Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 156 — 20.august 1992 tíðindablaðið gir ut, nógv inn " Lítið Ein stórur partur av egningini í Havn er nú fluttur út á Argir. Orsøkin er, at Tórshavnar Býráð hevur gjórt egningarskúrarnar so dýrar og finar, at útróðrarmenninir ikki hava råd at vera í teimum.. Høvudsorsøkin til at Tórs- havnar Býráð tók gomlu egningarskúrarnar niður, var, at teir vóru hildnir at vera ov ljótir. Í staðin samtykti sama býráð so at lata byggja nakrar nýggjar skúrar á Viðanesi. Teir standa nú lidnir. Og teir eru snøggir á at líta. Dálkaðir verða teir hel- dur ikki. Tí ongin nýtir teir! Býráðið krevur nevniliga so høga leigu frá útróðrarmonnunum fyri at sleppa at nýta hesar snøggu skúrar, at teir flestu hava ikki ráð til tað. Tað kostar 2.500 krónur um mánaðin, umframt streym og annað. Við ver- andi fiskarii er tað alt ov nógv. Út á Argir Hetta gjørdu fleiri útróð- rarmenn býráðnum greitt beinanvegin. Teir 10 bát- arnir, sum eru við í felag- num >Frysuhús< skutu áðrenn teir gomlu skúr- arnir vórðu nidurtiknir eina aðra loysn upp fyri býráðnum. Hetta felag eigur eitt frystihús uppá 11,5 x 4,5 metrar. Uppskotið til bý- ráðið gekk út uppá, at teir fingu eitt øki at seta hetta frystarí á. So skuldu teir sjálvir syrgja fyri, at byggja egningarskúrar og annað, sum hartil hoyrir. Tað skuldi onki kosta býráðnum. Men býráðið segði also nei. Fínt skuldi tað vera! Og dýrt! Flutt út á Argir Men Argja Kommuna vil fegin hava meira virksemi á stødni. Ti beyð hon seg fyri einum ári síðani til at útvega felagnum Frystihús eitt pláss. Frystihús segði ja takk, og kommunan fór so undir at planera og leggja vatn og streym til økid. Hetta arbeiði er nú lið- ugt, og tað 11,5 x 4,5 m stóra frystaríið var týs- kvøldid flutt úr Havn út á Argir. Ila bygt Martin Jacobsen er ein av Síða 3 monnunum, sum er við í Frystihús. Og sambært honum er trupulleikin við skúrunum hjá Tórshavnar Býráð ikki bara, at teir eru ov dýrir at vera í. - Hatta er so illa bygt, at stórar broytingar mugu gerast áðrenn tað kann brúkast, sigur hann. Martin vísir á, at tað í løtuni bert eru tveir bátar sum burturav dríva útróð- ur við línu í Havn nevniliga Ægir og Herborg. Bårdan roynir i løtuni vid snellu. - Teir flestu av okkum i felagnum Frystihús sigla Frystaríið hjá felag- num Frystihús, tá tað tyskvøldid varð flutt til Argir við sand- bátinum Mynd: Tórfinn Smith úti, og rógva bara út tá vit eru heima. Tí kundi tað als ikki koma upp á tal hjá okkum at leiga okkum inn í skúrarnar hjá býráðnum, sigur hann Nógvar tímalgnir Hóast onkur nú farin burt- urúr felagnum Frystihús, so skulu framvegis nógvir stampar egnast ul hvønn útróðrardag. - Eg veit ikki hvussu nógv tað er tilsamans, men sjálvur seti eg millum 35 og 50 stampar hverja ferð. Tað eru serliga smá- dreingir og eldri menn sum egna. Teir fáa uml. eina timaløn fyri hvønn egndan stamp. Ein góðan dag verða also einar 200 tímalgnir fleiri útgoldnar Argjum framyvir. Tað hevur kostað Argja Kommunu lítið meira enn vælvild. Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eina stóra íløgu. Men har verða munandi færri egningarkrónur út- goldnar framyvir... S-S- = Havnin avreiðir“ nú útróðurin | gera vart við sina ónggd Sosialurin — tímm ferðir um vikuna! Sosialurin 24, juli í fjør, tá útróðrarmenn fóru at