týsdagur 4. august 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
su
Nr. 144 — 4. august 1992
2) sostalurin MN
Síða 17
Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Blues Festival 1992:
Ellington-messa í Vesturkirkjuni
60 sangarar, solistar og tónleikarar — Norwegian Ellington Singers og Stórbandið Blæst úr Berg-
en — fara at framføra Duke Ellingtons 2nd Sacred Consert í Vesturkirkjuni. Hetta er eitt hitt for-
vitnisligasta tiltakið á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Blues Festival í ár.
Níggjunda Tórshavnar
Jazz-, Fólka- og Blues
Festival verður í næstu
viku. Sjálv stevnan byrjar
í Norðurlandahúsinum
mikudagin 12. august, tá
íslendski fólka/rock og
vísubólkurin Islandica,
indianski bólkurin
Titicaca úr Peru, Lars
Lilholt Band úr Danmark
og føroyski
jazzfrockbólkurin Paria.
Men longu sunnudagin
spælir íslendski bólkurin
Íslandica í Vágum. Týs-
dagin verða tey í Framtíð-
ini í Vági.
Týsdagin spælir Paria í
Gongugøtuni í Havn
ímillum kl. hålvgum fýra
og hálvgum fimm.
Tónleikur verður annars í
Gongugøtuni alla vikuna:
mikudagin spælir
nólsoyarbólkurin
MIKIJÓSI, hósdagin
Ravnsfjall Blues Band,
fríggjadagin danska saxo-
fonkvartettin Saxmachine
og leygardagin indianski
bólkurin Titicaca.
Eisini verður jazz- og
fólkatónleikur at hoyra í
SMS. Mikudagin Spælir
Titicaca, hósdagin norsk-
føroyski bluesbólkurin
Blá Røtter, fríggjadagin
stórbandið Blæst úr
Bergen og leygardagin
Nordic Swing Band .
Konsertirnar í Gongu-
gøtuni og SMS eru ókeyp-
is.
Úti um landið
Men Tórshavnar Jazz-,
Fólka- og Blues Festival
verður ikki bara í Havn.
Umborð á Høganesi í
Runavík verða Vladimir
Dikanski (Russland),
Jannika Hággstróm
(Svøriki), Jon Bertelsen
(Noregi) og Blå Røtter at
hoyra næsta vikuskifti.
Í Bygdarhúsinum i
Nólsoy verða Kári P.,
Jannika Håggstrøm, Jon
Bertelsen og Vladimir Di-
kanski at hoyra hósdagin
13. august.
Islandica verður at
hoyra í Vágunum Nú
sunnudagin (9/8), í fram-
tíðini í Vági týsdagin 11/8
og í Bygdarhúsinum á
Strondum hósdagin 13/8.
Tá spæla teir saman við
indianska bólkinum Titi-
caca.
Sum vera man spæla
flestu tónleikarar í Norð-
urlandahúsinum. Konsertir
verða í Konserthøllini,
Klingruni og Musikkcafé-
ini mikukvøld, hóskveld
og friggjakvøld, og leyg-
ardagin 15. august verður
gallakonsert í Stóru Høll
ímillum kl. 19.30 og kl.
23.
Endað verður við kon-
sert í Vesturkirkjuni
sunnudagin 16. august kl.
19. 60 sangarar, solistar
og tónleikarar fara at
framføra Duke Ellingtons
2nd Sacred Consert
Føroyskir tónleikarar
verda Kåri P., Hanus Jo-
hansen, South Stream Is-
land Swing Quartet (sang-
bólkur úr Sudurstreymi),
Heðin Meitil, James Olsen
Bluesband, Sigmund Is-
feld (spælir við í Blå Røtt-
er), jazz/rockbólkurin Pa-
ria, bólkurin Tvass, nóls-
oyarbólkurin MIKIJÓSI
og Fuglafjarðar Gentu-
jazzkór - hesaferð leiðir
kendi danski kórleiðarin
og tónasmiðurin John
Høybye.
Vilja hava
leygardagin vid
Hetta er niggjundu
ferd, skipad verdur fyri
Tórshavnar Jazz-, Fólka
og Blues Festival. Fyrstu
ferð var í 1984, og øll
árini hevur
Norðurlandahúsið verið
karmur um tiltakið.
Aftur í ár er Brandur
Øssursson høvudsfyrireik-
ari.
Hann sigur, at vanliga
byrjar Tórshavnar Jazz-,
Fólka -og Blues Festival
týsdag - men fyri at fáa
leygardagin við verður
ikki byrjað fyrr enn miku-
dag. Hann sigur, at áhoyr-
ararnir hava viljað hetta
leingi.
Eisini byrja konsertirn-
ar kl. 19.30 í ár - ikki sum
fyrr, kl. 19. Brandur sigur,
at fólk fær illa komið kl.
19 og missir tískil tær
fyrstu konsertirnar. Hóast
vanliga er útselt til fyrstu
konsertirnar, er sjáldan
meira enn hálvur salur -
og um átta-tíðina er for-
høllin á tremur av fólki,
sum ikki sleppur innar í
húsið.
Visustevna uppii
Norrøna Felagid hevur
stuðlað tiltakið í ár. Fel-
agið hevur latið norður-
lendskum vísusangarum
ferðastudning til stevnuna,
soleidis at ein nordur-
lendsk visustevna er vid i
sjålvari skrånni. Hetta
sæst m.a. å gallakonsertini
leygardagin 15/8, tå sera
nógvir visusangarar eru
við eitt nú Kári P. og Han-
US.
Á hesi gallakonsertini
verða - eins og í Havnar-
myndum - fimm ymiskir
pallir. Hetta ger tað nógv
lættari hjá tónleikarunum
at skiftast.
Brandur var við at fyri-
reika Havnarmyndir, og
har fekk hann roynt,
hvussu riggadi við øllum
hesum pallunum.
- Slík hugskot fært tú,
tá ið tú fæst við høllina í
mong ár, sigur hann.
Eisini verða stólargðini
sett á skák hvørt móti ødr-
um - í "sildabeinsvovn-
um" mynstri (eftir øllum
at dóma eru tey á
Málstovuni farin í
summarfri. so ikki eydn-
aðist at fáa uppspurt, hvat
hetta eitur á góðum før-
oyskum, blaðm.).
Brandur sigur, at teir
hava altíð viljað farið út
um landið alt við tónleika-
Danska saxofonkvartett-
in Saxmachine verður at
hoyra í ár
Jútski vísusangarin Niels Hausgaard er eitt av stóru nóvnunum.
tiltøkunum, men higartil
hevur hetta reint praktiskt
ikki borið til. Men nú gera
bygdafeløgini, at tað er
lættari. Fyrr mátti tú fyri-
reika alt sjálvur. Nú eru
James Olsen plagar at
savna heilt fit av fólki. Í
ár spælir Plúmm undir
hini plássini betur fyri í so
máta, sigur hann.
heri
Til øll brúðarpór
Sendið okkum brúðarmyndina
og tit fáa hana í blaðið ókeypis.
Sosialurin
ynskir
tykkum
hjartaliga
tillukku vid
brúdleyps-
degnum og
blíðan byr
frameftir
ag
fer
py
Lýsið í Sosialinum
Vit vildu fegin sett
brúðarmynd av
tykkum í blaðið, har
tit eisini fáa
møgulerka til eina
heilsan til tey, sum
mintust tykkum
á brúdleypsdegnum
Vit senda myndina
aftur beinanvegin.
Sendið myndina til
Sosialin
postrúm 76
110 Tórshavn