Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Tekningar úr føroysku náttúruni st Lasse Sørensen hevur givið út bók har hann vid orðum og egnum tekningum lýsir føroysku náttúruna. Hetta er 15. bókin hjá høvundanum síðani hann í 1969 sendi út sína fyrstu. Bókin er slakar 100 blaðsíður, og kostar 125 krónur. Tekningar eru á hvørjari síðu í bókini Frá ÍSB: — Rimmar OL-Bingo Olympiadan fyri brekað verður í Barcelona í Spania frá 3.—14. sept. og har fer IS at senda 3 luttakarar, og eru tey Durit Svenson úr Havn, Tóra við Keldu úr Klaksvík, sum báðar fara at svimja fyri Føroyar, meðan Heini Festirstein av Eiði fer at umboða okk um í borðtennis øll brek umbodad, burtursæð frá teimum menning artamaðu, sum í staðin fáa høvi ul at kappast í spanska hóvuðsstaðnum Madrid, og verður taðeisini í sept. mdr. Har fara 7 føroyingar at luttaka. Ítróttar- greinimar, sum tey 7 fara at luttaka í, verða frælsur ítróttur, svimjing og fótbóltur. Fyri at stuðla hesi ferð hjá teimum brekaðum til OL í Spania, skipar Stuðlafelagið hjá ÍSB fyri einum serligum OL-bingo sunnudagin 26. juli kl. 16.00 í Pálsstovu, og vóna tey at fáa góða undirtøku til hetta OL-bingo, sum fer at hava serdeilis n óg var og góðar vinningar á skránni, tó uttan at vit her og nú fara at avdúka hvørjir hesir spennandi vinningarnir fara at verða — tað eiga tygum til góðar at uppliva í Pálsstovu nú sunnudagin kl. 16. Men spennandi verður... Í sambandi við aðalfundin í vár hjá Stuðlafelag- num hjá ISB varð kekkur uppá 70.000 kr. handaður umboðum fyri ISB. Og vist er, at hesin peningur, sum inn er komin til felagsarbeiði teimum brekaðu í okkara landi til frama á henda hátt, hann er komin sera væl vid, og hava øll, sum stuðlað hava igjøgnum øll hesi mongu ár, hjartaliga tøkk uppiborna. Nevndin i Studlafelagnum, vid Yvonnu Petersen forkvinnu á odda, hevur ótroyttiliga hvørt eitt einasta tyskvøld summar sum vetur skipað fyri bingo til frama fyri IS, og hevur hon saman við hinum nevnd- arlimunum gjørteitt stórt og ósjálvsgkið arbeiði, sum tær eiga stóra tøkk uppiborna fyri. OL-bingo verður so síðsta stóra høvi til at stuðla ferini hjá teimum brekaðu til Spania í sept. Vónandi verður undirtøkan góð — vit síggjast í Pálsstovu sunnudagin kl. 16. A Olympiaduni í Barcelona verða jeg ere tidindabladid Nr. 139 — 24. juli 1992 Ger hein og armar til fólk Robert Fuglø úr Havn Svóríki Av og á hoyrist ukkgerð í útvarpinum um, at banda- gistur er at hitta á Lands- sjúkrahúsinum. Íkki nógv fleiri enn tey, sum hava ørindi hjá banda- gisunum, geva sær far um hetta. Og nógv eru tey, sum als ikki vita, hvat ein banda- gistur er. - Lukkutíð, at øll hava ikki fyri neyðini at vita, hvat ein bandagistur er, heldur Robert Fuglø, sum í løtuni erstaddur í Íslandi, har hann arbeiðir á bandagistverk- staðnum hjá Øssuri. Robert lærir ul bandagist í Svøriki og verður liðugur um eitt ár. Hann er 24 ára gamal og er úr Havn. Arbeiðið hjá bandagist- inum er at útvega fólk protesur fyri likamslutir, teimum vantar. Tað kann vera t.d. ein armur ella eitt bein, ella bein- og arm- skinnarar, oftast ul lamin fólk. So at siga alt verður gjørt efur mát. Bandagisturin hevur til uppgávu at fáa tað at passa. Á stórri verkstød- um eru fleiri bandagistar, sum hava serstøk arbeiðs- øki, og summi verkstød hava handverkarar, sum gera sjålvi tólini Robert Fugla sigur, at hann fann uppá at læra til bandagist, tí hann visti um utbugvingina gjøgnum mammuna, sum er fysio- terapeutur. Bandagistarnir eru ikki nógvir i norður- londum. Í Danmark eru umleið 75 útlærdir, 5-6 um árið. Tað ber ikki til at læra í Danmark, men í Svgríki. Útbúgvingin tekur try år, ein partur praktikk á verk- stóðum. Robert var í fjør í fýra mánaðir í praktikk í Íslandi, har hann nú hevur summarfritidarstarv, og i heyst fer hann ul Hollands i prakukk. Næsta summar verðru hann liðugt útbúgv- in. Robert er sera fegin um útbúgvingina, og áhugavert er at koma á tey ymisku verkstødini, ið eru so ymisk. Víða gitin Verkstaðurin, hann nú í summar arbeiðir á, er mill- um teir fremstu verkstað- irnar og hevur roynt nýggjar leiðir við at gera protesur. Tað torførast er at festa protesuna ul likamid. Tað skal vera einfalt og skjótt at seta beinið ella armin á, tað mugu ikki vera ov nógvar reimar at stríðast við. Júst á hesum gki er Øssur Krist- innson, sum Robert nú a- rbeiðir hjá, komin langt. Hann hevur funnið uppá at gera festingina úr silikone, ið verður rullað upp á lik- amið og síðan fest í pro- tesuna við einum bandi ella eini serligari skrúvu, sum fer í eitt lás. Fyri hesa uppfinning er C:sur vorðin víða gitin um allan heim, og hann hevur fingið heiðurs- løn fyri mest øktan útflutn- ing úr Íslandi í fjør. - Mín praktikkid í Íslandi hevur verið sera lærurík og áhugaverd. Eitt hugtakandi annars við út- búgvingi er, at eingin upp- lærir til 2 bandagist i gåva er eins, fólkini eru eis- ini ymisk, og tí verður ar- beiðið so fjølbroytt. At fáa protesuna at passa krevur bæði fitt av arbeiði og nógv- ar royndir. Eingin vet betur enn tann, sum skal hava protesuna ella hjálpitólið, hvussu nógv tað hevur at siga, at hetta virkar altíð, og at tað kann umvælast skjótt. Tað ræður um at geva fólki eitt so frítt og sjålsvstødugt liv sum gjørligt, so tey kunnu klára seg hjálp mið minst møguligari hjálp frå øðrum, sigur Robert. Hugaligt arbeiði Bandagisturin hittir nógv fólk, hvers lív meira ella minni er merkt av likam- ligum breki. Nógv hava kortini sterkan vilja til at vinna á trupulleikunum. - Tað er so hugaligt at Mynd : Guðmundur Jakobsson Her er Robert við at stilla eitt bein hjá einum manni. Á protesuna verður lagt skúmgummi og plast, so beinið fær skap sum vanligt bein hitta hesi fólkini og skula hjálpa teimum til eitt betri lív. Robert nevnir eitt dómi um, hvussu væl protesur kunnu gerast. Tær kunnu vera so góðar, at eingin varnast brekið. - Ein fótbóltsvenjari vandi ein dagin eitt piltalið í Is- landi. Knappliga sparkar ein piltur til bóltin, og bæði bóltur og bein fóru flúgv- andi inn í málið. Venjarin mundi svímað, tí hann var ikki greiður yvir, at drong- urin hevði protesu, sigur Robert. Hann veit ikki, hvørjir ar- beidsmøguleikarnir verða, tá hann hevurfingið sína út- búgving. Nú er longu farið at minka við møguleikun- um í Danmark, sigur hann. randi