Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 152 — 14. august 1992 Felagið fyri Føroysk Ténaskøld skipar fyri: Tonleikawork-Shop á bulgarskum Guitaristar úr býnum Blagoevgrad — Anton Apostolov og Valeri Dimchev — spæla og greiða frá jazz/fólkatónleiki úr Bulgaria Anton Apostolov, spanskan guitar og Valeri Dimchev, el-guitar, spæla á hotelli í Bulgaria Tveir av kanska frægastu guitarleikarunum í Bulga- ria fara í seinna helmingi av augustmánaða at vitja i Føroyum, her teir fara at hava framferslur við egn- um ténleiki burturav. I samband við hesa vitjan- ina fer Felagið fyri Føroy- sk Tónaskeld at skipa fyri eini work-shop nú tys- kveldið og mikukveldið, har bulgararnir — Anton Apostolov og Valeri Dim- chev — fara at greiða frá teirra egna tónleiki. Felagið fyri Føroysk Tónaskeld hevur seinastu árini skipað fyri sokal- ladum »work-shop'um« 3- 4 ferðir um árið — ofta í samband við vitjanir frá fremmandum — ténleikar- um. Ténleikarar ur nær at kalla øllum heimsins herð- ashornum hava higartil havt høvi at givið føroy- ingum tónlistarligan íblástur á henda hátt. T.d. tónleikarar úr Sveríki, Finnlandi, Senegal, Spa- nia, Sovjetsamveldinum, Argentina og USA. Tónleikurin hjá Aposto- lov og Dimchev er fyri tað mesta bygdur uppá bul- garskan fólkatónleik — traditionelt ella sjálv- gjørt. Tónleikurin er ofta rættiliga torferur, tí takt- irnar eru allar >brotnar< og ferðin er stór. Hesir báðir guitarleikar- arnir eru við í bólkinum »Valeri Dimchev Quartet«, sum fyrr i år gav eina plåtu ut i Bulga- ria. Tónleikurin er vælum- tóktur millum tónleikarar í Bulgaria, og hann verður sagdur at vera heilt origi- nalur. Tónleikurin hjá Dimchev verður nevndur »free-jazz« og hetta er jazzur bygdur å bulgarska sniðið, t.v.s. sjálvkompo- neraðan fólkatónleik. Anton Apostelov, sum er 22 ára gamal, ger fla- menco-tónleik og annan tónleik, ið er ætlaður tí spanska guitarinum. An- ton fekk bæði í 1986 og '87 1. pris í nationalu kap- pingini fyri klassiskan guitar. Vitjanin hjá bulgarun- um, sum er peningaliga stuðlað av danska Demo- kratifondinum, verður nærri lyst í blødunum í næstu viku. Work-shoppin týskveld- ið og mikukveldið er fyri oll áhugaði og verður hild- in í studentaskúlanum í Hoydelum og byrjar bæði kveldini kl. 19.30. Boðast kann frá lutteku hjá Kris- tiani Blak, tlf. 14815. AEREEEREEERNEREEREERRERRREERREREERERAEEREREREN Gevið bornunum HJÁLM! SK | 3 a NL. 4 Born duga ikki so væl at taka hendurnar fyri seg, detta tey á súklu. VERJIÐ HOVDIÐ! rumbul í Rumbli Eitt sindur Ofridarligt gjørdist í Klaksvík mikukvøldid so skjótt Smyril kom norður við teimum vónsviknu KI- fótbóltsleikarunum og áskoðarunum. Tað vóru kortini ikki fótbóltsleikarar- nir, sum gjørdu um seg, men onkran av áskoðarunum mátti politid taka sær av. Politiið sigur, at teir hetta kveldið høvdu tosað við fýra fullar menn á gøluni. Stutta tíð eftir fáa teir eina ruskspann tveitta mót poliubilinum, og áðr- enn tað eydnaðist politinum at fáa fatur á menninar, høvdu hesir sparka stóru hurðina í Rumbli inn. Tað var serliga ein av teimum fýra monnun- um, sum gjørdi rætti- liga um seg, sigur poliuid og teir leggja aftrat, at hetta er gamal kenningur gjøgnum SCinastu tiggju fimtan årini. tór.- 14. kemur aftur mikudagin Í næstu viku verður føroyski blaðmark naðurin aftur full- mannaður. Tá kemur 14. September út aftur, eftir at hava hildið summarfrí síðani beint fyri ólav- søku. Finnbogi Ísakson, blaðstjóri sigur, at síðani blaðið á hesum sinni er komið út síð- ani november mánað seinasta ár, hevur gingist so toluliga. Í løtuni er hálvtannað starv á blaðnum um- framt blaðstjórin, og við verandi manning ber ikki til at økja um innihald eila útgávu- nøgd, sigur Finnbogi. -Vit kundu sjálvandi altíð hugsa okkum at gjørt eitt enn betri blad, men til tess krevjast fleiri pengar, og hesir eru ikki ul,- sum er, sigur blaðstjórin. tór.- Brandur Hví tað ur-norrena orðið »brandur« skuldi trokast burtur úr føroyskum er ein av okkara mongu mál- gátum. Hon er samstundis eitt lærurikt dømi um, hvussu skaðilig og óumhugsað tann hevuðleysa málreinsingin er. Soleiðis at skilja, at tann reinsi- glaði fer í holt við sítt oyðingarverk uttan at hugsa um, hvar hann endar. »Sjåldan gongur roykur av ongum brandi«, plagdu tey gomlu at siga, tá tey hoyrdu eina ótrú- liga segu, sum kortini mundi vera sonn. Nú hoyr- ist, at okkara málreinsisekt er heilt niðurundir- komin av einum málvirus, sum kallast >danofobi- us<. Tað byrjaði við, at brandliðið skuldi skifta navn til »sløkkilid«, og fingu vit so slekkiliðsbilar og slekkiliðsvenjingar og sløkkiliåsmannafeløg, men av onkrari ó-fatiligari reinsiorsek eitur brandsteðin i Havn enn BRANDSTØD. Men onkustaðni er tann hugagóði reinsarin steðgaður. Ella tað er kanska sum í yrkingini hjá Goethe um gandalærlingin: hann verður forfard- ur, tá hann sær, hvat hann hevur sett í gongd: Skal brandstigi eita »sløkkistigi«? Skal brand- slanga eita »sløkkislanga«? Skal brandludur eita »sSløkkilidur«? Skal brandskaði eita »sløkkiskadi«? Skal brandskåp eita »sløkkiskåp«? Skal brandskott eita »sløkkiskott«? Skal brand- múrur eita >slekkimúrur<? Og hvat við brand- bumbuni, brandhurðini, brandsárinum ella brand- sproytuni? Skal brandskaðin eita slekkiskaði, so fara fólk at hugsa um vatnskaða. Og skal brand- vakin eita slekkivakt, so má talan vera um ein persón, sum vil forða slekking. Skaðin er tíverri ikki bara málsligur. Kemur eldur í umborð á einum ferðaskipi, og stýrimenni- nir fara a tala í tungum um »sløkkismog« í staðin fyri brandventilar, so sleppur eingin frá tí við lívi- num. ð = NYREDONOR 90 ár Ringið! - og vit skriva fyllir Hanna Djurhuus. ættad ur Porkeri 90 år. (11820 Adr.: Teftekærsvej 91, 2860 Seborg. TESTAMENTER Leygardagin 15. august ný