Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juli 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á | Nr. 140 — 25. juli 1992 Aftur eitt bragd Mamma og nýfóðingur komu héskvøldid í øllum góðum í tjúkkari toku við donsku tyrluni á Anders Andersen, skipari á tyrluni hjá donsku sjó- verjuni, er vorðin serkønur í at flúgva í toku. Fyri eini viku síðan fleyg hann ein sjúkling av skipi inn á Landssjúkrahúsið. | Hós- kveldið vóru aftur boð eftir honum, og alt gekk lika væl. Klokkan sjey h6skvøldid fekk Marinustødin bod um, atein kona í Skúvoy var við at eiga. Læknin á Sandi slapp ikki til Skúvoyar, og kæan hevði brúk fyri læknahjálp, tí tað var ov tíð- liga hon átti. Marinstødin setti seg CROM AOR tidindabl & sosialdrin NS beinanvegin í samband við flogskiparan á tyrluni, og hann var til reiðar at fara á flog. 40 minuttir eftir, at Marinustóð hevði fingið boðini, setti tyrlan seg í Skúvoy. Læknin á sjóverju- skipinum var við. Tá teir komu til Skúv- Síða 3 - 1 Tá flogskiparin håskvøl- ið í seinastu viku lendi við Landssjúkrahúsið eftir at hava flogið sjúkling inn av skipi, fekk hann rós frá leiðslu síni fyri bragdið. Tá segði flogskiparin, at nakrir dagar máttu ganga, til hann hevði hug at royna slíkt aftur Tað gekk ein vika (savnsmynd) oyar, hevði konan átt, og alt gekk væl. Men barnið var komið tveir mánaðir ov tid- liga, og nyfødingur og mamma noyddust ú á sjúkrahúsið. Alt gekk, sum tað skuldi, og klokkan hålvgum níggju lendi tyrlan við Lands- sjúkrahúsið. Bæði mamma og tann lítli nyfødingurin hava tað gott, vátta tey á Landssjúkrahúsi- num. randi Arbeiði hvønn dag Seinastu tíðina hava 35-40 fólk havt fulla arbeiðsvi virkinum Vestsalmon í Kollafirði Mest frættist um vantandi arbeidi ogvirki, 10 lata aftur. Onkrastaðni ber kortini framvegis til. Á kryvjingarvirkinum Vestsalmon í Kollafirði er arbeiði stútt, og síðan hálvan juni hava 35-40 fólk havt fulla arbeiðsvíku á virkinum. Onkuntíð hava tey arbeitt yvirtíð, men tað hevur tó ikki verið tað stóra. Hetta er besta tíðin, sigur Kim Durhuus, stjóri á Vest- salmon. Virkið er eisini væl Tey lata væl at á Vest- salmon í Kollafirði. Har er so nógv arbeiði sum ongantíð áður fyri á tann hátt, at tað hevur síni alibrúk at fáa laks frá og keypir eisini frá ðrum. Fiskurin verður útfluttur ísaður og frystur. Nógv fer gjøgnum Fiskasøluna men eisini gjøgnum aðrar fiska- útflytarar. Kim Durhuus væntar, at lík nógv arbeiði verður á Vestsalmon út í hálvan august. Har verður tá ar- beiði framvegis men ikki til so nógv fólk sum nú. randi Til solu Ein kolaralúka og ein vinstrifor- skermur til Daihatsu Charmant, árg. 83, til solu. Tlf. 1.2081 Iku á kryv jingar- Fenaður á vegnum kann vera atvoldin til stórar bilskaðar Orsøkin var eitt tjaldur Tað er vidhvørt, at ferðslu- óhapp henda av seyði, ið gongur á vegnum. Men fenaður kann eisini vera orsøk til ferðsluóhapp. Hósdagin seinnapartin var kolasvart í toku á Oyggjarvegnum. Ein bilur kom spakuliga koyrandi, og sunnanfyri Hundsarabotn steðgaði bilførarin bili sínum, tí eitt tjaldur stóð mitt á vegnum. Hann vildi ikki koyra á tjaldið. Aðrenn hann visti av, rendi ein bilur inn í hansara, og tann bilurin varð so árendur av einum tridja. Tveir av hesum bilunum fóru so illa, at Brandstødin í Havn noyddist at flyta teir burtur. Toka var alt kveldið á Oyggjarvegnum. Trý kort- er til átta steðgaði ein annar bilførari bili sínum á Norðradalsskarði, ti eitt gásafylgi gekk á vegnum. Og so rendi ein annar bilur inn í Havn. Eingin fólkaskaði var í hesum ferðsluóhappunum. Tjaldur og gæs fingu heldur ongan skaða. randi Endurgjaldið nakað seinkað Tað verður ein mánaður longri at bíða eftir krígsendurgjaldi- num Skrivstovan, ið umsitur krígsendurgjald, boðar frá, at arbeiðið við at skjal- prógva siglingstíðina og gera oyðiblaðið. Hetta merkir, at ein mánaður gongur aftrat, ul brøvini koma. Heitt verður á fólk um at vísa tol, meðan arbeitt verður við at skjalprógva siglingstid og gera oyðiblað og vegleiðingiina. Eingin freist er sett, nær skrivstovan skal hava boð aftur frá teimum, sum sýkja um endurgjald. Taðer ikki skrivstovan, ið umsitur krígsendurgjaldið, sum ger av, hvør fær end- urgjald. Skrivstovan hevur onga ávirkan á tað. Enda- ligu avgerðina eigur Ar- bejdsskadestyrelsen í Dan- mark, sigur Súsanna Nolsøe á skrivstovuni, ið umsitur krígsendurgjald. Skriv- stovan hevur tlf. 15270.