Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 139 — 24. juli 1992 kemur skjótt Dánjal av Rana, bý- ráðsformaður á Tvør- oyri, væntar, starvs- fólkini hjá kommun- uni fáa sína løn fyrsta dagin. Hetta er lónin, tå áttu at fingið seinasta mánaðarskifti. Kommunan skuldi kunnað flutt teimum lønina, nú hon hevur selt ognir og fingið pengar til vega fyri tilsamans eina millión krónur, heldur hann. Men hvat, um nakrar dagar fellur næsta lgin til gjaldingar. Dánjal av Rana væntar, at nú fer at verða frægari við skattainntgkuni = hjá kommununi, tí arbeiði er nógv á flakavirkin- um. randi Fingu byggi- loyvi Tað eydnaðist umsíðir Tveroyrar býráð at av- greiða byggiloyvið til Føroya Banka og post- húsið á midstadarøki- num. Hetta málið hev- ur verið fyri á tveimum fundum, áðrenn tað varð samtykt á eykabý- ráðsfundi mikukvøld- ið. Áður var ein meira storbær byggiætlan, men hon varð broytt fyri at gera byggingina bíligari, og allir bý- ráðslimirnir hava ikki verið líka fegnir um hesa nýggju ætlanina, men teir góðtóku hana nú kortini. Sparikassin skal eis- ini byggja á miðstað- argkinum, og somu- leiðis er øki gjørt byggibúgvið ul heilsu- midstød, men vist er, nær hon verdur bygd. randi Gjåramorgunin var Janus å Húsagarði í Nordurlanda- húsinum. Ørindi hansara vóru at fara efur seks málningum, tveimum tekningum og ein- um træskurði, hann hevði sent inn til ólavsgkufram- sýningina. Hann varð biðin um at koma eftir sínum verki, tí alt varð vigað av ætt til at sleppa við á framsýni- ngina. Janus, sum er 16 ára gam- al, var nokkso harmur um, at eingin av hansara mynd- um kundi sleppa við. Ikki allar men bara onkur. Janus hevur altíð teknað, men seinasta hálva annað árið hevur hann roynt at mála eisini. Seinast hann var í starvspraktikk í skúla- num, var hann hjá Eivindi Mohr, sum eggjaði honum til at halda fram. Annars hevur Janus sjálvur lært seg at mála. Janus hevur ikki mist mótið, sjálvt um hann nú var vrakaður. Hann hevur eisini hug at gera leirar- beiði. Myndimar, hann ikki fekk vid å framsyningina, tók hann í fyrst umfari heim til sín sjálvs. Men tað man fara at verða onkur onnur framsýning í næstan, har hann kann sleppa við, heldur hann. randi Lenin | Alt varð vrakað Síða 3 Tað eydnaðist Eykab Ýráðsfundurin Tvøroyri mikukvóldið var viðtókufórur, og samtykt varð at selja ognir hjá kommununi fyri eina millión Tvøroyrar kommuna fær nú næstan eina millión aftrat til raksturin. Hesar pengar hevði býráðið roknað við at havt, men trupult hevur gingið at fingið pengarnar til vega. Í seinastu viku var fyri á býráðsfundi, at kommunan skuldi selja gamla skúlan í Trongisvági og eina mørk av jørd utangarðs í Húsa- haganum. Men uppmøting- in á fundinum var vánalig, og ein býráðslimur rýmdi av fundinum, so sølurnar kundu ikki avgreiðast. Mikukvøldid var eykabý - ráðsfundur, og tå eydnaðist at fáa sølurnar samtyktar. Býráðslimirnir eru sjey í tali, og seks vóru á fundi- num. Tveir atkvøddu ikki, ein var iméu, men triggjar fyri var nóg mikið. Skúlin í Trongisvági er nú seldur Suðuroyar Norðara Dansifelag fyri 200 túsund krónur. Mørkina í Húsahag- anum hevur Eyðfinn Ja- cobsen, sakførari, keypt vegna ein klient fyri 455 túsund krónur. Eisini varð samtykt at flyta ymsar studnungar fyri tilsamans 300 túsund krón- ur til fígging av øðrum ar- beiðum. Hetta gevur kommununm: ulsaman næsta eina million. Pengarnir eru taldir við í figgjarætlanini. - Kommunan kann gott vera hesar ognirnar fyri- uttan, og við at selja slapst undan at hækka skattapro- senud meira, sigur Dånjal av Rana, byrådsformadur å Tvøroyri. randi Hjarnar i bygdar- húsinum á Strondum Limimir í leiðandi rock-bólkinum øll 70-ini og partar av 80-unum, Hjarnar, hava seinastu månadar- nar kýtt seg við at nýta alla fritid sina og orku í venj- ingarhølunum fyri aftur at koma upp á eitt stødi, har teir hoyra heima — og hava klárað — á hægstu tindar á føroyskarockpallinum. Hetta fáa åhoyrarnir at sanna leygarkvøldid 25. juli í bygdarhúsinum á Strondum. Umframt at spæla síni egnu løg, sum jú øll eru sera kend, t.d. "Breaking my heart", "So Exited" og "Blátt, reytt og hvítt" (fótbóltssangurin), verða eisini nógv onnur løg spæld, m.a. "Walking" hjá Gary Moore saman við fleiri øðrum heilt nýggjum og spennandi løgum. Neyvan er tørvur á at siga fólki, hvørjir teir eru og hvat teir spæla, men vit gera tað kortini — skuldi onkur ivast. Karl Martin Samuelsen, sang. Olavur Øster, guitar. Eyðun Nolsøe, bass. Jógvan Olsen, ljómborð og Hans Black, uummur. Hetta er helst seinasta kveld, dansur er í bygdar- húsinum á Strondum áðrenn vikuskiftið 14.-15. aug. Í løtuni verður arbeitt við at fáa onkran av teimum "stóru" bólkunum hendavegin tað vikuskiftid. "Matur til barnið — tað fyrsta árið" Soleiðis er heitið á bóklingi, heilsusystrarnar í Før- oyum hava gjørt. Hann er eitt súg á vegnum at fáa føroyskt upp- lýsingar-tilfar í vegleiðandi arbeiðnum hjá heilsu- systrunum. Fyrsta árið hendir nógv við menningini hjá barn- inum. Sodningarlagið, ið bert tolir móðurmjólk ta fyrstu tíðina, fer so vid og vid at tola meira fjøl- broyttan kost. Barnið sjálvt mennist, frá í byrjanini bert at duga at súgva, til at eta við skeið, drekka av koppi og sjálvt at koyra breyðmolar í munnin. Í hesm bóklingi verður stig fyri stig sagt frá hesi menning, og nær barnið tolir at fáa ymisk fødsluevni. Eisini verða tey evni í matinum nevnd, ið oftasteru atvoldin til ovurvidkvæmi, og sum man av teirri or- søk eigur at vera varin við at lata børnini fáa. Nakrar uppskriftir eru eisini við í bóklinginum og uppskot til fjølbroyttan viðskera. Familjur fáa bóklingin frá heilsusystrini, hann er ætlaður sum ein dagligur kostvegleiðari, og eitt ískoyti til ta munnligu vegleiðing, ið verður givin. Felagið Barnabati hevur víst ta vælvild at fíggja útgávuna av bóklinginum, og við hesi hjálp er tað møguligt at útvega familunum hann ókeypis. Svenning Tausen hevur hjálpt til við málsligum spurningum og E. O. Prent hevur staðið fyri prent- ingini.