leygardagur 25. juli 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarbísðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari; PH Sosiskurin
Fyritsksstjóri: Krisjen Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hømur Jan Hansen -
Uppseting: Pit Sosialurin
Prent: Pit Pressen 1981 Tsiefon:
Góða
Olavsøku
|
;
HOAST harðrendur, miskunn-
arleysur, móti teimum, sum
stóðu í vegin fyri hansara
"góðu sek", hevur minnið um
Olav Haraldsson í gamla
norska kongsveldinum meira
enn annað birt upp undir fólk-
sins trongd fyri samanhaldi,
hvat annað tey so vóru ósamd
um, og hetta valla nakrastaðni
meira enn hjá okkum.
VIT føroyingar eru ungir sum
fólk og tað enn meira sum tjóð,
sammett við so mong onnur,
men rættuliga einastandandi
er tað, at vit kanska síðan eini
hundrað til tveyhundrað ár eft-
ir fall Olavs á Stiklastødum í
1030 hava savnast um minnið
um henda stóra norska kristn-
ingarkong og ár um ár í sama
anda og sama dag sett hátt-
virda ting okkara til at taka sær
av verðsligu viðurskiftum tjóð-
arinnar
HVUSSU tað hevði verið at
havt Olavsøku hvenn dag,
kunnu vit bert gita um, men ikki
er ov nógv sagt, at vit væl
høvdu tolað eitt sindur meira
av teirri samhaldskenslu fólkið
millum, sum í sjálvari sær er
besti partur av hesi tjóðarhá-
tíð.
FRAMTÍÐAR óvissur hava í
nýggjari tíð fyri okkum sum fólk
ongantíð verið størri enn nú.
Heldur ikki tørvurin á semju
um, hvussu vit umsita verdsligt
sum mentunarligt virði og
hvussu væl vit áttu at unna
hverjum ødrum javnbjóðis
rætt til hesi virði.
VIÐ minkandi tilfeinginum at
virka burturúr og harvið vaks-
andi vinnuloysinum man
standa hart á í føroyskum
heimum, og viðvíkjandi mogu-
leikum til at nøkta verðsliga
tørv okkara dag frá degi kann
hugsast, at vit eisini fána ment-
unarliga, í almennari merking.
MEN bara í almennari merk-
ing. Tí verður tað ikki í roynd-
artíðum sum hesum ella teim-
um, ið verri eru, at insta ment-
an okkara skal standa sína
roynd, hava vit minni fyri neyð-
ini ta glæstrimentan, vit so OV-
urfús vísa útlendingum á og
enntá selja sum brent, bert teir
so frægt sum fregnast eftir
okkara oðrvisisleika.
TAÐ má verða í tíðum sum
hesum, at vit benda vilja okk-
ara fyri samanhaldi, at vit ikki
bert geva okkum stundir at
fegnast um tað, vit í mun til
onnur, sum hverki eiga land,
innivist ella mat í munnin, kort-
ini hava, og, men í felags sam-
kenslu eisini virka hesm til
frama nær ella fjar.
VIÐ summarinum í hæddini og
fagra ungdómi okkara við ár
ella á velli, munnu flestøll, sum
tilkomin eru og eiga part í hes-
um innast inni halda, at tað var
stríðið vert at fáa tey so frægt
undan, og tað skal vilja illa til,
um tey, sum yngri eiga og
hvers útlit fyri skilagóðari
menning kanska eru ivasam-
ari enn onkuntíð, ikki gloyma
kúran og ótta eitt bil ein dag
sum henda.
TAÐ liggur so í ollum forum á
okkum øllum at so skal vera, at
vit hver í sínum lagi gera okk-
um til, at henda ólavsoka varð
ein hin besta — ikki tí vit brúktu
so nógvar fleiri pengar, enn ar-
beiðsleysu foreldrini við stóra
barnariðlinum aftan á sær
kundi, ikki tí vit kláraðu at
drekka okkum so ella so langt
frá vitinum ella sleingja um
okkum so ella so nógv blá eygu
ella knusandi fløskur — men tí
at vit hesuferð, loyst av ollum
skipaðum skráum, bert vóru
og góðtóku okkum sjálvi sum
ein 47-48 túsundapart av tí
Olavsøkan snýr seg um — før-
oyska felagsskapinum.
fr.
Hóast mikla orrustu og 6-
vissu um lagnu domprósts-
ins kunnu vit nú siga fyri
vist, at Petur Martin Ras-
mussen, dómpróstur, fer
at halda Olavsøkuprædiku-
na í ár. Hann hevur sjálvur
váttað hetta fyri blaðnum.
Vanlig mannagongd er,
at nyggjasti prestur í Før-
oyum heldur ræðu. Eru
nógvir nýggir prestar,
kunnu ár ganga, áðrenn
tann nýggjasti sleppur
fram at. Tað vit vita, hevur
ikki eydnast nøkrum presti
at hildið Olavsøkuprædik-
una tvær ferðir. Undantøk
eru próstar og bispar
Av ti at Føroyar fingu
bæði egnan bisp og dóm-
próst, tá ið Føroyar gjørd-
ust sjålvstødugt bispadømi
å heysti 1990, vard sam-
tykt, at Hans J. Joensen,
bispur skuldi halda Olav-
søkuprædikuna i fjør - og
Petur Martin Rasmussen,
Petur Martin
rædikar
Dómprósturin prædikar vid Olavsøkugudstænastuna í år.
dómpróstur , skuldi halda
hana í ár.
Fólk ivadust
Rumblið í seinastuni
hevur gjørt, at fólk vóru
eitt sindur í iva, um Føroy-
ar yvirhøvur fóru at hava
nakran dómpróst á Olav-
søku - og summir prestar
vistu ikki, hvert teir skuldu
fara ul Havnar at ganga
skrúðgongu ella sita heima
við hús hesa håtidarløtu.
Utlit eru nú til, at flestu
av landsins prestum fara í
kirkju á Olavsøku kortini.
Tá fáa teir nøkur góð frå
Petur Martini.
Nú stendur fuglafjarðar-
prestur, Peter Olofson, fyri
tørni at halda Olavsøku-
prædikuna.
heri
Nú er greitt, at Petur
Martin Rasmussen,
dómpróstur, fer at
halda Olavsøkupræd-
ikuna í ár.
Kunngerð
z
| sambandi vid søluloyvi
á Olavsøku 1992.
Loyvt er íkki at selja SERPENTIN
SPRAYBLIKK, verur í ílati av blikki
ella glasi, COWBOYHATTAR úr plas-
tikk- ella pappírstilfari og heldur ikki
seyðarhevd.
Fyri tær verur, ið loyvt er at selja,
verður víst tí nýggju afturlatingarlóg-
ina, lýst í kunngerðarblaði nr. 14, 4.
juli 1991.
Fyri aðrar sølubudir, id ikki eru umfat-
aðar av afturlatingarlógini, verður víst
til tey loyvi, ið Føroya landfúti hevur
útskrivað til hesar búðir.
Tórshavnar byråd åleggur øllum, ið
hava kiosk ella aðra sølubud, at hava
nog mikid av ruskiløtum, og stødugt
at halda økid uttan um búðirnar ruddi-
ligt.
Tórshavnar býráð
AAN