leygardagur 25. juli 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Tjaldingarplássið yviri við Strond:
Verður væl vitjað
Nr.
140 — 25. juli 1992
Nú í juli mánaði er so mikið av ferðafólki á tjaldingarplássinum,
at tað er í grundini ov lítið. Væl dámar ferðafólkinum, at tað
liggur so nær sjónum, og alt fleiri vitja aftur ár undan ári.
- Eg havi varhugan av, at teimum dámar væl í Føroyum,
sigur Flemming Berglind, fyristóðumaður á tjaldingarplássinum.
Í løtuni er heilt nógv fólk
úti á tjaldingarplássinum
yviri við Strond. So nógv,
at tjaldingarplássið er nú
vorðið ov líuð, og farið er
undir at byggja út.
Eisini bygningurin (við
WC, brúsu og køki) er í
ringum standi, og tosað
verður um at byggja nýtt.
- Sum vera man kemur
tað mesta fólkið um hetta
mundið - meginparturin
tyskarar, ið eru á veg ul Is-
lands og stedga tveir dag-
ar, sigur Femming Berg-
lind, sum i try år hevur
verid fyristødumadur å
tjaldingarplåssinum.
- Uttan hesar islandsfar-
arar var neyvan so nógv
fólk heryviri. Bert spell, at
teir steðga so stutt. Fáir
verða verandi. Og tað vísir
seg, at flestu ferðafólk, ið
steðga leingi á í Føroyum,
búgva inni - á vallara-
heimi, gistingarhúsi ella
inni hjá fólki.
- Tó verður onkur ver-
andi her úti í nakrar vikur.
Kundu gott verið fleiri í
tali! sigur Flemming.
Fleiri meguleikar
Flemming sigur, at nógv
fleiri møguleikar eru hjá
ferðafólki i Føroyum í dag
enn fyri bert fáum árum
síðani.
- Eg verði brúktur sum
"turist-informatión".
Ferðafólkið spyr meg um
mangt og hvat - ultøk, túr-
ar og ikki at gloyma veðr-
10! Sjålvur lurti eg altíð
eftir Vedurtidindunum at
vita, hvussu veðrið er
ymsastaðni í landinum. Er
veðrið Ld. ringt í Havn og
gott aðrastaðni, mæli eg
teimum til at fara hagar.
Eitt kent veðurfyri-
brigdi í Føroyum er jú, at
mjørki kann vera í stóðum.
Hesum veit ferðafólkið
ikki av.
Flemming vísir teimum
annars á bátaferðir. Nú er
møguleiki hjá ferðafólki at
fara út at dyrgja um kvøld-
arnar, og eisini skipar Jens
Keld Jensen í Nólsoy fyri
náttarferðum. Hjá teimum,
sum vilja brúka kvøldini,
er nú møguleiki at fara
niðan í Bládýpið í Dr. Jak-
obsensgøtu. Hetta eru
nógv sera fegin um, sigur
Flemming.
Fjallaklintrarar
Mong vilja ganga í fjøll-
unum. Summi fara sjálvi -
men tá eru tey eisini væl
fyrireikað. Men alt fleiri
spyrja eftir kortum og vilja
hava leiðara við sær.
Tað kemur meir enn so
fyri, at fólk spyr Flemming
um, hvussu er við fiski-
loyvi, reglum fyri tí, kort-
um og hvørt av sínum.
Flemming vísir í hesum
sambandi á, at aðrastaðni
kanst tú skypa fiskikort,
sum t.d. galda eina viku
ella 14 dagar - fyri eitt á-
víst øki ella um alt landið.
- Nú dugi eg ikki fiski-
reglurnar í Føroyum út í
æsir - men okkurt tílíkt
kundu vit havt her á landi:
kort, so tú t.d. kundi fiskað
í ávísum vøtnum ella øll-
um vøtnum - á einari
oyggj ella um alt landið.
Tað stendur til kommunur-
nar í Føroyum, sigur hann.
Føroyingar blidir
Flemming ivast ikki i, at
ferðafólkið trívist. Alt
fleiri koma aftur - eitt nú
út á tjaldingarplássið.
Hann sigur, at tey jú eis-
ini meta føroyskum blíð-
skapi og nevnir dómi úr á-
vísari bygd:
Maður í bygdini tók
týskt par upp í bilin hjá
sær og spurdi tey, hvar tey
búðu.
Ja ...tey ætlaðu at liggja í
tjaldi.
"Nei, vælsignað - í Før-
oyum ber ikki til at liggja í
tjaldi!"
Hann lænti teimum síð-
ani summarhúsið hjá sær.
Umframt tað fingu tey all-
an tann føroyska mat, tey
høvdu hug til, og hann
koyrdi tey biltúr í oynni.
Sum vera man, vóru tey
ovfarin av slíkum blíð-
skapi. Men vertsfólkini
søgdu, at fyri teimum var
tað líka stór gleði - tí hetta
var góður máti at frætta úr
heimi!
Finna sær vinir
Flemming hevur fingið
nógvar vinir millum ferða-
fólkið og hevur bræva-
samband við fleiri teirra.
Tey koma eisini aftur ár
undan ári.
- Men eisini ferðafólkini
finna sær nógvar vinir. Her
práta øll við øll - ikki, sum
tú kanska kundi hugsað
tær, at týskarar halda seg
fyri seg osfr. - og tey
semjast væl.
- Eru tey her í einar
tiggjar vikur, so er eyð-
sæð, at tey koma at kenn-
ast - tí ikki eru so nógv
stød, tú fært verið við
tjaldi. Tá ber skatans til at
knýta vinarbond - og tað
kemur meir enn so fyri, at
støk finna hvønn annan.
Tey kunnu vera farin at
ferðast einsamgll og hittast
á tann hátt. Her hendir
mangt og hvat, sigur
Flemming.
Eg má vera blíður
- Yvirhøvur eru ferða-
fólkini í góðum lag - fólk
Summar dagar er sera
trongligt á tjaldingar-
plássinum
Strond
yviri við
Eg vóni. at
plássið verður útbygt
nakað skjótt, sigur
Flemming Berglind
Mynd: Kalmar
við gron síggi eg at kalla
ongantíð. Men tað hevur
sjálvandi eisini nógv at
siga, at eg eri blíður! Eg
eri jú tann fyrsti, tey síggi
um morgnarnar - og at
fyristóðumaðurin á tjald-
ingarplássinum er í góðum
lag, hevur nógv at siga hjá
teimum. Tá verða tey eis-
ini betri at fáast við, og alt
gerst lættari.
Nær sjónum
Ferðafólkið kann ikki
klaga um útsýnið yviri við
Strond. Flemming sigur, at
tey eru sera glað um, at
tjaldingarplássið liggur
beint við sjógvin - tey eru
so mangan á seiðabergi um
kvøldarnar og gera sær síð-
ani døgurda.
- Tey hava jú hoyrt um
reina havið hjá okkum -
nakað, sum tey ikki eru so
von við heimanífrá. Høvdu
tey vitað, at tey tjalda á
gamla Buchwald! sigur
Flemming.
Tjaldfólk í desembur
Tjaldingarplássið yviri
við Strond er opið á hvgrj-
um ári frá 1. juli og til 31.
august. Adrenn er litid av
ferðafólki. Onkur einstakur
U2! FØROYAR - ISRAEL
Titan GUNDADALUR
6. AUG. 1992 KL. 19.00
FØROYAR - ISRAEL
TOFTA LEIKVØLLIR
5. AUG, 1992 KL. 13.00
Atgongumerkini til A-landsdystin å Svangaskardi
5. august, tå Føroyar fara at leika móti Ísrael,
verða seld í forsølu á vanligu stødunum.
Kostnaðurin fyri bestu plássini er 100 krónur,-
annars 80 krónur. Atgongumerki til børn, sum
kosta 20 krónur, verða seld við vøllin á
Svangaskarði beint undan dystinum.
Atgongumerkini til U-21-dystin í Gundadali 6.
august kl. 19 verða seld við vøllin. Kostnaður fyri
vaksin er 80 krónur. Børn sleppa ókeypis inn
kann koma longu í apríl
mánaði - og Flemming
hevur sæð fólk ligið í tjaldi
har úti í desembur! Men tá
er plássið stongt (eisini
WC, brúsur og køkur) - ti
ikki loysir seg at hava
starvsfólk har úti tá, sigur
Flemming.
Veturin fer til eftirlit og
umvælingararbeiði. I]
Flemmingsa tíð hevur
einki herverk verið. Ætlan-
in er nú at byggja út.
Ov trongligt
- Sum er, eru ov fáar
brúsur, einki rættiligt uppi-
haldsrúm, turkirúm er
einki, og køkurin og lítil.
Annars eru umstødurnar
vorðnar betri og betri. Men
nú er plássið ov lítð.
Mikumorgunin var so fult,
at:tey ið komu við Norrønu
kl. 6, fingu einki pláss at
reisa tjøldini - men máttu
so vakurt bíða, til nøkur
fóru avstað aftur við henni
kl. 9.
- At lata tjøldini standa
trunkaði saman soleiðis er
beinleiðis ábyrgdarleyst.
Okkurt kann lættliga henda
- og fer eitt tjaldi av vindi,
er vandi fyri, at tey fara øll
somul. Sama við pláss-
inum ul bilar. Tað er ov
lítið. Nógvir bilar koyra
bara framvið, tí at fult er.
So eg vóni, at plássið verð-
ur útbygt og tað skjótt, sig-
ur Flemming Berglind,
fyristóðumaður á tjalding-
arplássinum yviri við
Strond.
heri
.