Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 25. apríl 2003 17 Kyndil tók øll steypini Ikki bara hjá monn- unum, men eisini í øllum dreingjadeild- unum eydnaðist Kyndli at vinna steypakappingina í hondbólti HONDBÓLTUR Jákup Mørk Kyndil heldur fast um flottu steypatraditiónirnar hjá felagnum. Ikki bara eydn- aðist tað besta mansliðnum at vinna Coca-Cola steypið, men eisini yngru dreingja- deildirnar gjørdu bart. Her eydnaðist nevnliga Kyndli at vinna tey fýra steypini, sum kappast verð- ur um, og eisini í aðrar mát- ar var talan um eitt framúr gott ár hjá Kyndli. Soleiðis vunnu dreingir 10, 14 og gullmerki, meðan dreingir 12, unglingarnir og fyrsta deild vunnu silvur. Merkis- vert er annars í hesum, at í øllum teimum førum, har Kyndil ikki vann FM-kapp- ingina, vóru tað stranding- ar, sum struku avstað við gullinum. Mansunglingarnir hava onga steypakapping, men Kyndil tók sær av FM-heitinum her. Dreing- irnir eru standandi f.v. Rúni Mohr, Hans Arni Thomsen, Regin Fossabert, Hjalti Jacobsen, Poul Rói Mohr, Rókur Nielsen, Jónleif Sólsker, Teitur Simonsen, Hanus Johansen, Pól Andreasen, Rani Ellingsgaard og Bergur Midjord Greipan kom eisini til høldar hjá dreingjum 16: Jónleif Sólsker, Sjúrður Simonsen, Hans Arni Thomsen, Hjalti Jacobsen, Sylvi Hansen, Rókur Nielsen, Brian Poulsen, Pól Andreassen, Bjørgvin Lenvig og Rani Ellings- gaard Eisini dreingir 14 gjørdu bart og vunnu greipuna. Hanus Joensen, Tummas Pauli Joensen, Høgni Simonsen, Andrias Poulsen, Pætur Johansen, Pætur Jørgensen, Rúni Johansen, Petur Martin Johansen, Jóhan Højgaard, Ásmund Poulsen, Trygvi Askham, Johan Ellingsgaard og John Hansen Steypavinnarar í dreingir 12. Aftast f.v. Kári Nielsen, Mortan Johannesen, Andrias Sólsker, Holmar Høgni Jákupsson, Christian í Garði, Ári Olsen, Óli Arge, Árni Arge, Hallur Nielsen, Hjørtur Nolsøe, Dánjal Jákup Hansen, Thomas Juel Thomsen, Janus Mortensen, Chritsian Vilhelm Jacobsen og Teitur Nielsen Dreingir 10 hjá Kyndli gjørdust greipuvinnarar. Standandi f.v. eru tað Jónsvein Joensen, Sam- son Helmsdal, Jógvan Nolsøe, Niels Juel Nolsøe, Rene Joensen, Sigurð Simonsen, Lotte Sørensen, Eirikur Simonsen, Tróndur Jensen, Høgni Klein Olsen, Bergur Joensen, Sverri Mortensen, frank Askildsen og Ivan Hofgaard 17 16 Nr. 78 - 25. apríl 2003 Mánadagin 28. apríl fara sjey kvinnur úr Føroyum niður á Scillyoyggjarnar at luttaka í heims- meistarakappingini í Gig rógving. Kappingin er um vikuskiftið 3. og 4. mai KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Tær hava vant dúgliga síð- ani í januar mánaði. Mann- ingin á Brendan, sum er báturin føroysku rógvararn- ir, sum vinna sær luttøku í kappingini á Scilly, venja í. Tað vóru upprunaliga kvinnurnar á Jarnbardi, sum vunnu henda heiðurin í fjør, men av tí at onkur teirra er farin av landinum, so eru aðrar kvinnur við eisini. Tær eru frá Riddar- anum og Páll Fanga, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý í heimligu kapp- ingini hjá seksmannaførum við kvinnum í fjør. Jannie Dam Jacobsen er róðurskvinna, og hetta er triðju ferð, at hon fer niður á Scilly at luttaka í hesi kappingini. Fyrstu ferð hon var við gjørdust tær numm- ar fimm og seinnu ferð nummar 13. Jannie sigur, at tær hava vant harðari til hesuferð enn seinast tær vóru við. Men tað var so óheppið, at ein teirra fekk ein skaða fyri einum mánaði síðani. Hon brákaði eitt rivjabein og vandi ikki við teimum í fýra vikur. Hetta tíðarskeið- ið var so ein eykamaður við fyri hana. Hon byrjaði aftur fyri umleið eini viku síðani, og Jannie fegnast fyrst og fremst um, at tær aftur eru fullmannaðar. – Av øllum hesum hava vit valt ikki at trampa so nógv niður á venjingina, tí hon hevur ikki verið við okkum so longi, sigur Jannie. Kvinnurnar fara úr Før- oyum mánadagin og verða á St. Mary á Scilly týsdag- in. Síðani hava tær fýra dagar, áðrenn sjálv kapp- ingin byrjar. Rógva langt Kappingin er býtt upp í fýra róðrar. Tveir leygardag og tveir sunnudag. Tann fyrsti róðurin er ein innleiðandi, har giggirnar verða býttar upp í bólkar við 12 í hvørj- um. 12 tær fyrstu verða so bólkur A, 12 tær næstu bólkur B og so framvegis. Tað eru yvir 70 giggir meldaðar til kappingina. Róð verður bæði hjá monn- um og kvinnum. Og hetta er sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fyrstu ferð, at tað eru fleiri giggir tilmeldaðar hjá kvinnum enn monnum. Fyrsti teinurin er tann longsti. Hann er góðar 3.000 metrar. Síðani skulu tær rógva góðar 2.000 metrar hinar tríggjar róðr- arnar. Og tá ræður um antin at halda seg so ovarliga í bólkunum sum til ber ella at rógva seg uppeftir. Tað vil siga, at um ein gig verð- ur nummar 18 í tí innleið- andi róðrinum, so skal hon rógva tann næsta róðurin í bólki B. Verður hon millum tveir tær fremstu, so rykkir hon upp í A bólkin saman við eini aðrari, meðan tvær tær niðastu í bólki A rykkja niður í B. Og soleiðis gong- ur tað fyri seg allan vegin. Jannie vónar, at tær fara at megna at vera í A bólk- inum, tá tað avtornar. Tá er man millum 12 teir bestu giggirnar og má tað sigast at vera eitt gott úrslit. – Tað er vónleyst at siga áðrenn, hvussu tað fer at gangast, men eg vóni, at vit klára at enda í A bólkinum. Tað er okkara mál, staðfest- ir Jannie Dam Jacobsen. Tær hava lagt seg meira eftir at rógva Scilly mátan hesuferð, enn undanfarin ár. Scilly mátin er heilt øðr- vísi enn tann føroyski, og Jannie vónar, at tað er tað rætta, tær hava valt at gera. Hon sigur tó, at tempoið hjá teimum framvegis er munandi hægri enn hjá teimum, sum rógva á Scilly, men alt hitt er farið at líkj- ast tí rætta meira og meira. Tíðirnar hjá teimum eru eisini batnaðar sera nógv, síðani tær byrjaðu, men spurningurin er, hvussu eftirfarandi tíðirnar í veru- leikanum eru. Veður og sjógvur avger eisini tíðirnar harniðri. Men tað er ein sannroynd, at tá allar um- leið 70 giggirnar leggja til brots niðri við St. Agnes til tann fyrsta róðurin, tá ræð- ur um at vera millum tær fremstu á startlinjuni. Tí tað er sanniliga ikki ein bein startlinja, sum vit kenna hana her í Føroyum. Tað kann gott vera bátslongdir ímillum, og tað er sera trongt millum allar bátarn- ar. Onkuntíð kemur tað eis- ini fyri, at bátur vendur øvugtan veg, tá róðurin verður settur í gongd. Tað verður mett, at, av tí at teinurin er so langur, tær bestu giggirnar megna at rógva seg fram um hinar óansæð hvar og hvussu tær liggja í startinum. Kvinnurnar rógva sum sagt 3. og 4. mai. Og longu mánadagin 5. mai gongur leiðin heimaftur. Tær verða aftur í Føroyum týsdagin 6. mai. Hóast hetta eru triðju ferð, at Jannie Dam Jacobsen fer niður á Scilly oyggjarnar sum róðurskvinna, so fer hon hesuferð fyri fyrstu ferð í giggina, sum tær skulu nýta til kappingina KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Ein gig er ein heilt øðrvísi bátur enn tann føroyski. Tað er ongin ivi um tað. Men tað er eisini munur á teimum ymisku giggunum. Tá Jannie hevur verið á Scilly hesuferð, hevur hon sum helst tann einasta sitið í trimum ymiskum giggum. Fyrst er tað Brendan, sum RSF hevur fingið heim til manningarnar at venja í. Síðani er tað Sowenna, sum tær róðu í báðu ferðirnar tær hava verið harniðri. Sowenna er ein gomul gig, sum so at siga ikki verður nýtt longur. Tað er eitt lokalt felag á St. Mary, sum eigur hana. Men í fjør keypti Amerada Hess eina nýggja gig til felagið við tí treyt, at føroyingarnir kunnu nýta hana júst til hesa kappingina. Tað er nevniliga so, at tað eru nógvar, nógvar aðrar kapp- ingar har um leiðir eisini, og tá nýta tey so ta nýggju gigina, sum eitur Kerens. Jannie og hinar eru sera spentar at sleppa at royna ta nýggju giggina. Tær hava bert sæð hana á myndum, men av tí at ein av teimum var á Scilly og róði í fjør, so hava tær fingið frágreiðing- ar frá henni, um hvussu tann nýggja er. Og har er okkurt sum Jannie stúrir eitt sindur fyri. – Árarnar á Kerens eru heilst øðrvísi enn tær á bæði Brendan og Sowennu, so eg vóni ikki, at tað kem- ur at gera tann stóra munin, sigur róðurskvinnan á Kerens. Av teimum sjey, sum fara niður á Scilly komandi mánadag, eru fýra, sum hava roynt tað áður, so vónirnar áttu at verið góðar til eitt rímuligt úrslit. Men Jannie sigur sum minst, tá prátið fellur inn á tað. – Vit skulu í eina aðra gig, og hana mugu vit síggja og royna fyrst, sigur hon at enda. Sosialurin ynskir kvinn- unum á Kerens góða eydnu í róðrunum á Scilly. Scilly enn einaferð Vikuskiftið 3. og 4. mai skal henda føroyska kvinnumanningin í eldin á Scilly oyggjunum, tá heimsmeistarakappingin í Gig rógving fer av bakkastokki Mynd: Álvur Haraldsen Úr Jarnbardi í Kerens Tað verður við Kerens, at kvinnurnar hjá Jarnbardi skulu royna seg, nú HM í gig-róðri stendur fyri framman C M Y K 16