Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAN A a DA Nr. 144 — 4. august 1992 Síða 13 Skála vann sunnudagin steypafinaluna á VB 2-1: Steynið fyrstu ferð uttan fyri Havnina Steypafinala, kvinnur. VB-Skála 1-2 (0-1) 0-1: Ingun Hansen 1-1: Jona Dahl 1-2: Ingun Hansen Hóast hampuliga stødd er Skåla ikki millum størstu pláss í landinum. Og tó hev- ur eydnast Skála at gera væl og virðiliga vart við seg inn- an bæði hondbólt, kappróð- ur og ikki minst fótbólt. Tað eru bert tvey ár síðani Skála vann FM-heitið fyri kvinnur í fótbólti — sama ár- ið vunnu fleiri av somu spælarunum eisini FM- heitið í hondbólti — og nú sunnudagin eydnaðist eis- ini at vinna steypakapping- ina hjá kvinnunum. Hetta hendi í einum rætti- liga spennandi dysti á ovara velli í Gundadali seinna- Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, handaði steyp og heiðursmerki partin sunnudagin, tá Skála vann 2-1 á VB, eftir at stød- an í hálvleikinum hevði ver- ið 1-0 ul Skála. Tað var tó eins nógv og kanska meira, ið fyrra helmingin av dystinum vildi benda á, at Dagblaðs- steypið, ið spælt varð um, eins væl fór at enda suðuri í Vági. VB-kvinnurnar = sýndu nevniliga gott spæl, og tær høvdu serlig tydiligt yvirtak å midjuni, har Beinta og Margrith Augustinussen í flestu førum høvdu alt at siga. Yvirvågin såst eitt nå eisini å, at VB i fyrra hålv- leiki hevði fimm horna- spørk, meðan Skála bert hevði tað eina. Men ikki lá tó so væl fyri hjá VB at fáa skapt nakrar vandamiklar kjansir burtur úr hesum. Skála meira burturúr Tað lá hinvegin væl fyri hjá Skála á tí gkinum. Skála hevði sjálvt í fyrra hálvleiki teir vandamestu málkjans- irnar, og kom eisini á odda beint fyri hálvleik. Bólturin varð spældur aft- uri úr høgru síðu fram á miðjuna til Sóley Mikkel- sen, ið at kalla beinanvegin sendi ein stingara fram til Ingun Hansen, ið hevði sett ferð á. Málverjin hjá VB kom út ímóti, men kortini eydnaðist tað Ingun úti í vinstra horni at toyggja seg og fáa prikað bóltin í málið til 1-0, tá bert tveir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. At vera komnar afturum soleiðis, hugaði ikki VB- Mynd: Hilmar Jan kvinnunum, ið royndu sítt ítarsta fyri at fáa okkurt burtur úr til egnan fyrimun. Men tað var ikki so lætt, tí nú hevði Skála otað sær meira til av spælinum, ið var nógv Skála-venjarin Alvur Hansen Skála, steypavinnarar hjá kvinnum 1992. Aftast frá vinstru: Anita Hermansen, Petra Weihe Alma Joensen Eydbjørg Lervig, Marjun Mikkelsen, Palma Petersen, Ju- liet Poulsen, Sólvá Hansen og Alvur Hansen, venjari Fremst frá vinstru: Borglis Berthelsen, Sóley Mikkelsen, Diana Heinesen, Paula B. Jacobsen, Marjun Johansen. Ingun Hansen, Bjørg Mikkelsen og Sonja Jacobsen meira javnt enn i fyrra hålvleiki. Sostatt helt Skála fram við at fáa vandamiklaru mál- kjansirnar. Og kortini... VB eydnaðist at fáa javn- að út, tá seinni hálvleikur var hålvrunnin. Miðjan hjá VB vann bóltin frá Skála, og so varðroynt at fáa eitt álop í lag. Hetta sá tó út til at gerast rættiliga trupult, ti alt endaði í einum trunka, men so setti Jona Dahl mitt í ti heila fótin á bóltin og flukt- aði hann við makt upp í net- takið til javnleik 1-1. Sjålvsagt førdi hetta til stóra gleði á VB-liðnum, men hon gjørdist stokkut, tí løtu seinni var tad aftur Ing- un Hansen, ið var upp á spæl. Eftir eitt hornaspark eydnaðist ikki VB-verjuni at sparka bóltin burtur, og so var Ingun bara á staðnum og prikadi einaferð aftrat, og so var 2-1. Hóast nakað av tíð var eft- ir enn, so komu ikki fleiri mál, og harvið hevði Skála sum fyrsta líð uttan fyri Havnina vunnið Dagblaðs- steypið. fekk IT luftturin Mynd: Hilmar Jan Aftanå dystin handadi ÍSF-forsetin Heðin Morten- sen liðforkvinnuni hjá Skála Almu Joensen steypið, og helt hann, at nú mundi tíðin vera komin til, at føroyskur kvinnufótbóltur eisini fór at royna seg uttan fyri landa- mørkini. Hyggja at Ísrael Um tað er nakað av ti, skálakvinnur kundu hugsað sær, skal vera ósagt, men í hvussu er fara tær allar í annadkvøld á Svangaskarð at hyggja at útlendskum fót- bålu, tá ísraelska landsliðið skal meta ti føroyska. Hetta hevði Skála-venjarin Alvur Hansen lovað spælarunum, um tað eydnaðist at vinna dystin, so hann noyðist út við 15 atgongumerkjum til steypavinnararnar. Annars var ein kaffi- munnur at fáa i Losjuni á Skála, tá liðið var komið innaftur, og har hugdi rætti liga fitt av fólki inn á gólvið at fagna nýklaktu steypa- vinnarunum. hj. Mynd: Hilmar Jan