Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. apríl 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 78 - 25. apríl 2003 Nr. 78 - 25. apríl 2003 25 - Til fyrilestur við Jóan Paula Joensen á Føroyamálsdeildini. Kim Simonsen Jóan Pauli helt herfyri fyri- lestur á Fróðskaparsetrin- um um brúðarsiðir, í sam- band við arbeiði við eini stórri verkætlan og bókina: ”I ærlige brudefolk”, ið út- kemur á Museum Tuscul- anum Forlagnum í ár. Jóan Pauli leitaði aftur á gamlar siðir, ið vóru tengdir at brúðleypi. Hann segði frá, at fyrr var t.d. vanligt við brúðarfylgi og brúðarfólki. Tá fólk skuldu giftast, vóru kenslurnar ikki tað mest umráðandi. Hinvegin var hetta at vera góð við hvørt annað, av og á hildið at vera ein trupul- leiki, tí hetta kundi leiða til svartsjúku. Fólk, sum gift- ust fyrr, kendu tó hvørt annað. Kirkjan vildi bert víga fólk, ið sjálvi vildu giftast. Um t.d. brúðurin setti seg ímót hesum, var eingin giftur. Sjálvt um fólk fyrr kendu hvørt annað fríggjaðu, sum man sigur, lótu tey sum einki. Tað var ikki fyrr enn til várs, at kvinnan heilsaði uppá drongin, so vóru tey forlovað. Gamalt var at royna at koma uppí dansin, har gentan dansaði. Jóan Pauli segði frá, at Jóanes Patursson, tá hann møtti konu síni, hevði at klóra í hondina á henni. Hon visti tá ikki hvat hetta merkti, at hetta var tekin um áhuga. Gudmund Bruun sigur eisini frá hesum. Fríggingarsiðir Jóan Pauli vísti ymiskan brúðamóta. Vanligt var eis- ini fyrr við gávum. Frígg- ingarsiðir í Føroyum, vóru tó sum aðrar staðir. Í Svø- ríki kenna vit siðin natfri- eri. Og úr Føroyum kenna vit øll frá Jákup á Møn, at brenna krakk, ið vit tó bert kenna frá hesum tátti. Jóan Pauli kom inná hetta við at fólk fyrr ikki kundu giftast við tríminingum, ella syskinabørnum. Mest var hetta fyri at fáa fólk at gjalda bótina, ið fólk fingu fyri hetta. Vanligt var við føroysk- um klæðum, eftir at tey vóru uppfunnin um aldar- skiftið. Stakkurin varð tó hildin at vera fínari. Jóan Pauli helt fyri um søguna hjá stakkinum, at hann er horvin, serligani í 1930in- um var hann púra burtur. Teir vit hava í dag hava før- oyskir skræddarar tekna, og eru teir tí ikki teir somu gomlu vit kunnu lesa um. Vanligt var eisini, at ser- stakir brúðarskógvar vóru brúktir. Siðir gjøgnum tíðina Gamal siður var eisini at skjóta fyri at styggja tað ónda burtur. Hetta er gamalt, ið hongur við. Siðir gjøgnum tíðina broytast, men okkurt verður eftir. Eitt annað, ið er broytt, er at nú skal brúðgommurin helst ikki síggja brúðurina, men fyrr var vanligt, at brúðafólk og brúðarpar fylgdust í kirkjuna. Í Føroy- um hugsaði man ikki so nógv um at brúðgómurin sá brúðurina, helt Jóan Pauli fyri. Hetta at pápin, ella annar maður í familjuni, leiðir brúðurina eftir gólvinum, er hvørki gamalt ella før- oyskt. Somuleiðis hetta at taka ringar á framman fyri presti, er eisini ein nðritu- alisering komin uttanlanda. At bera slør er partur av hesum, at eitt brúðleyp eisini er eitt rolluspæl, har tey, sum gift verða skulu vísa sín status og sína støðu í samfelagnum, ið kann siga okkum um t.d. kvinnan var við barn, gift fyrr t.d. slørið er symbol um kýsk- leika, tað er tí vanligt at skræða slørið aftaná, helt Jóan Pauli fyri. Hann kom runt um nógv evni í hesum fyrilestrinum, men eisini inn á meiri almenn tema og tulkingar, so sum at fólk í dag seta í senu og skapa karmarnar um henda mikla skiftissið – ella ”rite of passage”, ið giftarmálið enn er, sum man kallar hetta í antropo- logiini. Nýtulkingin av hesum skiftissiðum er serligani virksom í dag innan ymisk- ar trúðarsamkomur í Føroy- um, t.d. eru mong, ið giftast framman fyri einum tríar- maðum ljósastaka, har bert tvey ljós brenna. Tá parið er gift, seta tey eld á triðja ljósið, ið er í miðuni. Hetta er serligani vanligt innan samkomur, men eisini hevði man sæð hetta brúkt í Fuglafjarðar Kirkju. At blaka rís At blaka rís eftir brúðarpar- inum er nakað nýtt at kasta, vanligani var tað fræ, har symbolikkurin er týðuligur. At fáa nógv avkom, meðan rís er einki fræ. Polterabend er eisini nakað nýtt. Og hetta at festa okkurt, ið larmar undir brúðarbilin, og gera fortreg. Somuleiðis er hetta at klippa hol á hosurnar nakað komið uttanlanda til Føroyar. Fólk eru innovativ og vilja giftast allar staðir, í luftini, í gjógv, men før- oyskir prestar vilja ikki stilla upp til hvat sum helst helt Jóan Pauli fyri, meðan hann alsamt vísti áhuga- verdar myndir gjøgnum allan fyrilesturin. Alt gerst ógvusligari Fyrr á bygd gingu fólk hús úr húsi, eitt stað varð etið, eitt annað var kakuhús. Í dag er alt meiri framskund- að, beint eftir døgverðan í dag, verður farið undir kakur. Fyrr var dýrt at giftast, tað er tað helst enn, men vanligt var tá, at seyður skuldi fáast til vega langt frammanundan. Gamalt var at eta alt av seyði, sjálvt seyðarhøvd, rullupylsu, skinsakjøt. skerpikjøt og skonkt varð mangan. Í dag er hetta broytt, nú hava kak- urnar mangan eins stóran tðdning helt Jóan Pauli. Johanna Maria-Skylv skrivar um at konditarin og bakarin Frans Restorff hevði skuldina av at vit hava haft ein so høgt støði fyri kakur í Føroyum, at t.d. kransakaka var vanlig tððiliga í Føroyum. Talur Fyrr var ikki vanligt at halda talur, tað var bert ein, ið helt talu, og tað var prestur. Tað var meiri stilt við borðið og vanligt var við fleiri borðhaldum helt Jóan Pauli fyri. Hetta fólk gera í dag við ymiskum spølum, so sum at larma niður á tallerkin við be- stikkinum, fyri at fáa fólk at kissast, er nakað heilt nðtt. At kyssa brúðurina ella brúðgómin, um makin er burturstaddur somuleið- is. Í dag eru talur frá klokk- an 19-24 helt Jóan Pauli fyri – sum um hann vildi siga, at hetta var við at gerðast ov nógv í dag, at inflatión nærum var farin í hetta. Hann gjørdi vart við, at vit í dag síggja eina reffin- eraða æstetisering av brúð- leypinum, har alt skal passa saman, litir, dúkar, servi- ettar og klæðir. Vanligt er í dag, at fólk syngja nógvar sangur, hetta er ein broyting í mun til fyrr. Hin vegin var gamalt at fáa okkurt at drekka. Vanliga høvdu tey 200 litar tunnur við brennivíni, teir roknaðu ein litur uppá mannin um dagin, meðan konufólkini ikki drukku. Í mun til hetta er eitt afhalds- brúðleyp og hetta ikki at drekka nakað, ið merkir at brúðleypið skal skipast nógv betri, tað er helst tí at hesi spøl eru so vanlig. Ritual og nýritual Veitslurnar byrja, við at øll eru fitt og pen. Seinni koma fólk fyri seg, práta saman og ressast við, at enda endar alt í gaman. Dagin eftir eru øll tey somu aftur. Vanligt var at dansa alla náttina í Føroyum. dansurin gekk so leingi brúðleypið helt á. Brúðardansur var ein partur av ritualinum. Seinni hava vit sæð brúðarvalsin komin til Føroyar úr Dan- mark, har fólk troðkast saman. Jóan Pauli visti at siga, at íslendingar dansaðu ikki til brúðleyp, teir lósu langar yrkingar til langt út á náttina. Brúðarsong Vanligt í gomlum døgum var at leggja brúðarparið í song, har brúðarfólk, sungu og grótu fyri manninum og kvinnuni – hetta afturi í miðøldini. Entá prestur var við. Har hesi vóru løgd at sova, nærum nakin, meðan hini hildu á við brúðleyp- inum, men hugburðurin og kynsmoralurin broyttist, so at tey at enda lógu í í øllum klæðunum. Pipar Eitt nýtt er at gera nogv burturúr við piparkvørnir. tá maður ella kvinna fylla 30 ár. Eitt annað er poltera- bend, er at taka mannin ella kvinnuna við sær og gera sera niðrandi ting við við- komandi. Hetta er alt eisini nýtt. Gamalt var at senda drunn til føroysk brúðleyp. Í Íslandi var mangan ein hestafansur brúktur til at senda runt til brúðleyp í Íslandi. Hetta at senda drunn í Føroyum er í dag er helst horvið. Hvør skal bjóðast? Gamalt var at man ikki fór við einum skipi, um man ikki var boðin. Somuleiðis var tað eisini fyrr við brúð leypinum. Í dag bjóða mong, men eisini er vanligt at tekna seg til brúðleyp, ið helst er nakað heilt serfør oyskt, so fornermar man ongan, meðan brúðarparið hin vegin sjálvi kunnu spæla fornermaði um fólk ikki koma. … Eftir fyrilesturin vóru fleiri spurningar. Eg spurdi Jóan Paula, um ikki nógv fólk kendu seg ovbyrað av øllum hesum nýggja, og um fólk vistu hvat lá í hesum ymisku siðum? Hann helt fyri, at fólk sum so ikki vistu hvat lá í teim siðum tey vóru partar av ella nýtulkaðu, men at onkur í bygdini ella aðrar staðir vistu tað helst. Og at hetta við at fylgja við, hendan æstetiseringin av øllum kanska merkti nakað fyri brúðurina. Fram kom spurningur um hvør hevur goldið brúðleyp í Føroyum? Jóan Pauli helt fyri, at føroyingar vildi ikki tosa um tað. Onkur annar helt, at vanligt var, at verfaðuri hevur goldið. Men helt Jóan-Pauli, at hetta vistu vit ikki so nógv um. Nær helt man brúðleyp, spurdi onkur? Allar dagar uttan fríggja- dag. Nú er tað altíð leygardag, var svarið. Ein spurningur var um gávur? Har vóru fleiri siðir. Man kom ikki við gávuni fyrr enn í brúðarhús í gomlum døgum, men hetta er broytt í dag. Eitt áhugavert kvøld. Vit kunnu gleða okkum til bókina. Nýritualiseirng og brúðarsiðir í Føroyum KROSSORÐ Rosa Strøm Hoyvíksvegur 43 100 Tórshavn Hvønn fríggjadag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka- deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka- grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys- unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum fríggjadagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan. Vinnari: Loysunar- orðið: ……………………………………… Navn: ……………………………………………………… Bústaður: ……………………………………………… Bygd/býur: ……………………………………………… 338 Lesið føroyskt – hugsið føroyskt! Frá BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: ❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl ❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/ Beinta Johannesen ❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen ❑Meistarin og teir fýra skrivararnir - Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi Frá FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNI: ❑Villini súgdjór - Dorethe Bloch/Edward Fuglø ❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir ❑Havið - Bogi Hansen ❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness ❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen Bøkur og annað tilfar – bæði innan og uttan skúlagátt Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: KRINGSETING GJALDOYRAKURSIR USA Dollarar Bretland Pund Svøríki Króna Noreg Króna Sveits Frankur Ísland Króna Kanada Dollari Japan Yen Evra 23.04.03 678,4800 1070,7000 81,4900 94,7700 492,7900 8,9400 468,6200 5,6410 742,5300 Ultimo mars 681,6300 1076,9100 80,1900 94,0100 503,0100 8,8900 463,0800 5,7489 742,6400 Gjaldoyrakursir ásettir av danska Tjóðbankanum Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn T-post: gikt@gikt.fo www.gikt.com Skrivstovan: Tlf. 31 02 37 Opið: týs- og hósdag kl. 11.00-14.00. Fibromyalgibólkurin: Opið mánadag kl. 11.00-13.00. Foreldraumboð: Nicolina Højgaard, heilsusystur tlf. 31 47 50 Ungdómsumboð: Sára Tummassardóttir tlf. 37 31 06. MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins er at stuðla áhugaleiklist og menna hesa mentunargrein í Føroyum. Formaður: Hilmar Joensen, Nólsoy. Listarligur ráðgevi: Birita Mohr. Dagl. leiðari: Malan Matras Joensen. Heilafelagið, MBF-húsið Íslandsvegur 10C tlf./fax 321520 Telefontíð hvønn týsdag kl. 18.00-20.00. MBF – Meginfelag teirra brekaðu Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 09.00 og 16.00. Íslandsvegur 10C, FO-100 Tórshavn. Tlf. 317373. Fartlf. 264839. Faks: 310813. t-postur: mbf@post.olivant.fo Heimasíða: www.mbf.fo Alzheimerfelagið Tórsbyrgi 16 100 Tórshavn Heimasíða: www.alzheimer.fo t-postur: sigmo@post.olivant.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið á tlf. 313102. Demenslinjan er telefonráð- geving í øllum viðvíkjandi demens. Tlf. 313102 svarar týsdag kl. 18–20. Sinnisbati Íslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn tlf. 322544 · Fax 310813 T-postur: sinnbati@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mikudag frá kl. 16.00-18.00. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Javni Skrivstovan er opin týsdag til fríggjadag kl. 10.00-14.00. Adr.: Hoydalsvegur 40, 3. hædd. Tlf. 314827 – fax 310557 Teldupostur: javni@post.olivant.fo Heimasíðan www. javni.fo Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15.00. Tlf. 31.7597, fartlf. 22.2381, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo heimasíðan: www.deaf.fo Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimun- um: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Føroya Felag Móti Krabbameini Grønlandsvegur 58, Tórshavn Telefontíð mánadag til fríggjadag frá kl. 13-15. Tlf. 317959. Teldupost: ffk@post.olivant.fo www.ffk.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 444796, Hallbjørg Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið, Íslandsvegur 10c, Tlf./fax 311419. Upplatingartíðirnar eru: hvønn hósdag kl. 16.30- 18.00. Føroyingafelagið í Odense hevur opið hvørt fríggjakvøld frá kl. 20. Tú finnur okkum á Rugårdsvej 21 (kjallarin), 5000 Odense C. Tlf.: 25395563 Teldupostur: ffo@post.gs www.ffo.subnet.dk TILTØK C M Y K 25 24