týsdagur 18. august 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ikki var Gásadalsfilmurin
hjá Ullu Boje Rasmussen
farin okkum úr minninum,
var aftur ein filmur úr
hondum »Try
estureftir«, hesa
1
ero Mvkines
A
| € KEN H
# i
| % x
K KK Ar íð
arti
eð tlendingar £
lør gar, sum leita ut
Mykines um summarið
Summi koma sum turist
ar, onnur at gera meira
ella minni vísindaligar
kanningar, og uppattur
onnur koma fyri at sleppa
upp í part at veiða fugl.
Hóast Gásadalur og
Mykines hava tað í felag,
at fólkatalið er minkað
burtur í einki, er Mykines
í eini aðrari steðu enn
Gásadalur. Eitt evni í
filminum >1700 metrar frá
framtidini« var jú, at
bygdin er so avbyrgd frá
umheiminum; Mykines er
viðhvert ovbyrjað av
ferðafólki.
Hesin filmurin snýr seg
fyri stóran part um fugl
og fuglalív. Fuglamyndir
nar eru einastandandi
vakrar og mangan sjáld-
samar, tónleikurin væl-
valdur at fáa fram serligt
hugalag, antin tað er dra-
matikkur, kæti ella yndi,
ið filmsstjórin vil hava
fram.
Vit hava so mangan sæð
vakrar náttúrumyndir
æði úr Mykinesi og aðra
staðni ir Feroyum
nýtast til annað enn at
vísa vakurleika. Eitt, sum
hetta filmsliðið umframt
hevur fingið fram í sínum
náttúrulýsingum er,
hvussu evarssmá menn-
iskjuni eru afturímóti nåt-
túrun! A Europak
um eru Før
indið veldig. Ongar ov« ð
urslýsingar eru, timurin
er upptikin í besta veðri,
tó at regn, mjørki ella tám
kunnu káma myndirnar. Í
skýmingsletum verður alt
undarliga trelsligt ella
ævintýrkent. — Men fólk
fortelja um, hvussu hart
kann leika á, og mangan
hevur nógv staðið á vita-
num á Mykineshólmi,
greiddi vitameistarin frá.
Filmsfólkini fylgja
monnum, ið fleyga lunda,
tá ið teir fara eftir súlu-
ungum, bæði á drangun-
um og tá ið teir síga niður
í bergið. Veiðihættirnir
eru teir somu, sum for-
fedrarnir nýttu — hetta
verður vilt við at taka við
gamlar myndir og stubbar
av gomlum filmsupptek-
um. Og tó so, eisini fleyg-
ingarmenn taka við nýggj-
um tólum og siðum. Mað-
urin hevur walkie-talkie
við sær, tá ið hann fer nið-
ur í línu, og gulan hjálm á
hevdinum at verja seg,
um ein steinur skuldi rull-
að oman, og hann hevur
lykt at blinda fuglin við. Í
sama viðfangi síggja vit,
at eisin fuglurin tekur við
nýggjum: súlan himprast
56)
ikki vid at nyta blått
nylon at byggja reidur vid.
Í hevuðsheitum eru
reglurnar fyri, hver ið hev-
ur rætt at veiða fugl, og
hvussu býtið skal vera,
tær somu sum forfedrar-
nir høvdu. Men alt brovt
st, bæði í n
5 H iðu
nal na
gurin s IKK
sást Ikki sjón igjøgnum
hann. Nú er hann ótættur,
og pisurnar doyggja í
hungri í reiðrinum. Í bret-
um fortelaj Mykinesfolk
um, hvat id er hent og
broytt i teirra tid. Vanluk-
ka og sjuka gjørdu sitt til,
at bygdin for at minka,
men tað eru aðrar grundir
eisini, ið hava gjert, at
fólkið flutti burtur og
eingin kom ístaðin. Tey
fólk, sum í filminum
greiða frá hesum, hava
týðuliga fatan av, at tey
liva í eini afturgongutíð.
Oyggin hevur mist týðan-
di tilfeingi: ov fá ungfólk,
ið kunnu bera víðari vitan
og traditiónir, sum hava
verið neyðug fyri skyn-
samari nýtslu av náttúru-
ríkideminum, meginpart-
urin av jerðini farin av
oynni við fólkinum, við
teimum trupulleikum,
sum harav standast. Tey
spegla sær í fuglalívinum:
eins og bygdin minkar,
minkar fuglurin. Tey meta
um orsekir til, hví so er
vorðið, og hvat ið kundi
verið gjert fyri at vent
gongdini.
Høvudstrupulleikarnir i
Mykinesi eru okkum ikki
ókendir, t.d. at av 40
merkum eru tær 28 uttan-
biggjarjørd. Við jerðini
fylgja rættindi til fugla-
veiði, og Mykinesmenn
gramdu seg um, at gamlar
reglur fyri fuglaveiði ikki
longur verða fylgdar.
Hetta var bara ein av fleiri
grundum, sum gera tað
trupult at búgva í oynni,
og sum tey gomlu harm-
ast um eru farin av lagi.
Tí, sum ein maður segði í
filminum, øll vita, hvat ið
er galið, men hvussu tað
skal fáast í rættlag aftur,
tað munnu vera líka nógv-
ar meiningar um sum tað
eru menn.
Iit er at vita, hvat ið
ófyrireikaðir = utlendskir
áskoðarar fara at fáa burt
I i dá ør
oygg] hava iciK FX
valda eina hóskandi javn
vag 1 náttúruni og millun
menniskju og nátturu, og
at tey ikki longur eru fer
fyri at finna hesa javnvág.
At so nógv er broytt, bæði
í náttúruni og í bygdini,
sum tey ikki hava ræði á
og ti so lítið fáa gjørt við.
Fyri okkum í Feroyum
kann filmurin — millum
annað, sum vit kunnu fáa
burtur úr honum — hjálpa
til at økja fatanina av, at
tað má bera til at gera
okkurt munagott fyri at
verja oynna og fólkini,
sum eru góð við oynna.
Tað verður trongligari
fíggjarliga at búgva í hes-
um landi, siga allir spá-
dómar. Vit hava ikki ráð
at lata vitan, lívs- og nát-
túruvirði fara fyri skeytið
soleiðis, sum nú hendir.
Vitin á Mykineshólmi
blunkar vestureftir — út í
tóman heim. Tá ið hesin
filmurin = varð vístur,
blunkaðu myndir og orð
eystureftir til okkara.
Kanska ikki til fánýtis.
Elin S. Jacobsen
MO
Kr