Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juli 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 140 — 25. juli 1992 felag okkara, sum ikki eigur at doyggja í syndini, og sum skal fram. Og tå ið Hans Andrias yrkir um fødilandid og kallar tað: "o móðir" og sigur: "Tí tú ert stór og vøkur fyri mær, um eingin annar kann tað ríka finna", so nertir hann eisini við nakað í okkum, men nakað vakurt og inniligt, sum gll kenna aftur í sær. Ella vit kunnu taka Chr. Matras og syngja: "Einki er sum summarkvøld vid strend- r…” ella "Nå nemur nåttin vid smæru”. Tå rørist nakað i okkum, nakað ósigiligt, sum vit øll aftur eru felags um. Ella vit kunnu eisini taka hondum saman og sláa ein ring um alt landið og kvøda: "Vit vóru saman í mangari ferð, ei mín frændi skiljast vit her". Hvor kenn- ir tá ikki á sær, at hetta er ikki nakað, sum eg eri einsamallur um, hetta er nakað eg havi saman við øllum í hesm landi, hetta er eisini ein partur av land-sins sål. Og hvussu nógv sigur ikki bara fyrsta kapittul í Feðgar á ferð bæði søgu- liga, sidsøguliga, sálarliga um okkum, fortidina, for- fedramar og ta førisku sål- ina fyrst i hesi øld. Hvat høvdu vit ikki verið fåtæk- ari, um henda bókin ikki var. Hvat høvdu vit ikki verið fátækari, um vit ongan skaldskap hgvdu. Og soleiðis kundu vit hildið á óendaliga. Kann ein rullupylsa røra hjartastreingir? Kann hon skapa í okkum eina kenslu av veldigari undran, av inniligari sorg og inniligari gleði, av látri og gráti, lív og deyða, av ástaródn og ævin- leika. Hon kann helst fáa tað at kitla í onkrum svongum búki og ikki stórt meira. Men alt hetta kann bókin og meira afturat. Hon kann eisini fylla okkum við gði og ómegd við síni dúvan upp á tað, hon heldur vera rætt og satt. Taðer, sum hon stundum háðar okkum og peikar efur okkum, so vit kenna okkum lítlan og fáa undirlutakenslur av henni. Hon er mest sum eitt fólk upp á gott og ilt við øllum menniskjans dygdum og 6- dygdum. So fordómsniður- brótandi. Er tað ti summi hava sovorðið stíkni til hennara og ynskja hana hagar piparið grár? Tað kundi verið líkt tí. Tað er han - at spæla fótbólt Eingin í Føroyum skrivar bøkur til at ríka seg upp, tey gera tað av huga og kær leika sum fótbóltsspælarar okkara, tá ið teir spæla bólt, tey kunnu líkasum teir ikki lata vera og er hjartans feg- in, um tey koma so langt, at tey fáa bókina út og ongar útreiðslur hava. Hetta er nakað øll vita. Landið er ov lítið og fáment. At onkur av og á fær vinning av tí, hann skrivar, skal vera viðkom- andi hjartaliga væl unt. Politikarar eru makt- menniskju, annars høvdu teir ikki verið politikarar, og flestu maktmenniskju lesa sjáldan bøkur í føgrum bókmentum, hesar bøkur, ið vit vila vera við hava sál. Lutvíst hava tey ikki stund- ir ul sovorðið. Tíðartarn, halda tey. Eru tað politik- arar, Skulu teir jú samráðast, lesa dungar av skjólum, sita og tingast á endaleysum fundum og hava ti litlar stundir ul annað. Hetta er teirra hugur og kærleiki, so løgið tað ljóðar, men soleið- is hevur hvør sítt, tibetur. Teir hava stríðst seg upp á sín høga sess til at taka sær av landsins búki og ikki so- vorðnum fjasi sum skald- skapi, fólksins sál. Tykjast teir at halda. Tann lítla, fátæka, føriska bókin livir undir ússaligum korum, og nú ætla teir at leggja stein oman á byrði. Tað er sum við krígnum, Serbarar føra: Hvat skal tað til? At leggjas tá tann, sum longu liggur niðri. Lítið verður selt frammanundan, og nú fer at bera av, eingin uttan eitt fáment lið fer at havaråd atkeypa. Tað verð- ur føriskum bókmentum og fóriskari bókaútgávu til mikið tarn og forargilsi, uppaftur meira pøsandi stríð til at fáa endarnar at røkka saman, og tað tykist, sum halda okkara politik- arar tað ongan týdning hava, sum eru teir líka sælir, sum halda teir hesa saman- stungnu rullupylsuna hava sama vekt og virði. Ikki er tað pent. Vit fara at spyrja lands- liðið næstu ferð, tað fer at syngja: Á gud, hvat tað er hart at spæla fótbólt..., um teir ikki í samhuga við okk- ara neyðars bókmentum kunnu byrja eitt grindi við hesum orðum: Ah gud, hvat tað er hart at skriva bøkur... J.P. Heinesen. Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49 Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00 Bussarnir 6, 16, 28 og 41 stedga nærindis. Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella 031-578999. Í e o . > . … - re p | Sosialurin skipar fyri tridja årid å rad: Oli Petersen I Smiðjuni Á Olavsøku — Við ikki færri enn 150 av sínum vida- gitnu skemtitekningum Triðja árið á rað skipar Tíðindablaðið Sosialurin fyri framsýning á Olavsøku við teimum nógv umrøddu og vælumtóktu skemtitekn ingunum hjá einum av okk- ara mes virknu og evnaríku teknarum, Óla Petersen Framsýningin Smiðjuni í Lítluvík og letur Í sambandi við upplat- ingina av Olavsøkuframsyningini vid skemtitekningunum hjå Óla Petersen hevur Sosial- urin á hvørjum ári latið verandi løgmanni eina ser- staka tekning í gávu. Her hevur Atli Dam, løgmaður, just fingið handaða tekni- ngina frá blaðstjóranum á Sostalinum Mynd: Kalmar verður í upp mánadagin 27. juli k Umleið 150 originaltekn- ingar, sum allar hava staðið á baksíðuni í Sosialinum síðani seinastu Olavsøku, verða við á framsýningini. I sambandi við fram- sýningina hevur verið siður at lata verandi løgmanni eina skemtitekning i gávu. Atli Dam, løgmaður, fek handaða hesa "ársins" tekn- ing uttan fyri Smiðuna í Lítluvík í gjár av blaðstjór- anum á Sosialinum. Meira verður annars gjørt burtur úr framsýningini í ár enn undanfarnu árini. Hesa- ferð verður eisini møguligt at síggja teksun saman við tekningunum á framsýn- Ingini Harafturat fer teknarin sjálvur at vera at hitta á framsýningini, har hann fer at signera tær triggjar bøk- urnar, sum Sosialurin hevur givið ut við skemtitekn- ingunum Tann fjórða bókin í rødini "Skemt 92" kemur út í de sember Framsýningin skemtitekningunum hjá Óla Petersen er opin hesar dagar: Mánadagin 27. juli frá kl. 16-20, týsdagin frá kl. 14-20, mikudagin frå kl. 4 -20 og hósdagin frá kl 14-2( við Brótið ikki floskur! Lesari bað okkum inniliga heita á fólk at ikki bróta fløskur á Olavsøku. Bent fåar timar eftir, at Olavsøkan er sett, er valla gangandi fyri fløskubrot- um, sigur lesarin og heldur tað vera sera harmiligt, at slíkt skal spilla stevnu, ið er so frálík í aðrar mátar. Vit eru púra samd við lesaran og vóna, at fólk tekur undir við hesum og tekur tað tl eftirtektar. Enn einaferð innilig á- heitan á fólk: Vælsignað veri tykkum - brótið ikki fløskur á Olavsøku! Tveit ikki burtur aft- aná! | | FYLLINGS- | INNHURÐAR | þú 1.580,-| |SPROSSA- | INNHURÐAR |) Hl j| Prísir 2.325,-| | frá: ger | > ' 4 FR-380 Sorvágur TIf. 33 300