týsdagur 4. august 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Um tað bráðvakra „
og tað torskilta
Sosialurin og Sjónvarpið
hava kent seg kallað at fara
rættiliga í hernað ímót
Olavsøkuframsyningini.
Ætlanin kann hava verið, at
hetta skuldi snúgva seg um
úrvalið og listaverkini, og
hetta kundi so ført til, at
framsýningin varð um
mæld, listafólkunum til um-
hugsunar. Men
varð ikki. Ístaðin hendi nak-
að heilt annað. Líkt er til, at
ein neisti onkursvegna hev
ur fest í ógvusligar inni-
byrgdar agressiónir. Undan
kavi kemur ein beinleiðis
andstygd ímóti nøkrum
samfelagsborgarum, 10
kalladir verda »listaelitan«,
>tey etableraðu<, >tey stóru
og kendu«, ið vilja
>SVANSa<, >dominera<,
fremja >eimaræði< og ong-
um ødrum sleppa framat og
halda ungdóminumniðri, ið
hótta kann teirra priviliger-
aðu stæðu, ið byggir á
>snobbarí, hátíðarligheit og
leiung eftir støðu, ið byggir
á >snobbarí, hátíðarligheit
og leiting eftir >sál<<. Við
»kaldari hond... er nógv frá-
lík list hildin uttan fyri
framsýningina<. Í lesara-
brøvum og viðtalum verða
allar hugsandi illgitingar
leitaðar fram — m.a. tann, at
hugsað verður í
um, hvør innsendarin er
»nevndin átti als ikki at vit-
20, hvør listamadurin ella
-kvinnan er, medan dømt
verdur«. At geva nevndini,
ið stilar fyri, høvi ul at svara
øllum hesum skuldseting-
um, hevur sjålvsagt eingin
stundir til, nå bålini loga.
lllgitanin av teirri so-
nevndu »elituni« er ódám-
lig. Einki av listafólkum
okkara kundi funnið upp á
at brúkt hetta heitu. Tað
verður gjørt ul nakað ill-
grunavert at duga sítt ar-
beidi og verasoleiðis fyri, at
verið hepnast. Hetta erjú
tann skinbarliga Jantelóg
hjá Aksel Sandemose, ið
kemur í gildi. Nú hildu vit
annars, at hon var ikki rætti-
liga galdandi í Føroyum,
hóast ein kundi ræðast fyri
tí í so lítlum samfelag.
Listafelag Føroya, ið
stilar fyri framsyningini, er
eitt åhugafelag, ið hevur til
endamál at stuðla føroysk-
ari list. Hvor, sum vil, kann
vera limur, limatalid er um
350. Hetta er sostatt ikki
felagið hjá yrkislistafólk-
unum — tey hava sítt egna
felag, Føroysk Myndlista-
fólk. Av teimum 5 nevnd-
arlimunum í Listafelag Før-
oya plagar 1 at vera lista-
soleiðis
fyrsta lagi
fólk, tó, hetta stendur einki
um í lógini. Felagið varð
stovnað í 1941, í 1948 varð
tann fyrsta Olavsøkufram-
syningin hildin, frå 1950
hevur hon verid å hvørjum
ári. Felagið heitir á nøkur
listafólk at stíla fyri Olav-
søkuframsyningini, hesi
eru ikki tey somu á hvørjum
ári, í ár vóru tað tey ungu
listafólkini Arker Morten-
sen, Andrias Andreasen og
Øssur Johannesen, sum
saman vid Guðrið Poulsen
og Amariel Norðoy skipaðu
fyri. Janus Kamban setti
myndaskránna saman, sum
hann hevur gjørt í so mong
ár. Nú kann hvor sær gera
sær metingar um hesi fólk
umboða ta illgrunasomu
»elituna«. Tey seinnu árini
eru so mong verk send inn,
at pláss hevur einans verið
fyri helminginum. Eitt úrval
verður gjørt, og sjálvsagt
roynir nevndin at leggja
dent á listarliga góðsku — og
at fáa eina góða heild fram.
Tað munnu nú vera eini 8 ár
síðan eg sat í hesi fram-
syningarnevnd, men eg
trúgvi ikki eina løtu, at tað
kemur henni ul hugs at
halda ungdommiligum
royndum, stuttleika og
sprelli« niðri við kaldari
hond. Tvørturim6u — tað eg
kenni ul eru øll líka spent
upp á, hvat kemur av nýggj-
um, hverjar ungar gávur eru
at siggja, og vanligt er, at ey
ungu »debutera« á hesi
framsýning.
Nú skilji eg, at ein orsøk
til øsingina, er at ein ungur
maður hevur ikki fingið síni
verk við — eg havi ikki sæð
tey og kann tí ikki meta um
avgerðina, men eg gangi út
frá, at blaðfólkini hava eitt
grundarlag at meta á. Um so
er, er tó einki legið í tí, at
meiningarnar kunnu vera
ymiskar. So mikið veiteg, at
tað at ein maður er ungur í
árum, nýtist ikki at merkja
tað sama sum at hann um-
boðar nakað nýtt og óspilt.
Tann, sum í dag umboðar
tað frískasta og uppruna-
ligasta í føroyskari list, er 72
ára gamal.
Tað er jú altíð hugstoytt,
tá ið ikki gongst, sum ein
hevði ætlað — men er tað
satt, at hetta er so stórur
sorgarleikur? I ítróttinum
verður valt út — einans 11
mans kunnu spæla á lands-
liðnum. Onkur verður vón-
brotin, tað er eyðsæð. Í
einum orkestri kann einans
eitt ávíst tal av tónleikarum
vera. Tað er mong, ið ikki
fáa ta útbúgving, tey ynskja
sær — at skúlaskapur byggir
á próvígkur, sum summi
ikki klára, tykist vera van-
liga viðurkent.
Innan júst myndlistina ert
tú ikki so illa staddur. Fleiri
framsyningarhøli eru her í
Havn, ið tú kanst fáa við
sera lagaligum ella ongum
treytum, mangir smáir og
stórir bólkar fyrireika fram-
sýningar, eitt nú >Kon-
trast<, ið hevði framsýning í
Listaskálanum nýliga. Tað
stendur einum og hvørjum
frítt at stovna ein nýggjan
bólk ella sýna fram einsa-
mallur. Nakað annað er, at
summar av framsýningun-
um hava tað felags, at einki
krav verður sett yvirhøvur,
alt verður hongt upp í einum
hurlivasa, vánaligt og gott
hvørt um annað uttan fyrilit.
Enntå kensluleysar fidus-
myndir sleppa vid. Tætt
plagar tað at hanga, soleiðis
at so nógv sum møguligt
kann sleppa við.
Men soleiðis arbeiðir
Listafelag Føroya bara ikki
— tað má vera endamál fe-
lagsins at vera alternativ til
heta og leggja dent å
góðsku. I 1948 ráddi um hjá
fealgnum at livga øllum
nálum, tær vóru ikki so
mangar tá. Síðan hevur
verið ríkur gróður, og upp-
gávan má nú vera at hækka
stødid, at meta okkum ein-
ans við tað besta. Tað mátti
einki forgjørt verið i, at
hendan eina framsýningin
hevði tað stavnhald.
Hesin ungi maðurin eigur
at dríva á, mála og tekna,
menna sítt sjálvsálit og síð-
an senda verk síni inn til
Olavsøkuframsyningina
eina aðra ferð.
Ein megintrupulleiki tyk-
ist vera, at amatørar og
yrkislistafólk sýna fram
saman. Hetta fremsta eyð-
kenni hjá Olavsøkufram-
sýningini er tilætlað. Tað
vit vita um í gðrum londum
eru amatørvirksemi og pro-
fessionalitetur tveir ym-
iskir heimar — áhugamálini
ganga hvert sín veg. At
amatgrar og professionel
sýna fram saman er
rættiliga sjáldsamt, so sjáld-
samt, at Ólavsskuf ramsýn-
ingin er vorðin gitin. Eina-
ferð fekk eg áheitan úr
Finnlandi um atkoma hagar
at greiða frá hesum positiva
fyribrigdi, at tað ber til at
hava eitt listaliv, ið ikki
setur mark millum amatgrar
og professionel. Vit hava
verið eitt sindur errin av
hesum. Men kanska ber
hetta ikki til longur — tað
Nr. 144 — 4. august 1992
kann henda, at hetta fer í
søguna, tað kann herferðin
í Sjónvarpi og Sosiali
kanska vera tekin um.
Sjálvur haldi eg tað vera
spell, um so verður.
Eg sedgi í áðni, at vit
høvdu einki veruligt um-
mæli sæð. Hetta kann ikki
vera rætt, vil onkur halda —
hvat við blaðsíðu 6 í Sosial-
inum nr. 142? Tað er bara
tað, at hasa greinina hava vit
lisið so mangar ferðir áður,
enntá við somu yvirskrift,
>Nýggju klæði keisarans<,
so hon sigur okkum einki
nýtt, og tí fáa vit tíverri líuð
gagn av henni. (Neyvan var
tað hetta, H. C. Andersen
ætlaði við sínum flogvituga
ævintýri). Í Føroyum stóð
greinin í Dagblaðnum fleiri
ferðir í 1970-80-árunum.
Men hon kemur fram við
ávísum millumbilum víða
hvar, í óseriðsum bløðum
og tíðarritum, eins og ség-
umar um Loch-Ness djórið
og tann flúgvandi borðisk-
in.
Í 1920-30 árunum kom
greinin regluliga í týskum
og soyjetuskum bløðum og
tíðarritum, hetta endaði við
herferð hjá Stalin og Hitler
móti nýggju listini, ið førdi
til, at ein hópur av heimsins
mest týðandi listafólki
flýddi og búsetti seg í
Amerika og Onglandi -
burturúr hópinum kunnu vit
nevna Bela Bartók, Thomas
Mann og Oskar Kokoschka.
Tað er jú soleiðis, at tá ið tú
skalt taka stóðu til nakað, ið
er ókent og sostatt mangan
<óskiljandi fyri vanlig
fólk<, so noyðist tú at hugsa
sjålvstdugt, og tað er sum
kunnugt sera vandamikið
fyri einaræðið. Tí er lista-
fólk vandamikil. Men latum
okkum líta at høvudsinni-
haldinum í ummælinum í
Sosialinum — próvfgrsluni.
„Máling oyst yvir lørift,
við einstøkum tilvildarlig-
um strikuskapilsum inn i-
millum og svakliga saman-
blandaðum litum, so ein
ikki ivast í, at fleiri av hes-
um fólkum høvdu havt gott
av at fingið kannað
eyguni... Tað sær út til, at
høvudsendamalid við hesi
abstraktu listini er at ør-
kymla sum mest, so eingin
skal kunna fáa nakað burt-
urúr...<
Vit fáa ikki nógv at vita
um, hvat Sosialurin heldur
vera góða list, men onkur
ábending er kortini, m.a.
hesi orð, ið siga rættiliga
nógv um grundsjónarmið
skrivarans: >Og tað mest
harmiliga av tí heila er, at
fleiri av hesum góðu fólk-
um... kunnu bæði avmynda,
lýsa og endurgeva bæði
lutir, kenslur, stemningar
og annað, men velja heldur
at fara ein túr í mjørkan eftir
fýrakantum, ið bert variera í
liti um teir eru beinir, skeiv-
ir ella øvugtir. Farið ein túr í
onkran barnagarð og finnið
har tykkara javnlíkar — men
kortini yvirmenn í sannari
og hjartaligari list«. Aðra-
staðni stendur >Sonn list...
Vakrir litir og vgkur motiv
— Stutt sagt: List!<
Listafólkini skulu altso
avmynda, lýsa og endur-
geva, nýta vøkur motiv og
vakrar litir. Her síggja vit ta
stóru misskiljingina. Hetta
er ikki, hevur ongantíð
verrið og fer ongantíð at
verða endamálið hjá listini.
At vísa okkum tað væl-
kenda, tað vanabundna, tað
ið ikki órógvar og tekur
okkum av fótum, hava vit so
mangar aðrar samfelags-
stuðlar at taka sær av. Sum
kunnugt er ein stórur undir-
haldsidnadur, ið byggir á
hetta, ein hópur av filmum,
bókum, tíðarritum og blød-
um hava einans hetta enda
mál, og hjá okkum tykjast
fjølmiðlarnir við fáum und-
antøkum hava at kalla ein-
ans ta uppgåvuna í løtuni.
Hvat skal listin? Tad ber
ikki til at greida ut i æsir,
hvat hon skal. Hon er so rik
og fjølbroytt og ymisk, at
eitt heilt liv røkkur ikki til at
kenna hana. Mangur hevur
roynt at tilskila, hvat hon
skal, men tað er altíð óhepp-
ið og miseydnast vanliga.
Eitt er víst — hon vil heldur
tað óvissa enn tað trygga,
hon skal veraein avbjóðing,
hon skal seta nýggjar spurn-
ingar og leiða okkum inn á
ókendar, stundum vanda-
miklar leiðir. Skuldi upp-
skrifin hjá Sosialinum
verðið brúkt, hevði listin
ongan tydning havt, bøkur
hjå eitt nå Victor Hugo og
Charles Dickens høvdu ikki
verid skrivadar. Hetta eru
megnar listaverk, ið hava
ikki minni enn broytt heim-
in. Filmirnir hjá Chaplin,
Bergmann og Bunuel
høvdu ikki verið, vit høvdu
ikki búð í teimum húsum,
vitbúgva í og nýtt tey klæði,
vit ganga í. Tá ið kubisman
kom fram sum myndlistar-
lig nýhugsa, tóktssthon
samtíðarfólki nógv meira
torskild, enn listin á Olav-
søkuframsyningini ger í
dag. Men, sum danski lista-
ummælarin Povl Henuing-
sen tók til: »Avirkanin hjá
kubismuni var so ógvuliga
stór, atum ein genta í dag fer
inn í eina klædnabúð í
Haparanda og velur sær ein
summarkjóla, so standa
Braque, Léger og Picasso
ósjónligir undir líðini á
henni og hjálpa henni við
valinum<. Men einki steðg-
ar —tåi0 kubisman er komin
til Haparanda, mega nyggir
målarar taka ny ggjar trupul-
leikar upp.
Tað kann vera ringt at
skilja, at listin alla tidina
skal broytast. Hetta er so
mødsamt. Hvi kunnu vit
ikki steðga og siga, at ni má
vera sum er. Uttan mun til,
hvussu nógvar greinir, væl-
meinandi blaðmenn skriva
um tað, kann hetta tó ikki
broytast. Tað hevur verið
roynt so mangan til fánýtis,
tí broytingin er listini í holdi
borin. Vit fáa einki gjørt við
tað, tað er bara soleiðis, at
góð listafólk velja altíð
royna at fara um mark og
royna torgongdar leiðir.
Nú høvdu vit júst góð-
tikið litríku landslagsmáln-
ingarnar hjá Ingálvi, vit
høvdu vant okkum við teir —
og so ferhann gud hjålpi
mær at mála nakað heilt