fríggjadagur 21. august 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 157 — 21. august 1992
Síða 13
Klaksvíkingar noyðast at
sleppa ellum vónum um at
taka lut í 1. umfari í Euro-
pa Cup og harvið tryggja
sær 430 túsund krónur
afturat. Tað er veruleiki
eftir 3—1 tapið móti Riga.
Lettarnir fara neyvan at
megna nakað móti pólsku
meistarunum. Liðið er alt
ov veikt í altjóða hepi, og
tað er ikki at taka munnin
ov fullan at siga, at KÍ
hevði havt rímuligan
meguleika at ognað sær
bæði stigini á heimavelli,
um virðingin fyri mót-
steðuliðnum ikki hevði
verið so sjónsk frá dystar-
byrjan, og um ikki —
kanska hevur tað saman-
hang við virðingina — so
nógv persónlig mistek
vórðu gjerd.
KÍ vinnur ikki í Riga
um 14 dagar, men tað er
ikki óhugsandi at ímynda
sær, at úrslitið kann ger-
ast frægari enn á Svanga-
skarði, og við eitt sindur
av hepni, kunnu klaksvík-
ingarnir greiða javnleik.
Sterri enn so var mun-
urin ikki á liðnum, tá tað
ræður um bóltferleika og
spælskil. Í skjótleika vóru
fleiri av Skonto monnun-
um eitt vet betri fyri enn
KÍ, og tað bar nakrar
vandamiklar steður í sær,
tá spælt varð inn um KÍ-
verjuna í tómrúmini.
Men slíkar steður greid-
di málverjin Jákup Mikk-
elsen. Hann visti serlig
evni mann móti manni:
megnaði at taka bóltin
áðrenn ella í skotroyndini,
ella hann trýsti mótsteðu-
mannin í síðuna, og harvið
gjørdist skotvinkulin
minni.
Tað vóru mistøk hjá KÍ,
sum bóru Skonto mál við
sær. Longu í 3. min. hev-
du teir risameguleika,
eftir at Kurt, sum aftasti
maður, hevði mist, men
Jákup bjargaði. Og tá teir
eftir lítlan hálvan tíma
komu á odda, var tað í
letuni, tá KÍ rættiliga var
komið í dystin.
Hesaferð bygdu John
og Jan upp í vinstru, men
tá leggjast skuldi til Toda
kom miðvallari ímillum,
og ein stórur verjuveik-
leiki hjá KÍ varð opinber-
aður: í uppspælinum var
ikki tann dýpd í uppbakk-
ingini, sum krevst, tá bólt-
arnir verða mistir. Diago-
nalbóltur verður sendur í
KÍ feldi seg sjålvt
Persónlig mistøk og ov stór virðing fyri lettunum bar tap í sær.
Kunnu hesir lutir rættast, kann úrslitið í Riga gerast væl betur
miðásina, har rangsteðu-
fella miseydnast, og so
gerst Vitali Astaiev,
landsliðsálopsleikarin,
sum inn í 2. hálvleik varð
fluttur á miðvellin í
hegru, púra leysur og
skorar.
Økta leiðslan dygst eftir
hvíldina mundi kennast
tvífalt metimikil hjá KÍ,
1. Europa-Cup dystur á Svangaskarði, hin 19. august
1992, kl. 16.00:
KÍ—Skonto Riga 1—3 (0—1)
0—1 Vitali Astatiev (28. min.)
0—2 Vitali Astatiev (28. min.)
1—2 Olgar Danielsen (47. min.)
1—3 Alexei Semenov (90. min.)
Kl-lidid: Jákup Mikkelsen, Allan Mørkøre, Heini Han-
sen, Kurt Mørkøre, (liðformaður), Petur Ove Ellings-
gaard, John Hansen, Jan Joensen, Harley Bertholdsen,
(Serin Petersen, 46. min.), Jan Andreassen (Beinur Poul-
sen, 74. min.), Todi Jónsson og Olgar Danielsen.
sum við innskiftingini av
Serini Petersen í álopið
fyri miðvallaran Harley
Bertholdsen gav til kenn-
ar, at tað 1. hálvleik hevði
verið sjón fyri segn, at
mótsteðuliðið var til at
tosa við.
Ikki minst síðsta korter-
ið, tá KÍ hevði sína bestu
løtu. Tað var t.d. svørt
óeydnað, tá geyka lang-
skotið hjá Toda í 40 min.
klokkureint brendi í trý-
kantsamankomingina og
stekk aftur í leik, meðan
190 cm. hegi málverjin
stóð og gleddi at.
Ikki minst av omanfyri-
standandi var 2—0 málið
skelkandi. Spælið var júst
byrjað, tá framrættaði
miðvallarin Valentin
Lobanev fær loyvi at
draga igjøgnum ótettu
KÍ-verjuna. Jákup trýsti
hann til miseydnaða skot
roynd, traðkaði
Astatiev til einaferð enn
og skumpaði bóltin í kass-
an.
Tá var luftin um at fara
úr ballónini, men hon helt,
ti Olgar beinanvegin
minkaði: Kurt (góðar steð-
ur, tryggur á bóltinum,
men heldur seinur í kapp-
renningini) lyftir fríspark í
brotsteigin, og Olgar vísir
síni fantastisku evni at
rekka bóltinum. Hesaferð
er tað pannan, ið er fram-
við, og Oleg Gzichine í
málinum er prísgivin.
So varð trýst sett á fyri
útjavning, og tað stóð við
mesta partin av hálvleiki-
num. Roynt varð at koma
ígjegnum í vinstru hjá
John og í høgru hjá Allan,
sum í 1. hálvleiki hevði
tikið nógv minni lut í sam-
anspælinum frammi á
vellinum, enn hann plag-
ar.
Serliga langskotsroynd-
irnar bóru spentar stæður í
sær kring ótrygga mál-
verjan. Todi, Kurt og All-
an settu målverjan undir
trýst, og triggjar ferðir
var um reppið, at KÍ ålop-
ið nåddi retur bóltar frå
klossuta målverjanum.
Og so fjaraði móti dyst-
arenda. Vánaliga
uppbakkingin gjerdist til
onga uppbakking, tá Kurt
á miðásini á aftasta manni
royndi at seta ferð í álops-
spælið, Rigamaður kemur
ímillum, og se skoraði inn-
skifti Alexei Semenov.
3—1 og KÍ hevur bert
æruna at spæla fyri í Riga.
Men tað kann vísa seg at
vera nóg mikið til at
skapa javnan og undir-
haldandi dyst. Alt er at
vinna, og um trýst verður
lagt á og uppspælið órógv-
að eitt sindur longri
frammi, so eiga klaksvík-
ingarnir at megna at sekta
mistek hjá lettunum.
men sí
Gott undirhald
— Hatta var í hvussu so er ein stak undirhaldandi dystur, og tað
var stak spell, at frálíka langskotið hjá Toda ikki setti lítla
sponn lægri og fór í kassan. Tað sigur Per Hoyer Hansen frá
Tipsbladnum, sum ikki dylur yvir, at tað frá báðum síðum vórðu
víst taktiskir veikleikar. Ikki minst hjá KÍ restaði uppbakking
— Hverjar leikarar á Kl-
liðnum metir tú hevdu
staðið seg í donsku super-
ligaini?
— Um teir vóru í tí venj-
ing, sum superligain er í,
og um teir fingu somu
leikligu fyritreytirnar, so
haldi eg, at tríggir leikarar
kundu komið upp á tal:
Jákup Mikkelsen gjerdi
einki mistak allan dystin,
og hann tykist trívast væl
við nýggju målmansregl-
unum. Hann hevur stór
evni.
Tað er eisini sjón fyri
segn, at Todi Jónsson
hevur stór fótbóltsevni,
og so var tað eyðsýnt,
hvussu nógv Olgar Dani-
elsen stríddist, hvussu
nógvum bóltum hann nád-
di, og hann gjerdi eisini
málið, heldur danski fót-
bóltsserfreðingurin, sum
ikki dylur sína undran og
undrast yvir, at eitt
ítróttafelag, sum tað á
Toftum, hevur megnað at
bygt eitt so vakurt stadi-
on, sum tað á Svanga-
skarði. Hetta er frálíkt.
-nn-