hósdagur 20. august 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 156 — 20.august 1992
MVG-skipan nátúrli
avleiðin
av stórri sam-
skifti við umheimin:
-Nugu gevast at
| byrgja okkum inni
aftan fyri tollmúrar
-Vit hava í nógv ár innibyrgt okkum aftanfyri tollmúrar og bygt
3 eitt vinnuliv upp, sum partvís hevur arbeitt innan fyri eina slíka
4 verju. Studningsskipanin til fiskivinnuna hevur eisini verið við
til at avskepla okkara vinnulívsstruktur, og hon hevur verið
ein skipan, sum hevur verið serfóroysk, soleiðis at stórir partar
3 av okkara vinnulívi í verunleikanum hava livað eina
kuvøsutilveru.
á Hetta segði Tummas Arabo, landsstýrismaður, tá hann
heyði orðið undir 2. viðgerð av uppskotinum um meirvirðis-
gjald á tingi týsdagin. Hann vísti á, at M VG-skipanin er ein
nátúrlig avleiðing av ókta samskiftinum og samarbeiðinum við
umheimin.
Lógin, sum í dag er til við-
gerðar í tinginum, er ein
avleiðing av tí liberaliser-
ing, sum fer fram í han-
klipp út
8 =
send inn
„Ársins ítróttarstjórna<, konufólk:
„Ársins itréttarstjørna«, mannfólk:
INNSENDARI:
Navn:
Gøta:
Postnr.:
Bygd/byur:
dilsvidurskiftunum vid
Europa. Henda liberaliser-
ing gevur okkum fyrimun-
ir, ið eru við at vit kunnu
hava atgongd til undir
lagaligum umsteðum at
selja okkara verur á ein-
um væl betalandi mark-
naði uttanlands. Hinvegin
hevur tað ta avleiðing fyri
okkara egna vinnulív, at
vit binda okkum til at
geva útlendskum vinnu-
lívi somu vilkor á feroy-
ska marknaðinum.
Í tí sambandi verða vit
neyddir at innfera av-
gjaldsskipanir, sum ikki
avskepla kappingina. Í
samråiingunum við EF er
so úrslitið blivið tað, at vit
hava bundið okkum til at
innfera eina MVG-skipan
eftir ynski frá føroyskari
síðu.
Vit hava í nógv ar inni-
byrgt okkum aftanfyri
tollmúrar, og bygt eitt
vinnulív upp, sum partvís
hevur arbeitt innanfyri
eina slíka verju. Studn-
ingsskipanin til fiski-
vinnuna hevur eisini verið
við til at avskepla okkara
vinnulívsstruktur, og
hevur hon verið ein skip-
an, sum hevur verið ser-
føroysk, soleiðis at stórir
partar av okkara vinnulívi
í veruleikanum hava livað
eina kuvesutilveru. Hetta
kundu vit gera í nógv ár,
uttan at okkara handils-
partnarar av álvara gjør-
du nakað vrøvl um tað.
Viðvíkjandi EF er at
siga, at hetta gekk so
leingi EF var meiri leyst
samskipað, men í 1988
segði EF kommissiónin
frá, at nú gekk tað ikki
lengur, og nú máttu vit
fáa skipaði viðurskifti so-
leiðis, at vit máttu fáa ein
handilssáttmála við teir
og arbeiða eftir teimum
treytum, sum EF nú eina-
ferð setir til sínar sam-
starvspartnarar.
Nú er so såttmålin und-
irskrivadur, og samstarv-
ið vid EF fer av álvara at
hava årin å hetta samfel-
agid frå 1. januar 1993.
Vit hava eisini gjørt sått-
málar vid EFTA-lond, ið
byrja at galda nú beinan-
vegin, og teir síðstu
EFTA-sáttmálarnir
skuldu verið frá hondini
innan alt ov leingi. Nor-
egssáttmálin verður
undirskrivaður í hesum
mánaðinum, og hinir
koma skjótt aftaná.
Onkur hevur vidmerkt,
at EF sáttmálin hjá okk-
um er ikki nóg góður, og
at EFTA hevur sáttmálar
við EF, sum eru betri enn
teir vit hava.
Tað kann altíð vera ein
spurningur, um ein kann
trætast um, at ein sátt-
máli er nóg góður ella ikki,
men sáttmálin, sum vit
hava við EF, hann er so
har, og sum Jógvan Sund-
stein í sínum innleggi
nevndi, so hava vit sam-
Síða 13
Tummas Arabo, landsstýrismaður: -Vit eiga beinanvegin
at hugsa um at gera víðkaðar sáttmálar við EF og EFTA-
londini
starvsneundina við EF,
sum heldur fund minst 2
ferðir um árið, har vit so
kunnu tosa um at fáa
hækkað loft og víðka
kvotur, kap. 16 verur, og
onnur ting vit vilja hava
upp á pláss
Tá tað verður sagt her,
at EBS sáttmálin er betur
enn okkara sáttmáli, má
tað vera ein ella onnur
misskiljing, tí EBS sátt-
málin umfatar betýðiligt
meira enn handilssamvin-
nu við EF. Á tí handilsliga
ekinum, so má man siga,
at tað er nokkso harmi-
ligt, at Ísland og Feroyar
ikki hava somu treytir
mótvegis EF. Tað gevur
eina ávísa kapping, eina
ávísa keðiliga kapping
ímillum londini, men tað
gerst so ikki við. Eg kann
t.d. nevna, at heilur
kongafiskur ikki hevur
toll, tá hann verður inn-
fluttur úr Íslandi, meðan
vit kunnu flyta konga-
fiskafløk beinleiðis fram
til brúkaran uttan toll.
Hetta gevur eina keðiliga
kapping á týska mark-
naðinum. Hevdu vit havt
tosað eitt sindur meira
saman við Ísland, kundu
vit havt verið rættiliga
einaráðandi á kongafiska-
marknaðinum í Týsk-
landi, og fingið tey positi-
vu tingini við har. 3-lands
problematikkurin måt-
vegis EF er tann sami
sum hjå okkum.
Men farið er farið. Ann-
ars er tað mín persónliga
fatan, at ein handilssátt-
máli við Europa er ikki
nokk. Vit eiga beinanveg-
in at hugsa um at gera
víðkaðar sáttmálar við EF
og EFTA-londini, sátt-
málar, sum umfata megu-
av tingi
leikarnar at arbeiða inni í
hesum londum, at virka
har og luttaka í teirra
granskingarprojektum og
hava atgongd til teirra út-
bugvingarstød á líka fót
sum teirra egnu íbúgvar.
Hetta eiga vit at taka
upp beinanvegin, tí vit
kunnu ikki dúva uppá tað,
at vit eru danskir ríkis-
borgarar í allar ævir. Tað
verður einaferð, at EF
kemur at siga stopp fyri
tí.
Men aftur til MVG-
skipanina. Sum eg nevndi
fyrr, so eru vit bundnir í
EF-sáttmálanum at inn-
fora eina MVG-skipan, so
her vendist ikki aftur.
Finnbogi Ísakson nevndi í
sínum innleggi, at her var
alt galið við hesi skipan-
ini, og hann hevði nógv
betur Ideir um, hvussu
tingini skuldu loysast.
Tað kann nú gott vera, at
hann hevur tað, men vit
hava so valt at fara inn í
hesa skipan og royna at
fáa sum best burturúr, og
hava roynt at fingið hana
so greiða at umsita sum
gjørligt.
Viðvíkjandi umsiting,
so er tað at siga, at tað
verður ein ávísur trupul-
leiki fyri smávirkir at um-
sita og koma inn í tingini
og byggja eina umsiting
upp at byrja við, men eg
hugsi ikki, at í modernað-
um tíðum við EDV tólum
í hverjum kjallara, at
hetta kemur at vera tað
stóra problemið. Eg rokni
við, at fyritøkur, handlar,
sum hava skil í sínum fíg-
gjarviðurskiftum, teir
klára eisini at umsita hesa
skipanina.
Viðvíkjandi landsumsit-
Framhald á síðu 14