Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 157 — 21. august 1992 tíðindablaðið Sosialurin ; Síða 3 Eyðun á Rógvi Olsen, sparikassastjóri: Fólk tola ikki at fáa meira skatt ella toll -og lønarnidurskurdur er ikki ráðiligur. Almenni yvirbygningurin má lagast eftir figgjarorku og O-lønarloysn í nøkur ár Eyðun á Rógvi Olsen, hevur sum sparikassastjóri, rættiliga fingurin á puls- inum tá tað ræður um fíggjarorku hjá fólki. Hann heldur, at meginparturin av fólki klára so dánt sínar fíggjarligu skyldur, men heldur ikki meira. Tí held- ur hann tað ikki vera ráði- ligt, at landsstýrið fer at leggja meira á fólk. Hvørki toll ella skatt. Fólk flest verða rætt og slætt ikki før fyri at gjalda meira, tí lítð og einki er eftir í dag, eftir at føstu útreiðslurnar eru goldnar, sigur Eyðun á Rógvi Olsen. 0-loysn Sparikassastjórin heldur ikki, at lønarnidurskurdur er rætta loysnin. Betur hevði verið, um lønirnar kundu staðið á sama krénustødi í nøkur ár. Ein sokallað 0-lønarloysn, sum merkir reellan lønarnidur- skurð yvir nøkur år. Men landinum tørvar pengar, og landsstýrið roynir at fáa javnvág í landskassan. Hvussu held- ur sparikassastjórin, at hetta skal gerast. -Eg havi onga patent- loysn, og eg rokni heldur ikki við, at gongdin kann vendast í einum. Men lítið er at ivast i, at hyggjast må ógvuliga gjølla eftir al- menna bygnadnum. Hesin må tillagast soleiðis, at vit fáa meir fyri færri krónur. Almenni yvirbygningurin má lagast eftir samfelags- orkuni, sigur Eyðun á Rógvi Olsen. Sparikassastjórin leggur aftrat, at sjálvandi eiga g1l hugskot at vera vælkomin sum kunnu skapa Størri virksemi í landinum, og á hesum øki eigur lands- stýrið eisini at fylgja sera væl við tór.- Eyðun á Rógvi Olsen, sparikassastjóri heldur tað ikki vera ráðiliga at leggja fleiri byrðar á fólk Sjálvandi var tað Rank Xerox til endan av hesum mánaðinum: A4 vanligt hvítt, 80 g pappír 90 8 krt. 29 pr. pk. (500 stk.) 90 48 krt. 28 pr. pk. (500 stk.) Ring NU!!! — tlf. 11115 (=) RANK XEROX Partafeiagið Petersen & Guttesen Stiðiangta 11 Box 107 FR-110