týsdagur 18. august 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 154 — 18. august 1992
tá børnini fóru í skúla
í gjár fyri fyrstu ferð
Í gjár var fyrsti skúladagur
hjá børnunum, sum í ár
fara at ganga í 1. skúla-
flokki.
Á Argjum fóru 23 børn
í skúla, og tey skulu gan-
ga í einum flokki.
Foreldrini vóru til stað-
ar, tá Mortan Dalsgarð,
skúlastjóri beyð børnum
og foreldrum vælkomin,
og síðani fóru børnini við
flokslæraranum og lærara-
num í skúlastovuna.
Paulina av Steinum er
flokslærari, og hon sigur,
at tey fyrsta dagin plaga at
greiða foreldrum og børn-
um frá, hvat tey fara at
gera í skúlanum fyrsta ár-
ið.
Tað ræður um at fáa hvort
orð við, sum lærarin
sigur, nú børini eru
vorðnir skúlanæmingar
Stórur dagur
Paulina av Steinum: -
Hetta er ein stórur dagur
hjá børnunum, og tey eru
ógvuliga spent og forvit-
n, tá tey koma í skúla.
Nú hava vit hitt børnini
fyri summarfrítíðina, og tí
eru vit ikki fremmand fyri
hverjum ødrum.
Vit gjørdu tað soleiðis,
at vit bjóðaðu børnunum í
skúla tveir tímar fyri
summarfrítíðina, har vit
spældu við tey og vísti
teimum skúlan. Síðani
fingu tey sodavatn og
køku, og eina barnabók til
gávus. Hetta verður gjørt
fyri eins og at børnini
skuldu kenna seg trygg
hjá okkum, og gera tað
lættari at byrja skúla-
tíðina.
Flestu børnini kenna
hvørt annað, av ti at tey
hava gingið í barnagarð.
tíðindablaðið
Paulina og Regin av
Steinum skulu undirvísa
fyrsta skúlaflokki á
Argjum, sum telur 23
børn. Ein roynd í fjør
vísti, at tað var gagnligt
við tveimum lærarum í
rokning og fóroyskum
Tveir lærarar í senn
Børnini ganga 15 tímar
í fyrsta skúlaflokki um
vikuna. Mortan Dalsgaarð
sigur, at av hesum er tveir
lærarar tøkir í átta tímar, í
føroyskum og rokning,
fyri at børnini skulu fåa
so góða byrjan sum til
ber, serliga ti børnini eru
so nógv í tali.
Tað var á fyrsta sinni í
fjør, at Argja skúli gjørdi
eina roynd við tveimum
lærarum í senn í fyrsta
flokki, og royndin var so
mikið væleydnað, at vit
halda fram við hesi skip-
an, sigur Mortan Dals-
garð.
Paulin og Regin av
Steinum skulu undirvísa
fyrsta árs næmingunum á
skúlanum. Tað er ein
fyrimunur, at ikki fleiri
lærarar eru um næming-
arnir, halda Paulina og
Regin av Steinum.
Børnini fáa so hóvliga
skúlabyrjan sum til ber,
Síða 3
1. flokkur í skúlastovuni,
har næmingarnir komandi
ár skulu ganga í skúla
til gagns fyri tíðina í
barnaskúlanum hjá teim-
um, sum fóru í skúla fyri
fyrstu ferð í gjár.
Dagny
Myndir: Jan
Til øll bråådarpør
Sendið okkum brúðarmyndina
og tit fáa hana í blaðið ókeypis.
Sosialurin
ynskir
tykkum
hjarialiga
tillukku við
brúdleyps-
degnum og
blíðan byr
frameftir