fríggjadagur 21. august 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Læra hvór
av dørum
I HESUM døgum vitjar eitt
hetlendskt ferðalag í Føroyum.
Talan er um bæði politikarar og
vinnulívsfólk, sum vilja kunna
seg við ymisk føroysk við-
urskifti, serliga royndir okkara
at menna fiskiflotan og fiski-
ídnaðin. Her halda hetlendingar,
at teir eru eftirbátar og hava
nógv at læra av føroyingum.
MEN hetlendsku brødur okkara
fyri vestan koma eisini higar við
upplýsingum og royndum, sum
teir fegnir vilja lata føroyingar
fáa lut í.
STØDAN hjá hesum báðum
oyggjasamfeløgunum er rættiliga
javnlik, men tó hvør uppá sín
máta. Meðan føroyingar hava
ment fiskivinnuna sum einastu
vinnugrein næstan, so hava
hetlendingar nú í mong ár lagt
stóra herðslu á at byggja upp
eina oljuvinnu. Nú tykist tó vend
koma í - bæði í Hetlandi og í
Føroyum. Nú er gongdin brádd-
liga hin øvugta f hesum bådum
londunum. Medan hetlendingar
nú tosa um, at oljuvinnan har er
vid at vera lidug og tiskil eru
farnir at hugsa meira um
fiskivinnuna, so er gongdin i
Føroyum tann øvugta. Her tykist
at vera nærum lidugt vid fiski-
vinnuni, og menn eru farnir at
hugsa um oljuna, sum framtidar
bjargingin.
HVAT kunnu vit læra a
oljuroyndunum hjá
hetlendingum og teir av okkara
royndum í fiskivinnuni! Hetta
eru spurningar, sum hetlendingar
og føroyingar tosa um í hesum
dógum. Í dag skulu hetlend-
ingarnir hava fund við lands-
stýrið um umrøddu mál.
Vónandi kunnu báðir partar fáa
okkum burtur úr hesum fundum.
Í samrødu við Sosialin í dag
sigur ein av hetlendingunum, at
føroyingar eiga ikki at bera ótta
fyri avleiðingunum av eini
komandi oljuvinnu, men at
ganga henni á meti við opnum
ørmum. Nú fáa vit so at síggja,
hvat okkara landsstýri fer at siga
til hesi ráðini frá hetlendsku
grannum okkara - og hvørji góð
ráð tað hevur at geva gestunum í
sambandi við at menna fiski-
vinnuna.
Hetlendskur tingmaður geva
.
ørovingum góð ráð:
Takið ímóti
Jljuvinnu
vid opnum |
ørmum
-Føroyingar eiga at taka ímóti
eini komandi oljuvinnu við
opnum ørmum og bjóða henni
vælkomna heldur enn at vísa
hana frá sær.
Hetta sigur Magnus
og harvið skapa grund-
Flaws, hetlendskur ting-
maður og leiðari í ti hetl-
endska ferðalagnum, sum
í hesum døgum vitjar í
Føroyum.
Hann ivast onga løtu í,
at tað er rætt av føroying-
um at fara undir eina olju-
vinnu, um so er at olja er í
føroysku undirgrundini.
Finst olja so eiga før-
oyingar at taka hana upp
arlag fyri eini oljuvinnu í
Føroyum. Hetta gevur
bæði arbeiði og nýggjar
inntøkur til landið.
Magnus Flaws heldur
tað vera nátúrligt, at
føroyingar bera ótta fyri
avleiðingunum av eini
møguligan oljuvinnu.
-Tað vóru so sanniliga
eisini mong í Hetlandi,
sum bóru ótta fyri, at olju-
vinnan skuldi beina fyri
okkara mentan og hava
skaðiligt árin á bæði um-
hvørvi og samfelagið sum
heild. Men so varð ikki.
Vit hava ikki havt ringar
royndir av oljuvinnuni,
heldur tvørturim6ti, í fleiri
fórum hevur hon bøtt um
støðuna i Hetlandi sigur
Magnus Flaws, sum held-
ur, at føroyingar avgjørt
kunnu læra nakad av het-
lendsku royndunum á øki-
num.
Olja ikki i land
Hann heldur ikki, at tad
verdur neydugt at flyta
oljuna å land i Føroyum
eins og vid Sullom Voe-
oljuterminalinum i Het-
landi.
-Tå tit einaferd i fram-
tíðini skulu til at reka eina
oljuvinnu, so verður als
ikki neyðugt at flyta olj-
una í land, tí hon tá kann
tá pumpast beinleiðis um-
borð á skip. Tað er greitt,
at tit kortini fara at fáa
nógv arbeiði í sambandi
við eina møguliga olju-
Vinnu.
Við hesum sipar het-
lendski tingmaðurin m.a.
til tað nógva arbeiði, sum
verður á føroyskum skipa-
smiðjum. Eisini verður
nógv brúk fyri havnum tl
tey mongu hjálparskipini í
vinnuni.
Samanumtikið heldur
Magnus Flaws, og hesum
taka felagar hansara undir
við, at føroyingar eiga at
síggja tað positiva í eini
komandi oljuvinnu og ikki
seta forðingar í vegin fyri
henn.
jan