fríggjadagur 24. juli 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139 — 24. juli 1992
Sjónvarp Føroya
Fríggjadagin kl. 20.00:
Gátan um ta
ivandi líkið - 3:7
Jens Okking hittir Manette, Stina og Helge
Jens Okking hevur úr at gera í hesum triðja
partinum av sendirgðini. Hann oyðileggur
fototólið hjá Anders, men filminum bagir
einki, og myndirnar fara at avdúka, um
"líkið" og kavarin er sami maður...
Fríggjadagin kl. 20.50:
Bardagin uttan
vinnara
[sraelskur filmur frá 1991. Tann 4. juni
1982 lupu ísraelar á PLO-partisanar í Suð-
ir-Libanon og ruku teir úr størvunum.
srælar komu líka til Beirut. Hetta var
sama summarið, sum heimsmeistaraskapið
í fótbólti fór fram í Spaniu...
i eygardagin kl. 20.00:
Visindi
iivussu riggar ein mikroovnur? Hvat er
clemáting, og hvussu verður tað brúkt í
kilma-gransking? Hetta eru nakrir av
spurningunum, sum verða vidgjørdir her.
Sendingin er eisini um danska granskar-
an Ulla Weis Fogh, sum hevur uppfunnið
citt slag av lími, sum kann brúkast istadin
fyri nål og tråd til skurðviðgerðir.
Leygardagin kl. 20.45:
Eric Clapton
Sue Lawley tosar vid Eric Clapton
Áðrenn TV2 sendi eina konsert við Eric
Clapton, sendu teir hesa sendingina, har
kerdi enski clarin fyri fyrstu ferð
greiðir frá sorgarle:kinum, tá ið fýra ára
gamli sonur hansara seinasta ár datt út av
vinde; hædd og doyði.
Henda hendingin fer altíð at pína henda
rock- og blues kongin.
Leygardagin kl. 21.15:
Bankasvik
Burgess Meredith, Ned Beatty og Richard
Basehart
Try bankafólk hava snýtt bankan og royna
nú at skava út yvir. Men tað er ikki so
einfalt, sum tey halda. Filmurin er ameri-
kanskur og er frá 1978.
Hósdagin kl. 19.00:
Heiðið og kristið
James Herriot
Franco Pedretti, tann fitti ansingarmaðurin,
er italiumaður, og tann annars so fitta Mrs.
Clarke kann ikki torga italiumenn…
Hósdagin kl. 20.45:
Carol og tey
Carol Burneu
Í einari hending í hesum pariinum hitta vit
Patsy, sum arbeiðir á eini matstovu langt
burturi frá býnum. Har hendir lítið — men
ein dagin broytist alt. tað er tá ið maður
hennara verður borin inn á matstovuna at
siga henni farvæl, áðrenn hann verður sett-
ur í geglið...
| tey eru á ferð í Australiu. Hann
Hósdagin kl. 21.55:
Navarro — 4:13
Sigoynarabrúdleypið
Ein rithøvundur er vorðin myrdur. Navarro
illtonkir fyrst eim annan rithøvund, men
senni fer hann at hugsa um nakrar sigoyn-
arar, sum tann myrdi hevði samband við.
Scansat/TV3 |
Friggjadagin kl. 18.35:
Nurses
Påpi Ginu skal koma til USA at vitja hana,
men Gina er ikki so glad, sum hon åtti at
verið. Pápi hennara er av t í "gamla skúl-
anum”, og heldur at kvinnur eiga ikki at
búgva einsamallar, og ti hevur Gina sagt
honum, at hon er trúlovað. Um pápin upp-
dagar, at hon hevur logið, fer hann at noyða
hana at flyta heimaftur. Sandy skjýtur upp,
at hon skal finna onkran, sum tímir at lata
sum hann er drongur hennara, meðan pápin
er har. gina heldur hetta hugskotið vera
frålikt, og hon er glad um at "drongur"
hennara skal verda dr. Kaplan.
Friggjadagin kl. 20.00:
ABBA — The Movie
Svens-australskur tonleikafilmur frå 1977
Hin australski radio-diskjockevurin Ashley
skal hava eina samrødu vid ABBA, meðan
kal etsini
vísa tónleikabólkin frá eini aðrari síðu, enn
fólk eru von at síggja tey...
| Fríggjadagin kl. 23.00:
| Spenser
————.
Boston Granville Museum hevur biðið
Spenser royna at finna hin unga Alex, sum
er illtonktur at hava staðið aftanfyri nøkur
rán seinastu tíðina. Alex er horvin, og ein
annar er handtikin fyri ránið...
Leygardagin kl. 19.05:
Hardball
Sonny Boy Wilson, sum er fulltíðarartistur
og eisini tjóvur, stjelur eitt kuffert frá einum
leigudråpsmanni, og vápn eru í. Tað eydn-
ast honum at rýma haðani, men rennur seg í
ein vaktarmann. Sonny verður koyrdur til
løgregluna at verða avhoyrdur. Men so fær
hann eina telefonhóttan. Charlie hevur hug
at leyslata Sonny Boy, men hugsar so
knappliga um, at fyri fleiri árum síðani
hevði Kaz tikid Sonny Boy, ti hann stjól frá
honum...
Leygardagin ki. 22.00:
Løs på tråden
Evnid er: "Skulu skókjuhús verða loyvd?”
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Programmileiðari er Ragnar Ounes.
Sunnudagin kl. 17.30:
Head of the Class
Charlie uppdagar, at flokkurin ongantíð
íðkar ítrótt. Hann fær tey at byrja at spæla
volleybólt, men hann hevði ikki væntað, at
tey fóru at vinna á besta liðnum á skúlanum.
Sunnudagin kl. 18.35:
Murder She Wrote
Jessicaliggur á sjúkrahúsinum við brotnum
beini. Har upplivir hon mangt og hvat. Har
hendir nógv løgid, og tå ið ein sjúklingur
verður funnin myrdur, fer Jessica sjálv
undir gjøllari kanningar, sjálvt um hon setir
liv sitt í váða.
Sunnudagin kl. 19.30:
Dirty Harry
Am. acuonfilmur frá 1971. Ein royndur
San Francisco politiinspektørur, sum hevur
hoyrt nógv fyri sína harðligu framferð,
leitar eftir einum psykotiskum byrsumanni,
sum hóttir við fleiri morðum um dagin, um
hann ikki fær 100.000 dollarar.
* =