Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 31. juli 1992 Petur Martin Rasmussen, dómpróvstur: Síða 3 Dundurtalu Heitti á prestarnir um at taka í egnan barm og vísti millum annað á, at tað funnust prestar, sum noktaðu at gifta skild fólk, men høvdu einki ímóti at gifta ógift, líka mikið hvat tey høvdu "bedrivi" móti gudi og monnum Ólavsgkuguðstænastan í ár gjørdist minnilig og tað er serliga Petur Martin Rasmussen, dómpróvsti fyri at takka. Hann helt eina prædiku, sum gjørdist minnilig og Petur Martin vísti á, at tað tað ikki snýr seg um jarðiskar bústaðir, so er hann ikki småtøkin. Dómpróvsturin var stutt- sagt framúr. Vanligur siður undir Olavsøkugudstænastuni, at prestur plagar at hava nøkur orð til politikk- ararnar. Men Petur Martin dvøldi stutt vid hesar og vísti á, at tað var ov takksamt bert at fílast á hesar. Hann tók heldur í egnan barm fyri prestastættina og tílíkt er óvanligt í Før- oyum. Uttan at káva útyvir dundu ordini beisk og beinrakin yvir prestaliðið kirkjufólkini í fullsettu dómkirkjuni. Fólk hugdu ikki eftir klokkuni og hugsaðu: "Nær man hann fara at enda" Nei, deydatøgn valdadi og bert titta rødd Petur Martins hoyrdist, bæði tá hann andaði út og tá hann andaði inn. Hann vísu á boðskapin í evangeliinum, sum hann metti, rætt skilt, at vera niðurbrótandi fyri okkum menniskju, sum vilja liva okkara egna lív eftir okk- ara egna høvdi. Ti evan- geliið eigur at vera ringa samvitskan hjá menn- iskjum. Evangeliið boðar hvussu vit eiga at uppføra okkum móti okkara med- menniskjum. Næstakær- leikin. Petur Martin vísti á, at vit áttu at liva lívið, meðan vit áttu tað og skilti eg hann rætt, so skuldu vit liva lívið við gllum teim dundrandi feilum íð hetta inniber og áhaldandi minna okkum á næsta- kærleikan. Slíkt fløvadi at Prestaliðið. Mynd: Jens Chr. Vang hoyra. Petur Martin visti eisini á hvussu einaræðisharrar og kirkjan gjøgnum søg- una høvdu tikid brot úr eini heild í halgu bók, sum passaði í teirra hugaheim og styrdu eftir hesum. Hann nam eisini dupult- støðuna hjá føroyskum prestum, sum noktaðu at gifta fólk, sum einaferð høvdu verið sundurlisin. Hetta gjørdu prestar sam- stundis um teir gladbeintir giftu ógift. óansæð hvat tey hava bedrivi móti gudi og monnum. Kanska summi fólk halda, at prædikan hjá Petur Martin hoyrdi heima á einum prestakonventi, Petur Martin hitar her upp til minniligu prædikuna og lesur epistilin. Hans Jacob Joensen, biskupur, sær álvarsamur úr. Mynd Jens Chr. Vang einum innanhysis presta fundi so hon Men fyri føroyska kirkju- fólkið fløvadi hon. Præd- ikan vísu á, at prestar eru bert vanlig deyðilig menn- iskju og at ein reformatión altíð eigur at fara fram í fólkakirkjuni. Kirkjan má fylgja við nútíðini. Tað var áhugavert at eygleiða teir 18 prestarnar, tá teir fingu breiðsíðuna omanyvir seg frá prædikustólinum. Fleiri sótu álvarsligiur í stólinum, aðrir kundu íkki sita í frið, og onkur hevði hug at smílast. Annars var guðstænas- tan á Olavsøku håtidarlig og sangurin ljómaði væl í kirkjuni. Kórið setti sín dám á. Og tá Olavsøku- dagurin er okkara tjóð- dagur so merkti hetta eisini sálmavalið. Feði- landið og kirkjan var høvudsevnid og tá sungið varð "Boðar tú til allar tjóðir" mundi tekjan farið omanav. harð var jústinus