Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 22. august 1992 — tíðindablaðið Sosialurin; Norðuri í Funningi svimja smolt í 13 stórum kórum — fullkomuliga óvitandi um, at tey hava ein av høvuds- leiklutunum í einum hinum mest drápiliga stríði, Funn- ingur hevur upplivað síðani dagar Grím Kambans. Søgan botnar i, at bygda- rådid i Funningi vildi hava smoltstødini Pf. Aarstød at flyta 13 kør, ið stóðu út í ánna, ið rennur gjøgnum bygdina. Hetta var ikki sum at siga tað, tí tað hugaði ikki Pf. Aarstød at skula flyta kørini, bert tí tey stóðu nakrar fáar metrar út í ánna. Síðani hevur málið verið í rættinum, har fyrst undir- rættur og síðani landsrættur hava staðfest, at kørini skulu flytast. Umframt at fútarætturin eisini hevur verið uppií — somuleiðis staðfestandi, at kørini skulu burtur av gkinum. Fundaboð úr Tinganesi Eftir at hava fingið við- hald, byrjaði bygdaráðið at brótaniður garðin, ið stóð út í ánna. Garðurin varð brotin niður í um leið helvt. Tá komu fundarboð úr landsstýrinum, ið bað um- boð fyri bygdaráðið koma á fund, so finnast kundi fram til eina ella aðra loysn av hesum stríði. Endin var, at bygdaráðið gjøgnum sakførara sín gekk vid til, at Pf. Aarstød skuldi fåa ålagt at flyta kørini av verandi øki á eitt annað øki longur uppi, har tey skuldu vera standandi fyribils, meðan garðurin varð niður- brotin allur sum hann var. Freistin, Pf. Aarstød fekk at gera hetta innan, varð sett ul 31. august, men nú sær ikki út til, at málið verður avgreitt innan ta tíð. >Vit hava fingið boð um at flyta kørini, gera kloakk og bróta gamla garðin nið- ur, men fyri at fáa tíð ul tað, Skulu vit hava einer fýra vikur, so vit hava ongan livandi kjans at fáa hetta frá hondini innan 31. august, sum ásett er. Hetta hava vit eisini latið sakføraran hjá bygdaráðnum fáa at vita skrivliga,< sigur Heri Hgj- sted, ið er ein av eigarunum av smoltstødini. >Vit eru annars farnir undir at leggja kloakk, og ætla vit at gera alt hetta arbeiði í einum, tí tað er so mikið lættari. Steðgast við fútabanni Men fyri nøkrum døgum síðani fekk Pf. Aarstød boð um, at um nakað varð grivið út ella bygt á gkinum, Hgj- sted'arnir eiga oman fyri gkið, har smoltstødin er nú, so fór at verða heitt á fútan um at steðga arbeiðinum. »Stødan er bara tann, at vit noyðast at fara niðan á Við 'ICELAN øki vid kørunum, men fyrst mugu vit jú planera gkið til tað og leggja kloakk, annars ber ikki til hjå okkum at gera eftir semjuni um at flyta tey 13 kgrini niðan,< sigur Heri Højsted. >Kjarnin i mál- inum er bara tann, at vit ikki kunnu halda freistina — tað ber heilt einfalt ikki til. Ti tykir tað okkum at vera so løgid, at fútin skal steðga arbeiðinum.< Stødan er eisini tann, at ikki ber til bert at bróta garð- in niður og síðani flyta kør- ini, tí kemur åarføri, verður alt skolað oman á bláman. Tí mugu kørini fyrst fáa annað stað at vera á, áðrenn byrjast kann upp á at bróta garðin niður. Heri Højsted sigur, at hó- ast semjan millum lands- stýrið og bygdaráðið sigur, at talan er um at hava kørini standandi fyribils á teirra egna øki omanfyri, so ætla teir sær at hava kørini stand- andi har. Boð um at geva loyvi >Landsstýrið hevur álagt bygdaráðnum at geva okk- um loyvi at hava kørini standandi á nýggja økinum, men bygdaráðið vil bara ikki geva okkum byggi- loyvi har,< sigur Heri. Sum skilst á honum, er tað nú upp til landsstýrið at avgreiða málið. Men um hetta fer at ganga so lætt fyri seg, man vera Síða 3 Norðuri í Funningi svimja smolt í 13 stórum kórum — fullkomuliga óvitandi um, at tey hava ein av høvudsleiklut- unum í einum hinum mest drápiliga stríði, Funningur hevur upplivað síðani dagar Grím Kambans. Mynd:Kaimar ivasamt, tí landsstýrið hevur neyvan nakran myndug- leika at áleggja bygdaráðn- um, hvar smoltstødin skal vera — dómur er jú í tveim- um rættargongdum í mál- inum, ið gevur bygdaráðn- um løgfrødisligan rætt til at krevja kørini burturtikin. Tidindabladid Sosialurin royndi i gjår at fåa eina vid- merking frå Andor Sivert- sen, bygdarådsformanni i DAIR æn Funningi, men hann visti til sakføraran hjå bygdarådn- um, Påll Nielsen, og segdi, at hann kundi úttala seg vegna bygdaráðið. Men í gjár eydnaðist ikki at fáa fatur á Páll Nielsen, ið var fundarbundin. hj.