leygardagur 25. juli 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ruilupyisan
Eg kann ikki torga rullu-
pylsu. Eg havi satt stikni til
henda vidskera og havi havt
tað frá barnsbeini av, ja, enn
dagin í dag vil eg klíggja,
skuldi ein biti vilt seg av Ó-
vart á tunguna. Kanska
kemur hetta av, at tey hava
ovfylt meg á ungum árum
við hesum kost, eg havi
kanska etið heming á meg,
sum tey siga, men eg veit
ikki kortini. Tí tað finst mat-
ur, sum eg ikki kundi torga
sum barn, men sum eg í dag
haldi vera satt lystimeti.
Bara ikki rullupylsa. Hon
býður mær framvegis ímóu,
og eg veit ikki rættiliga hví.
Hon sá so samantrongd út,
so treisk og forrend. Hon
hevði onga sál líkasum. Ið
hvussu er ikki í minum eyg-
um
Eg kann saktans ltva uttan
rullupylsu, og kortini havi
eg nakað, ið minnir um
undirlutakenslu av henni.
Tað er, sum liggur hon har
so samanstungin og háðar
meg og peikar at mær og
heldur meg vera nakað av
einum vituggi, ið ikki dugir
at meta um Guds góðu gáv-
ur, og tað dámar mær einki,
eingin hevði dámað tað
Eg veit, attaðeru tey, sum
halda, at sumt av mati, Ld. i
einum krovi, hevur nakað,
ið minnir um sál. Eitt nú
Sigurd Jænsen í sínum
framúrskarandi og geniala
essay "Hugskot uppi yvir
einum hálvpiðaðum há-
ryggi". Í hansara teksti hev-
ur háryggurin mestsum
fingið sál. Men eg fari at
loyva mær at pástanda, at
taðer Sigurd, ið hevur sælu-
gjørt hann. At hann líkasum
hevur lagt sína egnu sál í
hann. Bert skaldskapurin
kann geva deyðum lutum
sál. Eitt nú einum háryggi.
Ella eini rullupylsu. (Smb.
H. C. Andersen)
Bókin
Ja, eg kann saktans liva utt-
an rullupylsu, men ikki utt-
an bøkur. Varð bókin nokt-
ad mær, heyði tað ikki lirrað
eftir í mær. Tað vil siga, at
kroppurin kanska hevði
hór-að undan, men alt hitt,
sum vit hava fingið um-
framt", ut vita, ta hevði
sovnað burtur av verðini
sum ein planta, ið missir
sínar røtur.
Mær dámdi sera væl at
lesa sum smádrongur, eg
"súlundaði bøkurnar”, havi
eg skrivað onkustaðri.
Einaferð kastaði ein maður,
ein jarðbundin sál, mær fyri
henda hungur og skammaði
meg út: At sita og húka uppi
yvir bókum í staðin fyri at
gera okkurt til nyttu, hvør)-
um líkist tí? Et bøkurnar,
royn tað, og vita, hvussu tað
gagnast.
Merkiligt, at summi fólk
skulu bera bøkur saman við
mat, meta tær javnt við
rullupylsu og breyð, sum
høvdu tær okkurt við búkin
,
'Eg dugi ikki at skilja, at folk skulu
gjalda minni fyri eina bók enn t.d. eitt
breyð ella eina rullupylsu. So einfalt er
tað“. (Sitat).
at gera. Eg súlundaði bøk-
urnar, skrivaði eg vissuliga,
men eg át tær ikki, tað var
ikki permuna og pappírið,
egslúku, men tað sum stóð á
pappírinum, orðini, inni-
haldið. Ella skulu vit rópa
tað "sálina", skulu vit vága
tað? Hví ikki? Bókin hevur
nevniliga tað fram um rullu-
pylsuna, at hon hevur eina
sál. Er tað kanska tí, summi
hava sovorðið fortreð av
henni?
Ja, merkiligt sum summi
hava stikni til bókina, sum
var hon ein deyðiligur fígg-
indi, ein smittandi pest.
Hvat hevur hon ikki staðið
fyri skotum gjøgnum tíðir-
nar, rámt av dómi og for-
bannilsi, brend á báli.
Hjartanna hjarta
Í bóklinginum "Íkast til
1984" komi eg eitt sindur
inn á hetta fyribrigdið og
spyrji meg sjálvan, hvussu
tað ber til, at politisku út-
síðukreftirnar, bæði
vinstru- og høgrumegin, al-
tíð seta sín blóðhæl á "land-
sins sál". (Ja, soleiðis mál-
beri eg meg). Hvat ræðast
hesar kreftir, spyrji eg. Hvat
er tað fyri ein veldigur fígg-
indi, tær síggja? Og eg royni
at svara mær sjálvum har í
bóklinginum.
Fyribrigdið er als ikki
nytt. Sum dómi um tað,
nevni enska skaldid
Shelley. Shelley doydi bert
29 åra gamal av eini drukni-
eg
vanlukku, forfylgdur, 6-
kendur og hatadur
"Hetta býtta tvætlid av
einum delirtumsdroymara",
skrivaði eitt blað. "Fyri ein
slíkan mann hevði tað verið
sum fótur í hosu at rænt
døturnar frá einum vóngóð-
um pápa og liva í blóð-
skemd við einum heilum
húski, sum hann framinan-
undan hevði sidspilt við tøi-
arans skendsku snildar-
brøgdum", skrivaði eitt
annað.
Og hver var so hetta vitt-
uggið? Hann var av allar
fittastu fólkum, hjálpsamur
yvir um øll mørk og offraði
seg fult og heilt fyri sínum
neydstøddu medskapning-
um. Soleiðis skrivaði Georg
Brandes um hann: "Hjart-
anna hjarta. Við hesum ein-
faldu og djúpu orðum sam-
anfataði unga kona Shelley
han
og
sara lyndi, tey sannastu
fi 1Á crioa nd
Stu, 10 Sigast kundu
um hann”.
hevði hann gjørt? Viður-
skiftini i Onglandi, ikki
minst tey politisku, vóru út
av lagi vánalig, og hann
gjørdi vart við tað í skald-
skapi sínum. Er tað ikki júst
SVEIK
tað, vit hava bókina og
skaldskapin ul? Shelley
kundi ikki lata vera, hann
mátti siga sannleikan, um
tað so galt lívið. Myndug-
leikarnir kastaðu hatur á
hann, og tað var sum fótur í
hosu fyri teir at fáa fólkið ti
latgeratað sama. Krossfest,
krossfest, róptu teir, hóast
tey ikki høvdu lisið ein bók-
stav av honum. (Smb. Iran
og Salman Rushdie i dag).
I dag verdur Shelley hild-
in at vera størsti lyrikari,
livað hevur í enskt talandi
heiminum. Meðan hann
livdi, var eingin bók hjá
honum seld í hundrað ein-
tøkum. Summar ikki so
frægt sum í tíggju.
Hó, hó
Hó, hó, hoyri eg onkran
siga, steðga á, hin gamli,
bøkur valdast. Tað mesta av
tí, sum kemur út, er sovorð-
ið hýggiskotið hoyggj, ið
ikki er annað vert enn at
blaka í køstin. Og taðer satt,
sum tað er sagt. Tað mesta
verður skrivað til undirhald,
oftast stak vánaligt inni-
hald, har er eingin skald-
skapur í, einki lív, eingin
sál, hesar bøkurnar siga ikki
eitt orð um nakran sann-
leika, tær eru skrivaðar ein-
ans við tí í hyggju at tjena
pengar og so nógvar sum
gjørligt, tær eru snøgt sagt
ein vanligt handilsvgra sum
rullupylsa og breyð, ið sum
kunnugt eisini enda í køst-
inum, og tað má so vera,
einki ilt at siga um tað, tað
veri mær so langt ífrá, — ið
hvussu er so leingi hesar
bøkur eru óskaðiligar sum
pylsur og ikki øsa menn-
iskju upp til ómensku og
óndskap. Lættisoppalestur
verða tær eisini róptar.
Nei, her er talan um "bók-
ina", ið vil sannleikan fram
um alt, sum Leo Tolstoy
orðbar seg. Bókina við sál,
við skaldskapi. Nú hoyri eg
aftur onkran koma við
sínum hó, hó, tú við úni sál
og tínum skaldskapi, far á
vestfalli, vit kunnu ikki liva
av tíni sál og tínum skald-
skapi, av hasi "bókini", tú
tvætlar um. Vit kunnu ikki
liva uttan rullupylsu og
breyð, hvat tú so sigur.
Hvussu mangan havi eg
ikki hoyrt og upplivað nett-
upp hetta, og eg havi
svarað, um ikki beinleiðis
so í hugaum, soleiðis: Ein-
staklingurin kann saktans
vera "bókina" fyriuttan,
hann doyr ikki av tí. Men
eitt fólk, ein tjóð doyr, hon
sálast.
Nøkur demi
Men
ar ikki bara hugsað um
Kal in: im ral kan r
DOKina sum skaldskap, men
Í
eisini um bókina, ið umfatar
1 Í;
uciagsins HV fingin
alt sar gin
runt, um skúlabókina, sógu-
bókina, bókina í ymsum
vísindum 0.s.fr.
Dømi I: — Eitt fólk, ið ikki
kennir sína fortíð, sum onga
søgu hevur, er rótleyst, tað
sveimar ólukkuligt og
heimleyst í tí tóma rúmi og
fer hagar, sum vindurin
blæsur. Hugsið tykkum, um
vit onga fortid høvdu, um
vit einki vistu um okkara
fortíð og ættarlidini undan
okkum, um søga okkara var
eitt tómt, svart hol. Hvussu
ísandi kalt hevði ikki ein-
semið verið. Vit høvdu øll
somul gingid runt sum
tómir hamar og høvdu
hvørki vitad upp ella nidur,
hvørki mål ella mið, høvdu
eingi stadanøvn havt, ongar
fiskileiðir, ongan kristin-
dóm, einki, tí vit høvdu
gloymtalt, tí vithgvdu einki
minni havt. (At hetta haltar
eitt sindur, er greitt, vit hava
jú ta munnligu fråsøgnina.
Og kortini, hvussu nógv
hevði verið varðveitt á tann
hátt).
Men Gud havi lov, vit
hava fingið ein hóp av bók-
um í søgu. Tað arbeiðið hes-
ir søguskrivarar avrika,
kann als ikki metast i peng-
um. Hesi skrivandi fólk eru
av sonnum landsins aðal-
korn, segði H.A. Djurhuus
skald á sinni um tey.
Demi II: — Ella vit kunnu
hugsa okkum standin, um
ongar skúlabókur vóru. So
var heldur eingin skúli,
eingin útbúgving, hvørki
læknar ella sjúkrasystrar,
hvorki skiparar, navigatør-
arellamaskinmeistarar. Vit
høvdu einki mål havt, onga
vitan, onga mentan. Vit
høvdu ligið og kropið inni í
eini søguleysari steingld.
Hó, hó, hoyri eg aftur
onkran siga. Vitkunnu altíð
brúka danskar skúlabókur,
og so er, men tað verður eitt
veldugt arbeiði gjørt at
skriva og útvega skúlunum
tilfar á føriskum. Skal hetta
nú verða tarnað úr erva?
Bert at brúkt danskar skúla-
bøkur hevði í longdini verið
okkara málsligi og mentun-
arligi deyði. So hevði verið
ólíka lættari og ómakaleys-
ari bara at flutt allar Føroy-
arniður til Esbjerg. Men við
ongum flaggi. Tað hevði
verið stór skomm at tikið
tað við.
Dømi IM: Ella um vit
hugsa um bøkur í vísindum,
politikki, religión o.s.fr.
0.s.fr.
Følksins sål
Men undirritadi loyvir sær
at leggja serligan dent å
bókina í skaldskapi. Hon
gevur eini tjóð, einum fólki
mál. Hon letur tað í orð,
sum býr í fólkinum. Hon er
landsins sál. Tá ið Janus
yrkir. "Mítt land hevur
tostrað eitt ravnaslag, fegn-
ast tað flýgur um nætur...",
) vísir hann á eina minni
hepna og vakra síðu í sam-