Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EET fe EN — Ar. eee ; | Nr. 152 — 14. august 1992 tíðindablaðið Soslalurin; Síða 11 ítróttur Kristian á Neystabø, formaður í B36: B36-innsatsurin framúr góður „Okkara menn stríddust heilt ótrúliga væl, og í seinna hálvleiki spældu teir fult upp ímóti métstødulidnum,« sig- ur Kristian á Neystabø, ið var við niðri í Luxembourg og så B36 fáa ótrúliga góða úrslitið, bert at tapa við einum máli >Tað, sum hendi eftir hálvan minutt, var júst tað, tosað hevði verið um frammanundan, fyri ein hvønn pris ikki mátti henda: At hinir fingu mál beinanvegin.< Hetta sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36, ið var ein av føroysku áskoðarunum niðri í Lux- embourg, tá B36 møtti Ave- nir Beggen i Europa Cup- kappingini fyri steypavinn- arar. Tað, ið hendi longu innan fyrsti hálvi minutturin var farin afturum, var at Avenir Beggen kom á odda. „Okkara menn góvu bólt- in upp, men beinanvegin komu hinir ímillum, og við einum longum skifti fram í annað horni, haðani bóltur- in so varð skotin innfyri og sendur í kassan, høvdu teir lagt seg framum,< greiðir Kristian frá. B36 vendi dystinum Tá Tíðindablaðið Sosial- urin fyrrapartin í gjár ringdi til hotellið í Luxembourg at frætta, var B36-formaðurin einsamallur eftir á borgini og fekk skil årokningum og gørum, ið skuldi fáast í rætt- lag áðrenn fráferðina — rest- in av ferðalagnum var við bussi úti og hugdi at Lux- embourg »Her niðri eru vit allir sjálvsagt glaðir um úrslitið, ið eg sjálvur meti sum einki minni enn eitt bragd, tí allir sum ein spældu B36 upp ul sítt allarbesta, og hóast sjokkbyrjanina, har ein sat B36 trýr upp á heimakjansin Tá steypavinnararnir úr Luxembourg koma til Føroya at spæla seinna dystin, kunnu teir vænta sær eina »heita« móttóku á Svanga- skarði: B36 tryr nevniliga, at ein góður kjans- ur er fyri enn einum sera góðum úrsliti! Mikukvøldid 2. september kl. 17.30 verður væntandi og vónandi ein stór áskoð- arafjøld á landsvøllinum á Svangaskarði fyri at heppa B36 til enn eitt frílíkt før- oyskt Europa Cup-úrslit. Tá kemur nevniliga Ave- nir Beggen hendanvegin at spæla móti — føroysku steypavinnarunum, ið einki minni enn megnaðu eitt bragd, tá teir komu snikka- leysir úr dystinum at kalla mikukveldið. At eitt tap kundi væntast, mundugll vænta, men at tað skuldi verða so tepurt sum bert við einum máli, mundi vera meira, enn sjálvt mest B36-trugvu viðhaldsfólkini tordu at droyma um kundi henda í veruleikanum. » Verdur sami stríðsviljin lagdur fyri dagin á Svanga- skarði, sum vit sóu her niðri í Luxembourg — og tí rokni eg eisini við — verður tað enneitt gott úrslit, B36 fær á heimavølli,« sigur Kristian á Neystabø, ið er formaður í B36. >Ég eri sannførdur um, at møguleikin avgjørt er ul stadar fyri, at B36 eis- ini tá kann fáa eitt gott úr- slit, og verður spælt við sama velduga stridsanda einaferð aftrat, tori eg at trúgva, at ein sigur eisini er ein møguleiki, ein kann tora at trúgva uppá á Svanga- skardi.« Jú, optimismuni bilar einki — og hvat so? Sjálv- andi verður eingin dystur vunnin, um bert skal roknast við tí ella tí tapinum. Vónandi fær Kristian á Neystabø uppfylt hetta ynski mikudagin 2. sept- ember, hóast tað sjálvsagt er torført. Men á heimavelli og í føroyskum umhvørvi og undir føroyskum umstød- um skuldi í hvussu er ligið betur fyri hjá B36 at bitið frå sær, enn tá talan er um ein steikjandi heitan veill í Luxembourg. hj. og fryktaði fyri ti allaring- asta, so vendi B36 dystinum til at gerast ein javnur, væl- spældur og ótrúliga spenn- andi dystur, har B36 eins væl kundi havt avgjørt dyst- in ul egnan fyrimun, um berteitt líuð sindur meira av hepni var við,< sigur Krisu- an. Bilsnir av stríðsanda „Hinir tóktust vera ikki sørt bilsnir av at uppliva eitt so væl stríðandi lið, og efur at Avenir Beggen beint eftir málið í byrjanini fekk fleiri góðar kjansir aftrat, ið kundu havt gjørt enda á ti heila, varð talan um nógv javnari spælbýti, har B36 sýndi sera góðan fótbólt og ikki læt seg køva av, at hinir royndu at utnytta tann nógva hitan og pøsa okkara menn so tíðliga sum gjør- ligt, so teir ikki skuldu orka meira enn eitt vist og síðani vera útbrendir. Men hartil kom B36 ongantíð, og líka ul tað síðsta varð stridst sum fyri lívinum.< B36-formaðurin sigur, at tann framúr góði B36-inn- satsurin minti sera nógv um landsliðið, tå tað hevur spælt sínar allarbestu dystir: Sum dysturin leið, vóru B3ó-ararnir allastaðni til staðar, har bólturin var, og Avenir Beggen-menninir fingu ikki frið at spæla sítt spæl eina einastu løtu, so vórðu teir álopnir av B36- arunum. Burtur úr innsatsinum var so eisini tað at gleðast yvir, at B36 fekk fleiri kjansir, ið væl kundu givið má! av sær, var eitt sindur meira av hepni uppii. »Serliga hevði Jákup Símun Simonsen fleiri sera góðar kjansir, ið veruliga góvu eitt peik um, at B36 so sanniliga eisini kann vera vandamikið,< sigur Krist- ian á Neystabø. »B36 hevði Kåra Reynheim einsamall- an frammi igjøgnum, og Høvdu fri i gjår — fóru i Tivoli Eftir frålika innsatsin í Luxembourg miku- kveldið, mundi væl- unti fridagurin i gjår koma B36-spælarun- um sera væl við. Tað var longu avtal- að frammanundan, at dagin eftir dystin móti Avenir Beggen skuldu spælararnir hava frí, men ikki mundi dagur- in nú vera minni kær- komin. Fyrrapartin kom ein bussur eftir teimum á hotellinum, har teir búðu, og so vórðu teir koyrdir runt at síggja alt møguligt og sjálv- Kári Reynheim: So vandamikil, at Avenir Beggen hevði andi eisini at sleppa av við ngkur oyru — spæl- ararnir fingu ein kekk í part við ávísari upp- hædd, ið teir kundu brúka til hvat teir nú einaferð vildu sjálvir. Seinni í gjárkveldið komu teir so til Keyp- mannahavnar, og síð- ani stóð Tivoli á skránni fyri restina av kvøldinum. Teir næstan sigrandi B36-spælararnir koma heimaftur til Føroya í dag. Og teir skulu eisini vera so hjartaliga væl heimafturkomnir... hj. ikki færri enn tveir úr verjuni at ansa bara eftir honum honum vóru luxembourgar- arnir so mikið bangnir fyri, at teir alla tíðina høvdu tveir mans at ansa eftir honum.< Tveir mans á Kára Venjarin hjá Luxem- bourg var nevniliga á Sandi og hugdi at dystinum mill- um B71 og B36, og eftir tann dystin hevði hann nevnt Kára sum ein sera góðan og vandamiklan fót- bóltsspælara, ið ansast mátti eftir. >Men hóast Kári varð væl ansaður, so smæddist hann ikki burtur, men fekk gjørt nógv um seg eisini,< sigur Kristian, ið annars nevnir yngsta og elsta spælaran á B36-liðnum sum tveir teir bestu. »Eingin ivi skal vera um, at 19 ára gamli Jákup Mørk, ið fyri fyrstu ferð er á 1. deild í ár. Hann fekk tann besta hjá Avenir Beggen at dekka upp, og tað kláraði hann við glansi, samstundis sum hann var við til at seta fleiri álop í gongd og gjørdi tað vandamikið í sínari síðu. Hin spælarin er 37 ára gamli málmaðurin Wieszek Za- krewski, ið stóð sum ein brandur í málinum og hevði fleiri góðar bjargingar. Tó Skal einki vera tíkið frå nøkrum av hinum, um hesir verda nevndir, ti samanlagt var talan um ein ótrúlagan lidinnsats, ið allir skulu fáa rós fyri.« hj. rr ——————W>> VU ET í | É Á BU ss