Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 153 — 15. august 1992 Í USA kann tú fáa bót ella fongsulsrevsing, um tú handlar við Kuba. 30 ára gamla handils- bannið gongur hart útyvir kubanska fólkið Í norðurlondum fer ein umfatandi innsavning í løtuni fram av undirskrift- um móti 30 ára gamla handilsbanninum hjá USA móti Kuba. Og hendan innsavning verður eisini í Føroyum. Tað er vinar- felagið Føroyar/Kuba sum stendur fyri. Tá kubanska kollvelt- ingin var av, avgjørdi USA at steðga øllum sam- handli vid Kuba. Tå var ein politisk meining aftan- fyri, men hendan er burtur i dag, nå kommunisman ikki er nøkur hóttan móti amerikanska samfelagnum Handilsbannið kom ikki orsakað av kubakreppuni sum mundi elvt til at risaveldini mundu brostið saman, men áðrenn Tá USA sum er nógv tann sterkasta figgjar- megin í Ameriku avgjørdi at steðga samhandlinum við Kuba, merkti hetta ikki bert eitt boykott frå USA, men eisini teimum londum, sum eru fíggj- arliga bundin at USA. Einasti parturin av heim- inum, sum kundu haldla við Kuba, uttan at hetta fór at fáa fylgjur vóru londini í Warshava- samgonguni. Tí tók Kuba upp samhandil við eitt nú Sovjetsamveldid. Men í dag er eystureuropa ikki tað sama sum fyrr, tað er búskaparliga armað og hevur sjálvt tørv fyri hjálp og tí fæst einki hagani. Tað kann tykjast eitt sindur bakvent, at kubanar mugu innflyta olju úr Sovjet, tá nøkur av heimsins stórstu oljufram- leiðaralondum, eittnú Venezuela og Mexico liggja innan hundrað fjórðingar frá Kuba. Men USA revsar hesi lond, selja tey nakað til Kuba Aðrenn kollveltingina fór so at siga allur handil á Kuba gjøgnum ameri- kanskar hendur. Hevði USA tikid handilsbannið aftur, so hevði hetta merkt, at onnur búskaparliga sterk lond kundu tikið samhandilin uppaftur við Kuba. Kuba hevur í dag nakað av samhandli við felags- marknaðarlondini og eisini Kanada, men handilsbannið hjá USA hevur ótrúliga sterka ávirkan á hvat hesi lond vága at handla við Kuba. A Kuba er stór kreppa í løtuni. Har manglar so at siga alt av gerandisvørum. Men serliga meint er oljutrotið, sum næstan steðgar menningini av samfelagnum. Tey norðurlendsku vinarfeløgini, sum savna saman undirskriftir, skulu senda mótmælini til ST. Felagið Føroyar/Kuba er avgjørt ikki eitt politiskt felag. Fólkini sum mynda felagið hava eitt ulfelags, teimum dáma kubanska fólkið og vilja fegin stuðla tí til sjálvsavgerðarrætt. Felagið hevur seinastu árini sent fólk á Kuba á brigaduferð fyri at kunna seg um kubanska sam- felagið og fólkið. Av teimum 14 føroyingunum sum vóru á brigadu í fjør var bert ein blóðreyður kommunistur. jústinus DEEEEREEERERRRERERERERENERERRRR RE RRERRRRRRRUNR Gevið bornunum HJÁLM! AR)? Børn duga ikki so væl at taka hendurnar fyri seg, detta tey á súklu VERJIÐ HOVDIÐ! HLAÐINN HIM nn System video 8 * 3 Lux % 10xZoom * AutoFocus * HiFi * Stodd: 11x12,5x30,2 cm. * Vekt 0,95 kg KONTANT * Vekt 580 gr. System video 8 * 3 Lux * 8XZoom * AutoFocus x Digital tittul-funk- tion * Auto dato/klokka * Fjarstyr- ing x Stødd: 7,9x13,9x16,1 cm or 11.900 tt úrval av súkklum KKIð“ U - u$ pre! Eisini hava vit bilig prutl og aðra eykaútgerð JOHN W. THOMSEN % BOX 10 - FR 700 KLAKSVIK - FØROYAR (FAROES) - TLF. ( + 298) 55858 & 55256 - FAX ( + 298) 57878 ng) SUKKLUR KNALLERTIR MOTORSUKKLUR EYKALUTIR UTGERÐ FIRMA "AAI