Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 31. juli 1992 Síða 11 Soleiðis skal dømast Nøkur dómi kunnu visa Málverjin gerst partvis útileikar Stórar avmarkingar koma 25. juli í gildi, tá tað snýr seg um rættindini hjá málverjanum at nýtahendurnar. Longu tá Næstved var og vitjaaði GÍ sást, at nýggju reglurnar viðvíkjandi mál- verjanum vóru á veg. Í venj- ingardystunum í Gøtu sein- asta vikuskifti og á Svanga- skarði tyskvøldid (landslið- ið og KÍ) og hóskvgldið (B36 og KÍ) vórðu teir nýttir, og 25. juli verða teir formelt galdandi. FSF hevur samtyktat nýggju altjóða reglurnar skulu galda í 1. deild frá 25. juli, meðan tær í hinum deildunum koaa í gildi kappingarárið 1993. At tær koma í gildi í ovastu deild- ini longu nú, skal m.a. síggjast í ljósinum av al- tjóða luttøkuni bæði hjá landsliðnum og KI og B36. Tað, sum broytingin snýr seg um, stendur í grein 12, og tað ljóðar soleiðis: Táein leikari við vilja sparkar bóltin til sín egna málverja, er ikki loyvt målverjanum - um at nerta bóltin vid hond- unum. Um målverjin nertir bóltin við hond ella hond- um, skal hann revsast við einum óbeinleiðis frísparki, ið skal takast frá tí staði, har brotið varð framt. FIFA hevur sent øllum fótbóltssambondum Vvið- merkingar til lógarbroyt- ingina, og í føroyskari um- seting eru hesar soljóðandi: Orðini, ið ein serliga eig- ur at leggja ul meris i oman- fyri nevnda broti, eru sparkar og nerta/nertir. Sparkar er nakað ein ger við fóti ella fótum, og nerta/ nertir skal skiljast beint, sum tað er skrivað í greinini. Hetta hevur við sær, at málverjin ikki bara verður sektaður, um hann tekur bólun upp aftan á slíka av- levering til hansara, men eisini um hann bert nertur han við hondunum. Hetta merkir eisini, at málverji kann taka bóltin við hond- unum, um bólturin verður avleveradur til hansara á annan hátt enn við fótunum —Lv.s. at annar likamslutur enn fótur nertur seinast við bóltin — L.d. at bóltur verður avleveraður við høvdi, bringu, læri, knæi, skinna- Leikararnir mugu taka broytingarnar til sin Annars verður misnøgdin stór, m.a. tí leikarar verða vistir av vølli fyri slíkt, sum higartil hevur verið sæð sum smálutir. Tað verður stórri trupulleiki hjá leikarunum at taka við broyttu reglunum, enn tað verður hjá dómarunum. Hesa meting hevur ein av okkara fremstu dómarum, Niklas á Líðarenda, sum eisini er limur í dómara- deildini hjá FSF: — Taka vit broytingina viðvíkjandi málverjanum, og nær hann hevur loyvi at nýta hendurnar, so skal pressaður leikari taka stóðu í nógv knappari vend, enn dómarin hevur, tá hann skal dóma, um tað, ið fór fram, nú var sambært reglunum ella ikki. Tað snýr seg um sekund, men í slíkum føri er tað long tíð at hugsa seg um i. Niklas á Líðarendaer ikki í iva um, at tað fer at ganga skjótt at liva seg inn í nýggju reglurnar: — Vit hava longu sæð i venjingardystunum, sum hava verið, at málverjarnir eru komnir á lagi ikki at nýta hendurnar, tá viðleik- ari leggur aftur, og vit hava longu sæð og hoyrt, hvussu hugflogið verður nýtt fyri at sleppa undan at verða sekt- aður. T.d. er vorðið vanligt í 2. deild í Týsklandi, sum longu hevur leikt fleiri um- fór eftir summarsteðgin, at leikari, ið ikki er kroystur, tá hann leggur aftur, nertur bóltin við skinnabeininum ella knænum í staðin fyri at sparka aftur. Læra skjótt Dómarin heldur, at tær royndir, sum seinastu árini eru gjørdar við broytingum av reglunum, hava ikki bor- ið serliga stórar trupulleikar við sær. Onkuntíð hevur verið at sæð, at dómari hev- ur verið í so gjølla roknandi í tulkingini av tí nýggja, men sum heild hevur tað gingið frálíkt. Í hesm sambandi greiðir Niklas frá, at hann nakað síðani sá dómara tulka reg!- una harðliga, sum sigur, at málverjin ikki eigur at hålv- bjarga fyri síðani at taka bóltin upp í hendumar. Í nevnda dóminum lá mál- verjin í leysum lofti og hevði ongan møguleika at halda bóltinum, sum hann alíkavæl var fyrstur á og tók. Dómarin bríkslaði fyri óbeinleiðis frísparki, og tað var skeivt. Á Andin í bæði tí førinum og so nógvum gðrum sigur, at tað skal sektast, um mál- verjin miðvíst parerar og so tekur við hondunum. Skal hann gera tað, so krevst, at haan hevur tamarhald á støduni alla tíðina, og tað hevði málverjin ikki, sum beini og so framvegis. Eisini merkir orðaljóðið í greinini, at hon ikki bert er ætlað at nýtast í sambandi við, at bólturin verður skot- in aftur ul málverjan, so- leiðis sum onkrir fjølmiðlar vilja vera við. Hvgnn veg skotið verður hevur ongan týdning — tað, ið hevur týdn- ing er, um leikari við vilja spælir bóltin við fótunum til málverja sín. Heldur ikki hevur tað týdning, at slík avlevering til málverjan í sjálvum sær ikki er revsiverd. Trupul- leikin er fyrst og fremst, tá málverjin nertir bólun við hondunum, tí framvegis er loyvt målverjanum at spæla bóltin við bringu, fóli og so framvegis. -nn- bleiv sektadur i nevnda før- inum. Hondbólturin tók Skjótt við læru Tað eru teir, sum rokna við, at tað verður ikki frítt av misnøgd við nýggju reglur- nar um gul og reyð kort í sambandi við seinking, tá frispørk skulu takast. Bestu ráðini frá Niklasi í tí sam- bandinum er, at leikararnir fáa gjølla vegleiðing í, hvussa nýggju reglurnar eru hesum viðvíkjandi. Dómaradeildin hjá FSF skipar fyri skeiði fyrsta vikuskiftið í august. Skeiðið er fyri øllum dómarum og venjararnir eru eisini bodnir við. Málið er sjálvandi, at teir venjingarkvøldini kunnu greida leikarunum frå, hvussu teir skulu bera seg at, ella í hvussu so er at greiða leikamum frá, hvussu teir ikki eiga at bera seg at. Niklas á Líðarenda heldur tó ikki, at broytingarnar nýt- ast at bera trupulleikar við sær. Hann vísir td. á, at hondbóltsleikararnir tóku skjótt við læru, tá reglumar vórðu broyttar, soleiðis at tað bar útvísing við sær, um bólturin varð tveittur ella sparkaður burtur frá stað- num, har lógarbrot varð framt. -nn- hvussu reglan skal nýtast: 1. Ein verjuleikari sparkar bóltin ul málverjan, ið nert- ur hann við hondunum. Sv: Óbeinleiðis fríspark. 2. Álopsleikari sparkar bóltin móti máli; á vegum rakar bólturin ein verjuleik- ara og endar hjá málverjan- um, ið tekur hann við hond- unum. Sv: Leikur heldur fram (viðleikarin hevur ikki vid vilja spælt bólun ul mål- verjan). 3. Ein verjuleikari sparkar bóltin til målverjan, ið er uttan fyri brotsteigin. Við fótinum spælir hann bóltinn í brotsteigin og tekur bólun við hondunum. Sv: Óbeinleiðis fríspark. 4. Ein verjuleikari skjýtur málspark ul egnan mál- verja, ið er staddur uttan fyri brotsteigin. Við fótunum spælir málverjin bóltin inn í brotsteigin og tekur hann við hondunum. Sv: Obeinleiðis fríspark. Greinin ger ikki mun á um bólturin er í leiki ella hetta er sonevnd "deyðbólts- 5. Ein álopsleikari sparkar móti máli; ein verjuleikari leggur bóltin stillan fyri at málverjin kann koma ul og taka hann við hondunum — hvat hann eisini ger. Sv: Obeinleidis frispark. 6. Ein verjuleikari sparkar bélun til egnan málverja, sum å sjålvan målstrikuni tekur bóltin við hondunum — og sostatt forðar fyri at bólturin fer í mál. Sv: Obeinleiðis fríspark — og ongin onnur revsing. Ikki ber ul at sekta sambært reglugerðini um fråtøku av uppløgdum målmøguleika (altjóða avgerð nr. 16) ti målverjin verdur ikki revs- aður fyri ólógliga "hands". (Meginreglan er jú, at mál- verjin kann nýta hendur í egnum brotsteigi). 7. Ein verjuleikari spælir við hælinum bóltin til mál- verja sín, ið nertur hann við hondunum. Sv: Obeinleiðis fríspark. 8. Málverjin er komin útum egnan brotsteig og fær við fótunum tíkið bólun frá einum mótleikara. Mål- verjin rekur inn í brotsteigin og tekur båltin við hondun- um. Sv: Leikur heldur á. Sein- asst at nerta bóltin var gin mótleikari. 9. Ein verjuleikari og éin álopsleikari renna báðir eftir bólunum, og sum úrslit av taklingini endar bólturin hjá málverjanum, ið tekur hann upp. Sv: Um dómarin heldur, at veruleikarin ikki við vilja spældi bólun ul málverja sín, heldur leikur fram. Heldur dómarin hin vegin, atætlanin var at spæla bóltin til málverjan, verður dómt óbeinleiðis fríspark. 10. Ein verjuleikari spælir bóltin til annan verjuleikara, sum, uttan at nerta hann, letur bóltin fara víðari til málverjan, ið nertur hann við hondunum. Sv: Lógarandin, ið liggur sum gurndarlag fyri ískoyt- inum ul grein 12, ger, at omanfyri nevnda framferð eigur at revsast við óbein- leiðis frísparki. 11. Ein verjuleikari sparkar bélun tvørtur um egnan brotsteig, har eingin annar leikari enn målverjin er i nánd. Málverjin rennur út og tekur bóltin. Sv: Eisini her er tað lógar- innar andi, at dómt verður óbeinleiðis frispark. Sama ger seg galdandi, sjálvt um leikarin í veruleikanum sparkar bóltin burtur frá málverjanum, men tó við teiri ætlan at målverjin kann renna eftir bóltinum og taka hann. 12. Ein verjuleikari vil sparka bóltin burtur, men rakar hann skéivt, soleiðis at bólturin frá fóti hansara í stain endar hjá málverjan- um, ið tekur hann. Sv: Leikur heldur á (bóltur- in var ikki vid vilja spældur til málverjan). ; i i 3 & — BET