Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 157. — 21. august 1992 Hagtøl 20. august 1992 Målspark Horna i høgru sidu Horna i vinstru síðu off-side (dømd til) | Fríspark (dømd til) Skot uppá mál: innanfyri stólpar uttanfyri málið Stút á mål >= - Afturleggingar | Innkast í høgru síðu Innkast í vinstru síðu KÍ Skonto Riga I. há. 2. há. tils. 1. há. 2. há. tils. 8 1 15 3 9 2 3 5 2 3 5 1 4 5 2 3 5 i 3 i 2. 3 8 4 12 5 9 14 I Å 6 13 1 9 1 4 13 | 15 10 25 14 13 27 0 1 1 0 0 9 Kl tíggju horna- Skonto bert tvey Sambært hagtølunum frå Kl-dystinum á 2 Svangaskarði mikukvgldið stóð KI einkt aftan fyri Skonto úr Riga. Men tíverri fyri KI eru tað altso málini, ið telja... Dysturin á Svangaskarði í kappingini í Europa Cup fyri meistarar, var spenn- ingur í alla tíðina. Ikki minst var tað KÍ fyri at takka, og hetta kunnu tey turru hag- tølini frå dystinum eisini geva eina ábending um. Tíverri eydnaðist Skonto at fáa tvey mál fleiri enn KÍ, ið harvið er uttan kjans at vinna samanlagt. Kravið er, at KÍ í minsta lagi vinnur dystin í Letlandi 3-1. Og hó- ast KI als ikki smæddist burtur = mikukveldið í heimadystinum, munnu tey neyvan vera mong, ið hava vónir um, at tað skal fara at henda. , Eitt gott dómi um, at KI ikki stóð nakað aftan fyri lettisku = gestirnar, vóru hornaspørkini i dystinum. Bert tvær ferdir slapp Skonto at skjóta hornaspark á Svangaskardi, meðan KÍ hinvegin hevði ikki færri enn tíggju — ikki so galið, tá hugsað verður um, at tað hevur verið frammi í altjóða fåtbéltshøpi, at hornaspørk i framtíðini skulu brúkast at meta tvey lið eftir, um dyst- ur endar javnur. Allan gav einki horna Hesi tíggju hornaspørkini kundu sagt okkum, at verj- an hjá Skonto hevur verið nógv meira kroystenn verj- an hjá KÍ. Teirra horna- spørk komu í hver sínum hálvleiki og bæði í okkara vinstru síðu. Tað kann so aftur vísa okkum, at ein so altjóða royndur spælari sum Allan Mørkøre ongantíð var noyddur at geva hornaspark eftir tyst í sínari síðu. | Homaspørkini hjá KI vóru hinvegin býtt javnt millum bæði hálvleikirnar og síðurnar, men tey flestu av teimum vóru sera vanda- mikil. Jan Joensen skjeyt Stutt úr vinstru síðu og John Hansen úr høgru. Eins nógvar atsóknir Hóast Skonto í fyrra- kveldið í leiguflogfarið kundi fara av aftur land- inum við 3-1 sigri í vidfør- inum, so vóru málatsókn- irnar næstan tær somu í tali. Olgar Danielsen hevði nakrar skallarar — millum annað sjálvt málið — meðan hinir bert høvdu skot. Líka fyri báðar partar var, at fýra skotroyndir vóru í fyrra hálvleiki og seks í seinna. Sjálvt um nýggju mál- mansreglurnar siga, at mál- verjin ikki kann taka bóltin við hondunum efur aftur- legging frá viðleikara, so løgdu klaksvíkingar heilar átta ferðir aftur úl Jákup Mikkelsen í málinum, sum sjálvandi ikki tók bóltin. Hinvegin var tað bert í tí eina førinum, at Skonto- verjan kendi seg noydda at leggja aftur til sín málverja. Av innkøstum og frí- spørkum var býtið javnt, meðan nakað av muni var á frispørkunum — tey vóry 15 til KI og níggju til Skonto. Tíggju ferðir vóru leikarar hjá Skonto rangstaddir, meðan tað bert hendi klaks- víkingum tríggjar ferðir undir dystinum, at teir vóru innan fyri Skonto-verjuna í skeivari løtu. Hesi tølini siga tó ikki so øgiliga nógv um ragstødu- felluna hjá KI — hon kiksaði nevniliga fleiri ferðir. Samanumtikið eru hetta tó tól, ið siga okkum, at tal- an var um ein javnari dyst, enn tey flestu kanska høvdu roknað við frammanundan. Bert spell, at úrslitið við- víkjandi = målhagtølunum ikki kundi gerast eins góður og tann fatan, vanligi áskoð- arin mundi fáa av bonkinum — haðan sást ein spennandi og undirhaldandi dystur, ið KI hevði uppiborið betur enn at tapa við tveimum málum. åh & hj. Petur Mohr, venjari hjá KÍ: 6 rå = alt at Vinna Hóast KÍ tapti mikukvøldid móti Skonto úr Riga, er hann vælnøgdur við avrikid: »Vit taptu á ein annan hátt enn eitt nú landsliðið hevur gjørt tað, og vit hava nú bara alt at vinna yviri í Letlandi.« Hóast flestu áskoðararnir mundu vera samdir um, at KÍ var óhugnaliga nær at fáa væl meira burtur úr sín- um dysti mikukvøldid enn eitt 1-3 tap, so skerst ikki burtur, at væl varð spælt kortini. Hetta er eisini tann áskoð- an KÍ-venjarin Petur Mohr hevur gjørt sær eftir dystin: »Eg haldi, at vit komu bara stak væl frá hasum dystinum, og serliga fegin eri eg um, at vit líkasum taptu á ein annan hátt, enn vit eitt nú hava sæð lands- liðið gjørt tað,< sigur hann. >Vit kundu sjálvsagt havt lagt okkum aftur at verja og so kanska bert tapt 0-1, men uttan kanska at fáa so mikið sum ein einasta málkjans afturfyri. Nú valdu vit at spæla meira álopskent enn so, og burtur úr tí fingu vit fleiri góðar málkjansir og so enntá eitt mál.< ; Ju, sanniliga hongur Kl- venjarin ikki við tútinum "dagen derpå”. Heldur ikki, tá tosað verður um dystin, KÍ skal spæla móti Skonto yviri í Letlandi um smáar tvær vikur. Grava seg íkki niður Petur Mohr lovar, at KÍ tá heldur ikki fer at grava seg niður og lata vera við at gera sitt besta — eisini frameftir. > Vit hava alla grund til at fara avstað vid optimismuni vid okkum, ti hesin dysturin á Svangaskarði visti okk- um, at Skonto ikki er so Øgi- liga gott lið, sum kanska onkur kundu rokna við áðr- enn,< sigur hann. »Og vitskulueisini minn- ast til, at har yviri hava vit alt at vinna, og vit kunnu spæla uttan nakrar sum helst nervar, nå vit kortini eru so mikið aftanfyri, at ein ikki realistiskt kann rokna við, at vit fáa Skonto aftur. Til tað krevst jú, at vit har yvir vinna á teimum við í minsta lagið 3-1. So stórar vónir hava vit neyvan, men koruni kunnu vit saktans spæla ein góðan dyst — enn- tá betur enn mikukvøldiø.« Annars heldur Petur Mohr, at KI hevur møgu- leika fyri at læra rættiliga nógv av hesi Europa Cup- royndini. Hann heldur, at so nógv nýtt og ødrvisi er at hugsa um í sambandi við hesar dustirnar, ið ikki er vanligt at handfara á sama hátt í gerandisfótbóltinum í Føroyum. »Brådliga kemur kanska ein frå UEFA og sigur, at nå skal hetta ella hatta vera so Og s0, Og so er bara at fáa tað at vera so,< sigur Petur Mohr. >Tó skal hetta ikki skiljast so, at tað darvaði okkum á nakran hátt ella órógvaði, men tað var bara so nógv ødrvisi, enn ein er vanur við annars. Men í øll- um fórum kunnu vit læra nakaðav hesum, og vónandi kunnu vit so fáa nyttu av tí lærdóminum.< Góðir áskoðarar Í ár er annað árið, at Petur Mohr er venjari hjá KI, og ikki man vera ngkur loyna, at hann er vældámdur í Klaksvík, har meistaraheit- ið jú endaði í fjør, so KI nú fekk Europa Cup-kjansin. Men heldur ikki skal tað vera nøkur loyna, at Petur Mohr dámar væl fótbólts- klaksvíkingamar: >Nógvir áskoðarar vóru komnir mikukvøldid úr Klaksvík, og uppbakkingin frá teimum var eisini sera góð,< sigur hann. >Rópini munaðu væl, og til tíðir lyfti tað rættiliga liðið upp. Eg haldi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at KÍ hevur nakað av tí allarbesta viðhaldsfólkinum, tú kanst finna í Føroyum — ikki minst á útivelli. Mikukvøldid var fjøldin í hvussu er sera væl til hjálpar hjá liðnum!< hj. Petur Mohr, Kl-venjari, á tíðindafundinum aftan á dystin 23 Á m É