Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA AAA AAA AAA — SEE AAA AAA AL Nr. 154 — 18. august 1992 tidindabladid itrottur Poul Michelsen, býráðsformaður í Havn: Stort mistak at stadion varð bygt á Svangaskarði - Hetta átti sjálvandi at ligið í hóvuðsstaðnum, har ein triðingur av fólkinum býr, og hagar flestu fóroyingar hava frægastu møguleikar at leita til -Tað var eitt stórt mistak, at landsstadion ikki varð bygt í Havn, men at landsstýrið ístaðin ynskti at stuðla og harvið stýra einum slíkum stadion til at liggja á Svangaskarði. At hetta mistak varð gjørt kunnu vit takka teimum trimum táverandi eyst- uroyar landsstýrismonn- unum, Olafi Olsen, Signari Hansen og Jógvani Ingvard Olsen. Hetta sigur býráðsfor- maðurin í Havn, Poul Michelsen í eini viðmerk- ing til úttalilsini hjá for- manninum í Fótbóltssam- bandinum herfyri um lítlu åskodaraundirtøkuna, sum millumtjóða fótbóltsdysti- rnir fáa á Svangaskarði. Poul Michelsen visti í Sosialinum leygardagin å eina nyggja og alternativa loysn i stadionmålinum. Sambært hesi loysn kann fótbóltsstadion við gras- velli gerast í Gundadali skjótt, bíliga og lætt: gras- líkið verður tikið av ovara velli og gras kemur á ístaðin. Askoðarapláss eru longu har, so lítið skal gerast aftrat fyri at fáa eitt 1. floks fótbóltstadion, ið lýkur altjóða krøv. Landsstýrið tók skeiva avgerð Hóast tað ikki nyttar nak- að av gráta um tað, sum er gjørt, so heldur Poul Michelsen, at tað er rætt at vísa á, hví málið um fekk ta lagnu, sum tað nú fekk, og hvor átti ábyrgdina av hesi lagnu. -Tórshavnar kommuna fór at arbeiða við einum slíkum projekt langt, áðr- landsstadion enn toftamenn fóru í gongd. Vit skrivaðu landsstýrinum bræv, har vit søgdu frá, at vit høvdu fingið fígging til projektið: ein útlendingur ætlaði at seta 6-7 mill. kr. í tað ímóti at fáa ávís lýsingarættindi. Landsstýrið sá burtur frá hesum og gav ístaðin toftamonnum stuðul til at gera eitt stadion og við hesum mistu vit útlendsku figgingarmøgulcikarnar leggur Poul Michelsen Síða 15 aftrat. Og hetta var orgkin til, at Tórshavnar kommuna tå gavst vid ætlanini at ra eitt landsstadion. íðan er tað hent, at kommunan er farin at arbeiða við ein langtíðarprojekti, men nú er so komið inn í myndina nýggja loysnin, sum Sosi- alurin umrøddi leygardag- in. Klikki ikki nidur å toftamenn Poul Michelsen heldur tað er skeivt at klikkja niður á toftamenn, tí teir høvdu grein í sínum máli. Teir vildu skapa nakað fyri Føroyar eins og vit vildu tað. Landsstýrið játtaði stuðul til projekuið á Svangaskarði og segði nei við Tórshavnar kommunu. Poul Michelsen heldur fyri at hevði táverandi landsstýri mett um, hvat hevði verið skilabesta loysnin fyri allar partar í framtíðini, so varð stadion ikki bygt á Svangaskarði. -Vit søgdu landsstýri- num frá, at vit skulu ikki hava stuðul, men at vit skulu fíggja stadion við privatum pengum, men kortini vildu landss!ýris- menn sum Olaf Olsen ikki lurta eftir hesum. -Teir settu kósina og lótu stuðul til bygging á Svangaskarði, bæði bein- leiðis pengastudul men eisini almennan stuðul í sambandi við at teir fingu ókeypis grót frá lands- verkfrødinginum. Eftir mini meting hava eysturoyar landsstyris- menninir åbyrgdina av hesi gongd. Teir tordu ikki annað fyri lokalsamfelag- num og valdu harvið eina ringa loysn landsbúskap- arliga. Ógrundaður ágangur móti hevuðsstaðnum Býráðsformaðurin í Havn heldur, at ágangurin móti Havnini oftani er so stór- ur, at politikararnir i veruleikanum forða fyri teimum skilabestu loysnunum fyri bæði tann tridingin av fólkinum, sum býr í Havn og eisini fólki kring landið alt. Hann vísir á, at Havnin nú einaferð er høvudsstad- urin og tað er ikki av tilvild, at hon er løgd á hesum stað. Hetta er gjørt tí, at hon her liggur í sentrum, soleiðis at øll hava nøkunlunda líka langt at koma ul Havnar. -Skulu vit ti hugsa um at fåa nokk av åskodarum ul eitt nå millumtj6da dystir, so er Gundadalur besta loysnin sigur Poul Michelsen at ends. Hann leggur tó dent á, at hetta verður ikki sagt fyri at klikkja niður á toftamenn, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði. -Eg sigi hetta fyri at gera eitt nú fótbóltssam- bandinum greitt, at inn- tøkurnar høvdu verið væl stórri, um landsstýrið í síni tíð hevði gingið inn fyri at lagt landsstadion í Havn heldur enn á einum minni høgligari stað sum á Svangaskarði. Poul Michelsen ivast sjálvur onga letu í, at nógv fleiri fólk høvdu komið til eitt nú millumtjóða dystir í fótbólu, um stadion lá í Havn. -Mong meta slíka ferð ul Havnar meir enn bert at fara til fótbólt. Tey taka tað sum eina útferð ul tað plássið, har tey kanska hava fleiri vinir og kenn- ingar, sum tey vilja hitta ella tey leggja sær leiðina ul høuvdsstadin at gera okkurt innkeyp ella líkn- andi. Haraftrat kemst ikki uttan um, at soleiðis sum Gundadalur liggur, so er hann sea væl egnaður at hýsa einum fótsbólts- stadion. Her hugsi eg ikki minst um sera góða umhvørvid í Gundadali . jan A kr *