leygardagur 1. august 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
agt til rættis:
Oddbjørg
Poulsen
Jåkup droymir
Minnast tit søguna um, tå id Gud bad Åbra-
ham ofra sin son Isak?
Og um hvussu Gud rópti á Åbraham og bad
hann ikki gera Ísaki nakað, tí at nú hevði
Hann sæð, at Abraham elskaði Seg
Tann Isak, hann fekk ein son, sum æt
Jákup
Hesin Jákup mátti einaferð flýggja frá
einum sum æt Laban, og fór tí langa leið av-
stað
A hesi ferð hansara opinberaði Gud Seg fyri
Jákupi
Jákup var troyttur av ferðini, og fann sær
ein stein at hvíla høvdid á, og legði seg at
sova.
Meðan hann svevur, droymir hann. Og
hetta var ein dreymur frá Gudi.
Jákup så ein stiga standa á jørdini, og ovari
endin á stiganum kom upp til Himmals, og
Guds einglar gingu upp og niður gjøgnum
hann.
Gud talaði við Jákup í dreyminum, og segði,
at Hann vildi altíð verða við honum.
Tá Jákup vaknaði var hann so glaður, og
Hann lovaði Gudi.
Gudynskir altíð at opinbera Seg fyri okkum
menniskjum, og uppá ymiskar mátar. Hann
vil so fegin, at oll menniskju skulu síggja
hvussu Hann elskar okkum, og at Hann
hevur umsorgan fyri okkum. Tí var tað, at
Hann sendi Jesus, sum gav Sítt lív á
krossinum, fyri at frelsa okkum frá allari
A Golgata opinberaði Gud Sín kærleika til
okkara, og gav okkum Jesus sum mill-
ummannin, ella sum stigan millum jørdina
og Himmalin, ella millum menniskju og Gud.
6
>
Ger eina striku frá 1 til 12.
Nr. 143 — 1. august 1992
Javnadartingmenninir Jåkup Lindenskov og Jéannes Dalsgaard
við skerjingarnar á Landssjúkrahúsinum og løgdu fram
niðanfyristandandi fráboðan á tingi 6lavsøkudag.
Undirritaðu tingmenn
Skulu við hesum boða frå, at
vit eru ikki nøgdir við av-
gerðina, sum landsstýrið
hevur tikið um skerjing av
virkseminum á Lands-
sjúkrahúsinum, ti upp-
hæddin tl eykajáttanina,
sum sekt varð um fyri 1992,
ikki er játtað. Vit átala, at
hetta mál, ið snýr seg um
heilsuna og trygdina hjá
øllum føroyingum, ongan-
tíð veruliga hevur verið við-
gjørt av landsstýri og fíggj-
amevnd. Framferð lands-
styrisins i hesum måli er
oydileggjandi fyri arbeids-
lagið og órógvar dagliga
raksturin og dagligu gongd-
ina á Landssjúkrahúsinum.
Nógv bendir á, at >sparing-
arnar< í longdini verða dýr-
ari fyri samfelagið, sam-
stundis sum avgerð lands-
stýrisins leiðir til eitt
lækkað røktar- og viðgerð-
arstødi.
Undirritadu hava i dag
gjørt enn eina roynd at
sannføra tingbólk og lands-
stýrismanning — javnadar-
floksins um, at Lands-
sjúkrahúsinum eigur at
verða veitt so munagóð
eykajáttan, at sleppast kann
undan fráboðaðu uppsagn-
unum -fyri harvið at varð-
veita trygdina. Hendaroynd
okkara er vorðin avvíst av
javnaðarflokkinum við tað,
at tingmanningin fult og
heilt tók undir við avgerð
landsstýrisins viðvíkjandi
landssjúkrahúsinum. Vit
harmast um hesa stóðu ting-
bólksins og gera vart, at hon
ikki er í tráð við heilsupoli-
tikk floksins annars.
Viðgerðin av sjúkrahús-
málinum fyrst í fíggjar-
nevndini og sidan í ting-
bólki javnaðarfloksins hev-
ur tíverri gjørt tað greitt fyri
okkum, at tað er endamáls-
leyst at reisa málið á løg-
tingið. Sum eina seinastu
roynd, heita vit tó enn eina-
ferð á landsstýrið og fíggj-
arnevndina um:
atsamtykkja neyðuga eyka-
játtan so landssjúkrahús-
ið ikki verður noytt at
skerja viðgerðina og
sjukrarøkuna = uppaftur
meira, enn gjørt er vid
longu framdum sparing-
um.
atseta fakliga nevnd at
koma vid åliti um fram-
tíðar bygnað, arbeiðsbýti
og skipan fyri heilsuverk
Føroya.
Vit mæla inniliga frå at
nyta heilsuverkid sum finnu
i rongskygdum lokal- og
partapolitiskum talvi, so-
leiðis sum rikið hevur verið
uppundir í seinastuni. Vit
vóna ti, at henda okkara á-
heitan vinnur fram hjá
landsstýri og figgjarnevnd.
Á tingi, Glavsøkudag 1992
Jákup Lindenskov
Jóannes Dalsgaard
Familjudrama undan Ólavsóku
Sonur frá sær
sjálvum heima
--Kom undir ommuna, soleiðis at hon breyt mjódnina og mátti
opererast mánadagin, mamman liggur heima við brotnari hond
Sunnudagin varð ein mað-
ur frá sær sjálvum inni hjá
mammuni, sum býr í
Havn. Maðurin knústi
ymiskt innbúgv, hann
kom undir ommuna, sum
er 85 ára gomul. Hon datt,
breyt mjødnina og varð
mánadagin løgd undir
skurð á
landsjúkrahúsinum.
Mamman liggur nú
heima við bráðkaðari
hond og øðrum snuddum
var Orrustuni.
--Sonurin hevur hótt
meg eftir lívinum og eg
skilji ikki, at hann fram-
vegis gongur leysur. Poli-
tiið var á staðnum, men
teir gjørdu onki, sigur
mannan.
--Eg havi verið hjá lækn-
anum, hann hevur bundið
meg til, og hann segði
Stuttsagt, at eg sá ræðulig
út, sigur mannan.
Politiid váttar
--Tað er rætt, at vit hava
verið í húsunum sunnu-
dagin, tí har var húsa-
ófriður. Vit tosaðu part-
arnar til rættis, og sum vítt
eg dugi at síggja, so er
ikki nøkur víðari kanning
í gongd í hesum máli,
sigur Suni Winther,
stødleidari á politistødini í
Havn.
--Men harvið sigi eg ikki
at málið er lagt burtur.
Kemur ein anmeldilsi um
harðskap og læknaváttan,
so fara vit víðari, sigur
Suni Winther.
jústinus
Lundar
Í komandi viku og framyvir vera ísl.
lundar at fáa fyri 15,- kr./stk.
Bílegging á tlf. 73.247.
Suðuroyar Kjøtsøla
v/ Rudolf Tausen - 500 Vágur - Tlf. 73.247