hósdagur 20. august 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Sleppið bókunum
undan momsi!
TINGIÐ samtykti týsdagin við 2.
viðgerð uppskot um at seta í
gildi meirvirdisgjald frá 1. januar
1993. Uppskotið skal hava enn
eina viðgerð, og hon verður helst
longu í dag.
IKKI kann sigast, at tað hevur
verið stórvegis av orðaskifti í
fjølmidlunum um tær avleiðing-
ar, positivar og negativar, sum
umrødda MVG-skipan hevur við
sær. Viðgerðin á tingi í gjár varð
ikki sért apatikend. Tingmenn úr
einum av samgonguflokkunum
tóku als ikki orðið. Ístaðin upp-
livdi Føroya fólk, nú umrødan
varð varpað ut, ein orðadyst
millum ávísar landsstýrismenn
og onkran av andstødupolitikar-
unum. Ein skuldi trúð, at hetta
varð eitt so stórt og álvarsligt
mál, at ikki bert einstakir ting-
menn høvdu nakað uppá hiartad
TAÐ er greitt, at tað helst bæði
eru fyrimunir og vansar við
nýggju skipanini. Landsstýrið
sigur, at hon er ein nátúrligt og
neyðug fylgja av teimum sátt-
málum vit gera við onnur lond.
Men givið er tað, at fyri mong
virki í landinum, serliga smærri
virkini, fer skipanin at kennast
sum steinur oman á byrðu, tí hon
fer at krevja nógva umsiting.
TÍANVERRI var eit broytingar-
uppskot frá javnaðartingmann-
inum Vilhelmi Johannesen um at
taka bøkur og har ikki minst
føroyska bókaútgávu úr
skipanini felt. Hetta må sigast at
vera stórt spell um ikki ein
vanlukka fyri mentan okkara.
Hetta vísti eisini
landsstýriskvinna javnadarflok-
sins í mentamálum, Marita Pet-
ersen á, tá hon tók orðið í ting-
inum. Hon helt tað vera skeivt at
taka bøkur uppí skipanina, tí
hetta fer at vera eitt bakkast fyri
okkum sum serstakt fólk.
BÁÐUM hesum - uppskounum
hjá Vilhelmi og úttalilsunum hjá
Maritu, kunnu vit taka fult undir
við. Tað er sera - sera - óheppið
fyri føroyska mentan, at bóka-
útgáva nú skal fáa 20% meir-
viriðisgjalda omaná ta framm-
anundan sera tungu uppgávu tað
er at geva út bøkur. Er tað nakað,
sum er við til at varðveita og
menna okkara mál og mentan, ja
okkara andaliga lívsgrundarlag,
so er tað føroysk bókaútgáva. Ti
eigur momsurin ikki at fevna um
bøkurnar.
MEN enn eru so ikki allar súðir
syftar - enn er "slagið ikki tapt"
sum tikið verður til. Skeiva
avgerðin, sum varð tikin á tingi í
gjár, tá tingmenn feldu uppskotið
at lata bøkur sleppa undan
momsi, kann enn broytast og
rættast. Tí enn er málið ikki
liðugt vidgjørt. I dag kemur ein
3. viðgerð og vit kunnu bert
vóna, at tað kortini glógvar so
mikið í teimum monnum og
kvinnum, sum hava latið seg
velja inn á eitt føroyskt løgting,
at tey fara at vísa framtíðar
føroyskari bókaútgávu vælvild.
SO enn hava teir tingmenn, sum
við 2. viðgerð atkvøddu antin
við bindi fyri eyguni, av mangl-
andi vitan ella uttan at hava
hugsað seg nóg væl um møgu-
leika at broyta stóðu og geva
teimum vónandi mongu føroy-
ingum, sum í framtíðini vilja
skriva bøkur, eina hjálpandi
hond. Verður MVG uppskotið
ikki broytt so er tað einki minni
enn ein vanlukka fyri okkara
framtíðar bókaútgávu.
Jens Pauli Heinesen heitir á tingmenn áðrenn
MVG-skipanin verður samtykt í dag:
ælsignaðir sleppið
gokunum undan
- Eg varð sera vónbrotin tá eg í gjár frætti, at uppskotið um at
sleppa bókum undan MVG fall á tingi. Tað er stór skomm,
kemur hatta ígjógnum. Men eg vóni at tingmenn eru so mikið
at sær komnir, at teir rætta hatta í dag
igjøgnum í verandi líki,
Klokkan trý í dag verður
MVG-skipanin helst við-
tikin.
Og sum er bendir á, at
eisini bøkur fara at koma
undir hesa skipan. Broyt-
ingaruppskouid hjá Vil-
helmi Johannesen um at
sleppa bókum undan
hesum gjaldið, fall nevni-
liga við aðru viðgerð í
gjár.
Men enn er ongin enda-
lig avgerð tíkin. Verður
eitt nýtt broytingaruppskot
——w ——
um hetta lagt fram í dag,
so ber framvegis til at
halda bøkurnar uttanfyri.
Stór skomm
Millum iey sum hava
mælt ul at halda bøkurnar
uttanfyri, er Jens Pauli
Heinsen, høvundur.
Og hann varð sera vón-
brotin av tí, sum hendi í
tinginum í gjár.
- Eg haldi hatta var
skomm, sigur hann. Stór
skomm. Kemur uppskouð
Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag. miku-
dag og fríggjadag kl. 11:16. Tlf: 15816.
verður tað eitt veldugt
afturstig fyri føroyskar
bókmentir.
Jens Pauli minnir á, at
tað er tungt at arbeiða við
bókaútgávu í Føroyum
framanundan.
- Hetta fer at gera tað
munandi tyngri, og eg
stúri fyri, at fólk sum
annars høvdu givið okkurt
út, nú ikki fara at hættað
sær undir tað.
Vælsignaðir
rættið tað
Men enn er avgerðin sum
sagt ikki tíkin. Og Jens
Pauli hevur tí eina inniliga
áheitan á tingmenn áðrenn
fundin í dag:
Vælsignaðir rættið
hatta, sigur hann. Føroysk
bókaútgáva er lítil og illa
fyri framanundan. Hon
tolir ikki at fáa stein
lagdan omaná byrðu.
S-S-