri enn í eitt nú ES-londunum. Til sammetingar nevnir stovnurin, at real- lønarvøksturin í Svøríki var 1,0 prosent í fjør, í Finnlandi var hann 0,3 prosent, og í Danmark var als eingin realløn- arvøkstur, stendur í frágreiðingini. Næststørsti vøksturin í Evropa var í Luxenbourg, har hann var 2,2 prosent. Sambært sáttmálunum fingu norðmenn 5,5 prosent lønarhækking í fjør, meðan meðal lønarhækkingin í Evropa var 3,5 prosent. Ein orsøk til tann lutfalsliga stóra vøksturin í norsku reallønini var, at meirvirðisgjaldið á matvørum lækkaði í Noregi í fjør, samstundis sum prísvøksturin var ógvuliga lítil. Tollararnir í fleiri amerikanskum flog- havnum hava lagt hald á pengar, máln- ingar og annað, sum hermenn og tíðinda- fólk hava rænt í Irak. IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen: Tað størsta kvettið gjørdu tollararnir í Dulles-flog- havnini í Washington, tá teir komu fram á heilar tólv málningar umframt fleiri aðrar virðismiklar lutir, sum stavaðu úr Irak, og sum ein av teknikarunum hjá sjón- varpsstøðini Fox hevði tikið heimaftur við sær. Amerikansku tollararnir siga, at málningarnir hingu í einari av borgunum hjá Sad- dam Hussein, og teknikarin er nú skuldsettur fyri smugling og fyri at hava logið fyri myndugleikunum. Harafturat er vandi fyri, at hann missir arbeiðið. Samstundis hava amerik- ansku hernaðarmyndug- leikarnir illgruna um, at fýra amerikanskir hermenn hava stolið fleiri hundrað- túsund dollarar í Bagdad. Sambært sjónvarpinum CNN funnu hermenninir pengarnar undir einari hús- arannsókn heima á nøkrum av medarbeiðarunum hjá Saddam Hussein. Eisini er ein amerikansk- ur hermaður lagdur undir at hava smuglað fleiri gyltar Kalashnikov-byrsur úr Irak. Byrsurnar vórðu funnar í Heathrow-floghavnini í London, og á pappírunum stóð, at tær skuldu til eina herstøð í amerikanska stat- inum Georgia. Amerik- ansku myndugleikarnir halda, at ein av teirra her- monnum hevur verið uppi í málinum, og tað verður nú kannað. Samstundis hava hernað- armyndugleikarnir boðað frá, at teir umhugsa at biðja ta serligu hernaðarløgregl- una kanna viðførið hjá øllum teimum amerikansku hermonnunum, sum koma aftur úr Irak. Tað eru ikki bert her- menn, sum royna at leggja inn undir seg aftan á krígg- ið í Irak. Umframt teknik- aran hjá Fox hava amerik- ansku tollararnir skuldsett fimm tíðindafólk fyri at hava roynt at smuglað virðislutir úr Irak til USA. Millum annað hevði ein tíðindamaður hjá blaðnum Boston Herald ein irakskan málning í viðførinum, tá hann kom heimaftur. Amerikansku myndug- leikarnir leggja dent á, at eingin av teimum stolnu lutunum stavar frá tí stóra fornminnissavninum í Bag- dad, sum varð illa herjað av ránsmonnum. Hermenn og tíðindafólk ræna í Irak SARS-virusið er vandameiri enn eyð- kvæmi og onnur vir- ussløg, tí tað breiðir seg lættliga og sera skjótt. SARS Árni Joensen - Kanska var Saddam Hus- sein vandamikil fyri Vestur- heimin, men vit kunnu í øllum førum staðfesta, at SARS-virusið er ein mun- andi størri hóttan, enn irakski leiðarin nakrantíð hevur verið. Tað sigur enski virusser- frøðingurin Patrick Dixon. Hann vísir á, at SARS breið- ir seg sera skjótt. Eru 1.000 fólk smittað í einum býoi, kunnu vit rokna við, at talið er tvífaldað eftir fjúrtan døgum, sigur hann. Var talan um eyðkvæmi, hevði tað tikið tvey ár, áðrenn talið á smittaðum varð tvífaldað, sigur Patrick Dixon. Hann starvast á London School of Economics, men er útbúgvin lækni og hevur í fleiri ár kannað smittu- sjúkur og teirra ávirkan. Hann heldur, at politikarar- nir eiga nú at síggja vandan við teirri nýggju sjúkuni. - Hetta er ikki longur bara eitt mál hjá heilsu- myndugleikunum í teimum einstøku londunum. Leið- ararnir í Vesturheiminum eiga at seta seg saman fyri at finna eina felags manna- gongd fyri, hvussu sjúkan skal basast, sigur Patrick Dixon. Sjálvur heldur hann, vandin fyri, at SARS kann gerast ein heimsumfatandi umfarssjúka er stórur. - SARS breiðir seg frá einum persóni til annan, og eingin hevur nakran heilivág til at forða hesum. Ein kann verða smittaður uttan at hava havt nakað samband við smittuberan, tí smittan er virkin í 24 tímar. Tað ber als ikki til at samanbera SARS við eyðkvæmi. Vandin fyri at fáa eyðkvæmissmituna er so lítil, at tú kanst fáa blóð frá einum HIV-smittaðum heilar 200 ferðir uttan at fáa smittuna. Tá vit tosa um SARS, er myndin ein heilt onnur. Tær nýtist bert at seta teg í ein stól, sum ein SARS- smittaður sat í dagin fyri. Tað er nóg mikið, sigur Patrick Dixon. SARS er vandameiri enn eyðkvæmi og Saddam Hussein SARS-virusið er ein størri hóttan ímóti Vesturheiminum, enn Saddam Hussein nakrantíð var, sigur ein enskur virusserfrøðingur UTTAN ÚR HEIMI Bæði ES-nevndin og ES-tingið halda, at tey smáu limalondini í samveldinum fara at missa ávirkan, verður uppskotið um ein ES- forseta samtykt. ES-BYGNAÐUR Árni Joensen Tað er fyrrverandi franski forsetin, Valery Giscard d'Estaing, sum er komin við uppskotinum um eina felags forseta, ið skal koma ístaðin fyri verandi skipan við formansskapi, sum limalondini skiftast um hvørt hálvár. Giscard d'Estaing er formaður í einari nevnd, sum fyrireikar ta fyrstu grundlógina hjá samveldinum. Eftir ætlan- ini skal uppskotið leggjast fyri limalondini í juni. ES-nevndin heldur lítið um uppskotið. Hon heldur, at skipanin við einum forseta afturat nevndini fer at elva til eina uppaftur størri umsiting, samstundis sum valdið hjá nevndini verður skert. Heldur ikki ES-tingið er serliga fegið um forsetaupp- skotið. Har halda tey, at skipanin við einum forseta fer at skerja valdið hjá ES- nevndini og tinginum, sam- stundis sum tey smáu lond- ini fara at fáa minni ávirkan. Á toppfundinum í Athen í síðstu viku vístu 18 av teimum 25 londunum for- setauppskotinum aftur. Ser- liga tey smáu londini stúra fyri, at teirra ávirkan verður skerd munandi, um skipan- in við skiftandi formans- skapi verður tikin av. Valery Giscard d'Estaing sigur, at tað letur seg ikki gera at varðveita skipanina við skiftandi formansskapi, tá limalondini verða 25 í tali frá 1. mai næsta ár, og hann fær stuðul frá teimum størstu limalondunum, Týsklandi, Bretlandi, Frak- landi, Italia og Spania. Giscard d'Estaing vísir á, at meirilutin av fólkinum í ES búgva í hesum fimm lond- unum, og tí heldur hann, at teirra áskoðan eigur at vera avgerandi. Eftir uppskotinum skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir velja forsetan, sum skal sita í hálvttriðja ár. Hann skal leiða og fyrireika allar toppfundir, samstundis sum hann skal vera almenna andlitið hjá ES mótvegis umheiminum. Nakað útinn- andi vald fær hann tó ikki. Smáu londini missa ávirkan í ES Mannarættindi hava vánalig kor Í gjár endaði tann 59. ST-ársfundurin um heimsins mannarætt- indi. Tey, sum halda eitt vakið eyga við mannarættindunum, halda, at tað gongur ikki tann rætta vegin, heldur tvørturímóti. Og ársfundinum kom lítið burturúr. MANNARÆTTINDI Árni Joensen Meðan amerikansk og bretsk flogfør bumbaðu Irak, sótu umboð fyri 53 lond í einum fundarhøli í Geneve og umrøddu altjóða mannarættindi. Bumburnar fingu kortini ikki fundar- fólkið at seta viðurskiftini hjá irakska sivilfólkinum á dagsskránna. Tað er tí ikki Irak, sum stendur eftir sum tað, ið hendi á fundinum hesaferð. Heldur er tað ein jánkaslig samtykt um mannarættind- ini á Kuba. Costa Rica legði fram eitt uppskot, har sagt varð, at altjóða samfel- agið stúrdi fyri gongdini á Kuba, og at teir politisku fangarnir har eiga at verða latnir leysir alt fyri eitt. USA tók undir við uppskot- inum, men meirilutin av teimum 53 londunum feldi tað. Ístaðin samtykti fundurin eitt annað uppskot, sum Peru, Nicaragua og Urug- uay løgdu fram saman við Costa Rica. Í tí stóð, at kubansku myndugleikarnir eiga at loyva umboðum fyri altjóða mannarættinda- nevndina at vitja landið. Men hesum kemur einki burturúr, tí kubanski leiðar- in, Fidel Castro, hevur longu svarað, at umboðs- menninir sleppa ikki hagar. Hann sigur samtyktina vera uppílegging í innanhýsis kubansk viðurskifti. Castro nýtti høvi Orsøkin til at Kuba gjørdist miðdepilin í orðaskiftinum í Geneve var, at kubanska dómsvaldið hevur júst dømt fleiri politisk and- støðufólk drúgvar fongsuls- revsingar. 71 andstøðufólk fingu millum seks og 25 ára fongsul, meðan tríggir menn vórðu dømdir til deyða og avrættaðir beinan- vegin. Altjóða mannarætt- indafelagsskapir siga, at kanningarnar hjá ákæru- valdinum tóktust ógvuliga grunnar, prógvini ivasom, og verjan í rættarhølinum var so sum so. Tey atfinningarsomu halda, at kubansku mynd- ugleikarnir nýttu til høvi at sleppa sær av við nakrar av sínum argastu mótstøðu- monnum, nú heimsins eygu vóru vend ímóti krígnum í Irak. Onnur halda, at Fidel Castro stúrir fyri einari meiri harðrendari amerik- anskari kós mótvegis Kuba, tí Washington hevur ikki dult fyri, at navnið á Castro stendur á sama lista, sum Saddam Hussein stóð á. Tí valdi Castro heldur at gera bart, áðrenn tað eydnaðist amerikanarunum at skipa eina veruliga andstøðu á oynni. Sæð við stuttskygdum eygum er tann demokrat- iska andstøðan á Kuba tap- arin í fyrsta umfari, men tað kann væl henda, at mannarættindanevndin hjá ST verður tann stóri tapar- in, tá saman um kemur. Tað halda í hvussu teir báðir stóru mannarættindafelags- skapirnir, Amnesty Inter- national og Human Rights Watch, sum nú rópa varskó. Kravdu USA uppí Harafturat hava fleiri al- tjóða viðurkendir fjølmiðl- ar víst á, at fleiri av teimum londunum, sum eru sett at verja mannarættindini, eru millum tey fremstu, tá tað ræður um at bróta hesi somu rættindi. Tað eigur í hvussu er at elva til álvars- sama umhugsan, at Libya, sum ikki júst er kent sum nakað undangonguland innan mannarættindi, situr í formansstólinum í altjóða mannarættindanevndini í hesum døgum. Nú krevja teir stóru mannarættindafelagsskapir nir, at londini, sum hava sæti í nevndini, eiga at sópa fyri egnum durum og halda samtyktirnar um manna- rættindini. Alt annað er ein háðan ímóti heimsfelags- skapinum ST og hansara grundreglum og tekur alla virðing undan felagsskap- inum, siga teir. Kríggið í Irak gjørdi, at politikkur kom uppí, tá fundurin í Geneve skuldi taka støðu til mannarætt- indini á Kuba. Argentinski forsetin, Eduardo Duhalde, helt tað vera dupultmor- alskt at fordøma Kuba og ikki USA. Tað sama søgdu aðrir latínamerikanskir leiðarar, sum vanliga verða roknaðir sum Kuba-vinir, teirra millum Lula í Brasil og Chavez í Venezuela. Teir vildu heldur ikki fordøma Kuba og lata USA sleppa undan. Úrslitið varð, at eingin varð fordømdur. C M Y K 13 12