Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 upp. Semja er i ár gjørd við tey skip, sum hava veiðu- loyvi á Flemish Cap, at tey skifta um 750 tons av toski við grønlendsk skip. Møgu leiki er so fyri 3 veidu- loyvum í Eysturgrønlandi hjá hesum línuskipum, og grønlendingar kunnu so veiða 750 tons á Flemish Cap Stongd øk: og nógv hjå- veiða við Svalbarð gav trupulleikar í vár; men tað eydnaðist at fáa semju við Noreg um at lata uppaftur. Grønlendska heimastýrið hevur arbeitt við eini ætlan um at steingja Eysturgrøn- land fyri rækjuveiðu seinna helming í 1992. Landsstýr- ið vísu á, at hetta kann ikki galda foroysk skip, uttan at samráðingar hava verið. Kvotuumbýti er nú vorð- ið so fastur táttur í sam- vinnu landa millum, at landsstýrið ikki væntar tær stóru broytingarnar kom- andi ár. Studulin til fiskivinnuna Fyrra hålvår hevur lønjavn- ingargrunnurin goldid 106 mill. kr. út. Størsti parturin var kilostudul — heilar 66 mill. kr. ella 62%, og 39 mill. kr. ella 37% eru goldin sum inntøkutrygd ul fiski- menn. Harumframt var 1 mill. útgoldin i eygleidara stuðli til skip, sum royndu i kanadiskum sjOgvi. Arbeiðið at broyta ella leggja fiskivinnustuðulin um, heldur fram. Ein polit- isk nevnd arbeiðir vid mál- mum, og hevur biðð um ummæli frá vinnuni og ser- kønum. Í sambandi við fri- handilssáttmálarnar = hava EF og EFTA sett krøv um broytingar i studulsskipan- ini. Tey hava tað sjónarmið, at skal fríhandil vera við fiskavørum, skulu ongar kappingaraavlagandi skip- anir vera. Politiska nevndin skal greiða, hverjar stuð- ulsskipanir eru gagnligar í samfelagsbúskapinum og ikki = kappingaravlagandi. Setningurin er at røkka endaligum ursliti í heyst. Skipanin við fiskivinnu- ráði og fiskivinnustarvs- nevnd hevur heldur ikki virkað seinasta árið. Lands- stýrið fekk viðhald í rættin- um, at lógin um fiskivinnu- ráð er rætt umsitin; men málið er kært. Landsstýrið hevur ti í týðandi málum sett seg beinleiðis í sam- band við vinnufeløgini, sum seta limir í fiskivinnu- ráðið og kallað ráðið inn. Samrådingar vera tiknar upp við feløgini at finna fram til, um lógin um fiski- vinnuráð eigur at verða broytt. viku. Avloysara fyri sjúkrasystur sum er í farloyvi, frá 1. august 1992 og árið út. Starvið er fulltíðarstarv í dagvakt, og inniber eisini undirvísing av lesandi til sjúkrasystrar sambært nýggju útbúgv- ingini. Lønir eru sambært såttmålan imillum Sjukrasystrafelag Føroya og Føroya Landsstýri. Eru ynski um meiri vitan um størvini, kann ringjast til leiðaran á tlf. 16788. Umsóknir, avrit av prógvum og mogu- lig viðmæli skulu sendast leiðaranum a Lágargarði Stoffalág 84 Box 1188 | 110 Tårshavn Røktar- og umlættingarheimið Egner lýsir við hesum eftir sjukrasystrum, til niðanfyri standandi storv. Starv sum deildarsjúkrasystur á Mið- stovu frá 1. august 1992. Skikkaður umsekjari er til starvið. Sjúkrasystur i kvøldvakt frå 1. sep- tember 1992. 56 timar adru hvørja Nr. 142 — 31. juli 1992 Løgmadur um arbeiðsloysið i élavsøkurødunt: Bera I felag »Føroyska samfelagið er hóast alt so sterkt, at bóru vit øll okkara part, kundu vit slept orðinum kreppaa og heldur talað um minking í framlopi føroyinga«. Lógmaður segði: Ov líuð råvørutilfeingi og skuld ul útheimin kunnu gerast upp í tølum ella tøkniligum frágreiðingum, men avleiðingin fyri hin einstaka føroyingin og væl- ferð hansara — ella tey okk- ara, sum meinas verða rakt — ikki kann verða fullýst í tólum um nýtslu, inntøku og utreidslu ella møguleikar til at taka hjá ti einstaka. Kortini er ongin tvi um, at hitt mest grkymlandi vandamálið er tað sama sum hjá grannum okkara: Ov stórt arbeiðsloysi. Øll politisk og onnur tiltøk mugu tí minka um hetta og økja virksemið aftur, tó ikki avlaga búskapin so, at álitið uttanlands á, at vit megna at virka okkum burtur úr ver- andi stóðu, fýkur. Hetta er trupul málsetn- ingur, tí tiltók viðvíkjandi gjaldsjavna, landskassa- halli, fløgum og virksemi oftast hvort sær roynast á einum øki, men hava gv- ugta ávirkan á hini. Tí kann málið um allan búskapin í javnvvág ikki sleppast úr eygsjón eina løtu. Minkaða virksemið á ymsum økjum er lýst í fylgiskjólunum og frá- greiðing frá búskaparráð- num, men tiltøkini oki fyri øki verða fráboðað í hesi frágreiðing míni. Eitt hitt tydningarmeste í strembanini at útvega flest- um hondum arbeiði er, at hugsjónin um at fleiri herðar mugu bera, ú teir bera betri og meiri enn færri, ikki verður slept, ella við ødrum orðum, at soli- dariteturin, sum er ibygdur øllum vælferdarsamfeløg- um, framvegis verður ver- andi. Tíverri er tað enn ein minniluti av føroyingum, sum ber meginpartin av byrðunum av trengru tíðun- um. Hin stóri meirilutin hevur enn ikki merkt broyt- ingarnar. Sannleikin er, at tóku vit øll okkara part, kundu vit slept orðinum kreppa og heldur talað um eina mink- ing í framlopi føroyinga. So sterkt er kortini hetta sam- felag. Men sum er, kenst hinum arbeiðsleysa stødan nívandi og vónleys. Lands- stýrið hevur tí roynt at fáa fleiri fakbólkar at tola eitt lítið nos beint nú, men undirtøkan er enn ivasomu. Vit verða framhaldandi í lóggávu og á annan hátt at virka fyri, at byrðarnar ger- ast lættari, tí tær verða lagd- ar á fleiri herðar. Arbeiðsloysið var vorðið munandi, tá ið henda sam- gongan tók við, og tað er munandi enn; men vit mugu av øllum alvi forða fyri, at tað gerst varandi og soleiðis eins og í fleiri lond- um gerst eitt båskaparpolit- iskt styringarambod. Lóggávan um arbeiðs- loysistrygging er eitt stig rætta vegin: men skatta- og avgjaldslóggávan kann ger- ast munin rættvísari og helst geva stórri ikast til samfe- lagsraksturin, tó at hin ein- staki ikki kennir hetta tyngri. Fíggjarlógarkarmurin má innan alt ov drúgva tid rúmkast nakað aftur, helst einar 2-300 mill. kr., og virksemið, sum verður rikið í honum, verða samskipað betur, munadyggari og bí- ligari. Nýggj tollóg tók við |. februar, og uppskot til lóg um meirvirðisgjald er lagt fyri tingið. Slík lóggáva samsvarar avgjaldsskipan- um í ødrum londum, og hon vidkar samstndis skatta- grundarlagið, og gevur helst inntøkur frå fleiri borgarum enn áður. Soleiðis verða møguleikar at broyta per- sónsskattaskipanina ávegis eini bruttoskattaskipan skaptir. Rentuskattaskipanin = er broytt frá ognarskatti til lág- an skatt av rentuni. Eisini her er skattagrundarlagið víðkað. løgurnar í åttatiårunum hava fingið mangt skotið fyri bógvin, og rætt er, attær vóru einar 300 mió. kr. ov stórar hvørt árið. Hetta vístu figgjarfrødingar og politik- arar alla tíðina á. Men at føroyingurin ikki hevur havt stórar fyrimunir av hesm, er alt annað enn rætt. Allir iøroyingar hava notið gott av teim, m.a. tí vit sluppu undan ti arbeiðs- loysi, sum herjaði aðra- staðni hest ár. Arbeiðsloys- ið kom ikki til okkara fyrr enn 10-15 ár seinni enn á meginlandinum, og hóast fleiri skip aftur er mist av landinum, eiga vit enn vinnutól, sum nógv betur enn fyrr seta okkum før fyri al troyta nýggjar møguleik- ar, tá ið slíkir møguleikar gerast tøkir. Lítið hevði verið at gjørt í Barentshavinum, í Irming- erhavinum ella á heilt djúp- um vatni í útsynning úr Før- oyum, áttu vit ikki hesi vala- fór at farið við nú. Valið ímillum 10 ár við arbeiðsloysi og einum nið- urslitnum vinnutóli meira enn 10 ára gamalt og so støðuna nú vit kortini hava møguleika at basa arbeiðs- loysinum aftur eftir 2-3 ár- um afturat, tí vit eiga vinnu- tól, eigur at verða havt í huga, áðrenn alt okkara samfelag, okkara politisku skipanir og okkara møgu- leikar verða lastað í sand og øsku. Tá valdu føroyingar síðuna, sum var í áttati- árunum, heldur enn 10 ára arbeiðsloysi. Rentur og av- dráttir av almennum lánum eru kortini ikki hægri enn 300-350 mió. kr. árliga, og fevna eisini um øll iløgulån í åttatiårunum, har hitt al- menna útbygdi munandi. Stovnandi Aðalfundur h L/FULLARVIRKI BÚNAÐARMANNA verður á Hotel Hafnia fríggjadagin 21. aug., kl. 14. Fyrireikingarnevndin