Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 4. august 1992 annað, sum vit skila íkki petti av. Og vit høvdu vant okkum við yrkingarnar hjá Janusi Djurhuus — so kemur Steinbjørn og yrkir: Lotið tolið síl smíl þh DM Og Rói tekur til: hvat er at yrkja? tann ið dugir tað lærir tað aldrin tann ið ikki hevur lært tað enn hevur nokk altíð dugað tað tað er at krógva seg at krabba seg ímóti streyminum at droyma í litum pynta uppá eitt meistara- verk við ósjónligum blekki prógva at jørdin er flot fara í grind við skrivi- maskinuni fara til arbeiðis kl 4 um morgunin vera bundin í 107 ár selja sína sál ul flutnings- bandið blomstra í sugguni vegleiða tann síggjandi villa tann blinda vera navnleysur og analfabetur stava seg igjøgnum tað seinasta skríggið vera eftirlitsmaður á transsibirisku jarn- breytini skriva brøv til rosu luxemburg um eina superstar ið vitjaði á nátt Spurningurin er, hvat merkir tað »at skillja«? Vit skillja helst í veruleikanum sera lítið. Vit hava tað frá- líka orðið >bráðvakurt< — tað er nakað, sum í fyrsta viðbragdi fangar eygað ella oyrað, men brátt varnast tú, at har býr so lítið undir, møguleikarnir eru so av- markaðir. Vit kunnu tá siga, at hetta, sum í fyrstu atløgu tóktist áhugavert, var ikki gott og átti kanska ikki at verðið rópt list. At einum ødrum lista- verki kanst tú verða drigin, tí okkurt er, ið fangar hugin, hóast verið kanska er illa atkomandi — >óskiljandi<, sum vit plaga at siga. Er hetta ein yrking, lesur tú hana ferð eftir ferð, er tað tónleikur, lurtar tú aftur og aftur, er tað ein mynd, setur tú teg fleiri ferðir at hyggja. Tú varnast hvørja fer okkurt nýtt, ið tú gavst ikki gætur áður, varast kanska eitt nýtt viðbragd ella eina rørslu, ein streym, eina mót- gangandi rytmu, ein heilt nýggjan samanhang. Er tað soleiðis, er listaverið helst gott, tí tað rúmar fleiri møguleikum, tað hevur fleiri týdningar í sær, tað letur seg upp fyri tær. Men nær hevur tú »skilt« tað? Fatar tú heildir og saman- setingar, ert tú vorðin ríkari, tú sansar og gleðist, men lívsins stóru viðurskifti eru gåtufør og ikki soleiðis at »skilja«. Men tað má bera til at greiða frá hesum, vil onkur siga. Nei, tað er sera torført at greiða frá einum lista- verki, og tann ið krevur tað, nýtir skeivan lykil til skeiv- ar dyr. Hann má gloyma sínar fordómar og sína vanahugsan og fara um høvudsdyrnar við opnum sinni og sansum. Støddfrødingarnir hava stórar trupulleikar við at greiða frá, hvat ein linja er, hvussu skalt tú tá kunna greiða frá eini tekning, ið hevur túsund linjur? Tey mest einfaldu viðurskifti eru sera torfør at lýsa — onkur segi, eg havi gloymt hvør:»Royn við fáum orð- um at greiða frá, hvussu eitt glas av vatni smakkar<. Hóast hetta er tað sjálvsagt ein uppgáva at royna at greiða frá list. Men tú fært einans bent á avmarkaðar lutir — tað gåtuføra, ið er tað týdningarmesta, verður eft- ir. Georges Braque skrivaði eina heila ritgerð um meg- ina, tað loyndarfulla hevur í listini: >Tað einasta, ið hevur gildi í listini«, sigur hann, >er tað, sum ikki kann greiðast frá... Tá ið mysteri- ið trýtur, trýtur eisini poesi- in«. Eg hoyrdi einaferð í norska útvarpinum tað gitna skaldið Ømulf Øverland (hetta var arkivupptøka) siga í eini samrødu um yrk- ingar, hann las á gamals- aldrinum: >Jeeg líker ikke digte, som jeg forstár>. Tann, ið einans kann góð- taka tað, ið hann skilur, livir í eini sera trongari verð, tann verðin mátti verið heldur enn ikki innihalds- leys og keðilig. Listamaður kann hann so ikki vera. Men líkter til,atsummi fólk hava tað soleiðis — og tey verða firtin ella óð, tá ið tey síggja >óskiljandi< myndir, ið bara 7 tykjast at vera maks og klór — „máling oyst yvir lørift«, ella hoyra >óskiljandi< tón- leik, ið einans tykist at vera tilvildarlig ýl og hvin. Atein gerst illur er sjálvsagt í lagi í sjálvum sær — tað kann vera eitt nátúrligt andsvar til eitt listaverk, ið ein heldur vera vánaligt, men eingin orsøk ertil at vera illur um, at lista- fólk gera verk, ið eru ikki eftir eins egna høvdi. Tann ødin er órímilig — listin hevur jú so óendaliga nógv- ar formar, at tan, ið íkki heldur seg »skilja« ein form, eitt nú sonevndar ab- straktar myndir, hevur ríki- ligt høvi til at finna sær eitt annað øki. Og at reka fram- undir, at onnur, ið veruliga hava áhuga fyri hesi list, eru >snobbar< ella óærlig, er heilt burturvið. Nú sigi eg sjálvsagt ikki, at rímiligt lutfall er millum hesi stóru orð og okkara lítilláánu = Ólavsgkufram- sýning, men í grundregluni er kortini eitt samband. Onkur hevur sagt, at tað kann vera stórri koll velung í einum málningi av appel- sinum í einari skál enn í tí ramligasta manifestinum. Til seinast nøkur orð um prisimar, ið »teir etabler- aðu< seta á listaverk síni. Teir eru nakað á sama stødi, sum vit kenna í Norður- londum yvirhøvur, heldur lægri kanska. Nøkur lista- fólk klára seg, onnur noyð- ast at arbeiða annað arbeiði við síðuna av, men eingin verður ríkur. Men eg havi hug at nevna, at roynt hevur mangan verið at gera grafikk í Føroyum. Grafikk- urin skuldi verid meira demokratiskur, á tann hátt at fólk flest skuldu havt ráð til at keypt sær original grafisk blød — steinprent, linoprent ella annað. Men føroyingar hava higartil ikki viljad havt grafikk, åhugin tykist vera sera lítil. Vit hava kortini ikki givið skarvin yvir, royna nú at seta á stovn ein grafiskan verkstað í nýggja Listaskálanum í teirri vón, at áhugin fer at vaksa fyri at ogna sær hesi ódýru lista- verk. Bárður Jákupsson tíðindablaðið Síða 15 Týsdagur 4. august Týsdagur 4. august 06.30 BBC Breakfast from London 16 15 Smolkarnir 0855 Olympic Grandstand 16.45 Guiding Light 1000 BBC News from London and 17.30 Eydnuhjólið Weather 18.00 Grannar 1005 Olympic Grandstand 18.30 Tidindi 1100 BBC News from London and 18.35 The Fanelli Boys World Weather 19.05 Stuntmaðurin 1105 Olympic Grandstand Táið Steve Ferris, ein stuntmadur, sum 1200 BBC News from London and kennir Colt, næstan doyr av einari fram- World Weather forslu, verður Colt tíkin ístaðin. Men Colt 1205 Olympic Grandstand hevur illgruna um, at hetta var ikki nøkur 1255 World Weather vanlukka. Tryggingarfelagid fer at kanna 1300 BBC News from London and málið nærri. Imeðan uppdagar Colt, at World Weather stolið gull er smuglað inn í fleiri stuntbilum 13.30 Early Travellers in North 20.00 Hollywood Wives America: A Bed And Board 26 Tidindi 1350 Olympic Grandstand 1800 Olympic Grandstand 1945 Inthe Garden: August 2000 BBC World Service and Worid Weather ALBERT SQUARE! 22.40 Tibindi 2245 TwilightZone Marsha White er í einum vøruhusi, og ska keypa sær ein fingurbolia av guli. Hon verður vist til 18. hædd og fer vid lyftini Komin langt upp uppdagar hon, at har er eingin, og ætlar sær nidur aftur. Men so kemur ein vinna, og spyr hana um hon kann hjålpa sær vid nøkrum 2310 Líðugt 21.00 21.30 22.00 23.05 00.00 The Real McCooy 36 | Antenna: Mind Movies 5:6 | Franco: Behind the Myth Olympics Today Close Sjónvarp Føroya Tysdagur 4. august EuroSport : 07.45 OL Tysdagur 4. august 13.30 Stedgur 05.00 Olympic Morning 1345 OL 05.30 Eurosport News 17.30 Steðgur 06.00 Olympia Club 19.20 Barnasendingin (ft) 06.30 Olympic Morning 1955 SvF-lysingar 07.00 Tennis 20.00 Dagur og vika 08.00 Canoeing SvF-lýsingar 10.00 Tabletennis 20.30 Jeeves og Wooster 1100 Badminton 21.25 OL 12.30 Olymic News 23.30 Liðugt 1245 Tennis 16.30 Eurosport News . 1700 Tennis - 18.00 Equestrian Events Utvar p Føro a 19.00 Weight Lifting po 0 Fastar sendingar gerandisdagar: : ympia Club 22.30 Eurosport News 7.15 Veðurtíðindi og tíðindi 2300 Boxing 7.18 Morgunlestur £ 01.00 Olympia Club : = Veðurtíðindi og tíðindi 01.30 Eurosport News -35 Summermorgun 0200 Tennis 8.00 Veðurtíðindi og tíðindi 8.05 Summarmorgun - framhald 9.00 Veðurtíðindi og tíðindi 9.05 Morgunlestur 10.00 Veðurtíðindi og tíðindi 2 10.05 Fimleikalstan 10.10 Lurtararnir og vit. 11.00 Tíðindi 12.00 Tíðindi 12.01 Middagstónleikur 12.15 Veður og valuti 12.20 Tíðindi og kunngerðir 12.35 Døgurbaténar 13.00 Veðurtíðindi 17.00 Veðurtíðindi og tíðindi 18.30 Veðurtíðindi og tíðindi 20.00 Veðurtíðindi og tíðindi Týsdagur 4. august 06.00 Awake on the Wildside 09.00 VJ Paul King 1200 VJSimone 15.00 MTV's Greatest Hits 16.00 The MTV Coca-Cola Report 16.15 MTV at the Movies 16.30 MTV News at Night 16.45 3From 1 17.00 YO! MTV Raps Today 17.30 MTV Prime 19.00 Dial MTV 19.30 MTV 's MTVIVA Barcelona 21.00 MTV's Greatest Hits Tysdagur 4. august 22.00 The MTV Coca-Cola Report 09.30 Tvey -2.partur 22.15 MTV at the Movies 1101 Fritid og náttúra 22.30 MTV News at Night 1705 Summarljóð 22.45 3 From 1 1800 Barnaútvarpið 23.00 MTV's MTVIVA Barcelona 1900 Feroyarídag 00.00 Hit List UK 1930 Rockredaksjónin