Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Leif Knudsen, yvirlækni í Klaksvík sagt upp: Orkar ikki meir - hóast hann hevur góðar umstødur, væl virkandi medisinska deild, og starvsfólkið hevur serkóna, medisinska útbúgving Hóast ofta og nógv hevur verið sagt um sjúkrahús- viðurskiftini í Klaksvík, so hevur tað oftast verið krøv um útbyggingarog læknavidurskifti, kjak um starvsøki hjá smáu sjúkra- húsunum mótvegis Lands- sjúkrahúsinum 0.s.fr. - Nú er annað ljóð at hoyra. Tveir yvirlæknar hava sagt upp, sum hava verið talsmenn fyri út- byggingini í Klaksvík. Tað eru Gordon Radjani, yvirlækni í vanligari skurðviðgerð og ortopædi og Leif Knudsen, yvirlækni í medisin. Ikki samstarvs- trupulleikar Uppá fyrispurning, um hvort tað eru samarbeiðs- trupulleikar á sjúkrahúsi- num í Klaksvík, sum hev- ur fingið Leif Knudsen at fara, sigur hann: - Tað er als ikki talan um trupulleikar av slíkum slag. Eg havi verið medi- sinskur yvirlækni í Klaks- vík í 11 år. Oll hesi ár havi eg verið einsamallur á medisinsku deild, og havi havt arbeidsumstød- ur, sum nærum bert kunnu sammetast við "fri- hedsbergvelse". - Við hesum vísir Leif Knudsen til, at hann hevur havt døgnvakt øll árini - undantikid 2 1/2 år, tå hann hevur verið burtur- staddur í arbeidsørindum. Leif Knudsen: - Eg varð settur við nøkrum treyt- um, sum ongantíð vóru uppfyltar. Tá ljóðaði, at ein hjálparlækni skuldi setast á medisinsku deild, men hann kom ongantíð. Í dag er ivasamt um hann nakrantíð kemur. Noyðist at hugsa um framtíðina - Eg eri nú 48 ára gam- al, og nú er stundin kom- in, tá eg noyðist at taka stóðu til framtíðar ar- beidsumstødur. Tað er avmarkað, hvussu leingi tú orkar at arbeiða á tann, sum eg havi gjørt hesi árini, og orkan verk- sur sum kunnugt ikki - heldur hinvegin. Eg eri útbúgvin medi- sinari og serkønur í gikt- sjúkum, og tað er trupult at fáa yvirlæknastarv í Danmark, um tú ert farin um tey fimti. - Ti avgjørdi eg fyri summarfrítíðina at siga upp í Klaksvík og søkti arbeiði í Grená í Dan- mark, har eg eri settur yvirlækni. Eru tit ikki fleiri læknar í Klaksvík, sum kunnu skiftast um vaktirnar? - Vit eru fleiri læknar, tað er satt, men ein van- ligur skurðlækni kann ikki taka mínar vaktir, tí talan er um ymiskar for- treytir í arbeiðinum. Ongar frílgtur - Tí hevur tað nærum verið Ogjørligt at seta sær nøkur mát í frítíðini. Tað er so mangan at vit hava bjóðað fólk at vitja, og ikki so sjáldan, at eg havi verið noyddur at farið á sjúkrahúsið, tí okkurt var áfatt. - Slíkt er ótolandi í longdini, og ti gjørdi eg av at fara í annað starv. Angrar tú at tú segði upp, áðrenn tú visti, at Gordon Radjani gjørdi av at fara í annað stary? - Nei, eg havi als einki at angra. Nú er møguleiki fyri einum náttúrligum ættarliðskifti í Klaksvík, har væl útbúnir serlæknar kunnu taka yvir, og tað er gagnligt. - Spurningurin er um arbeiðsbyrðuna á medisinsku deild. Nú havi eg øll árini roynt at gera uppskot og grundgeving fyri, at neyðugt er við einum medisinara afturat mær í Klaksvík. Allir politikarar, sum hava ábyrgd, vita um hetta, men teir hava einki gjørt. 500 bráfeingis innleggingar árliga Er tað ikki grundarlag fyri medisinskari deild í Klaks- vík? - Jú, avgjørt. Vit hava 500 bráðfeingis innlegg- ingar árliga. T.v.s. tvær innleggingar um dagin - alt árið. Hinvegin, so eru tveir skurðlæknar og ein triðji er játtaður, hóast innleggingarnar ikki eru bráðfeingis. Tað er minni enn ein sjúkling um dag- in. Skurðdeildin innkallar sjúklingarnir, og kann so- statt leggja arbeiðið til rættis, eftir einum skema. - Tú kanst siga, at læknasetanirnar her eru gjørdar eftir, hvat politiskt loysir seg best, og ikki eftir, hvat gagnar sjúk- lingunum Hvussu kennist tað at:lata yvir deildina til annan yvirlækna, sum krevur so stóra arbeiðsorku? - Eg kenni á mær, at eg havi gjørt eitt gott arbeiði í Klaksvík, men eg kann Nr. 158. — 22. august 1992 Leif Knudsen, yvirlækni: - Politikarar og teir ráðandi hava ikki sýnt medisinsku deild í Klaksvík áhuga. Hóast vit hava 500 bráðfeingis innleggingar árliga, so hevur verið ógjórligt at seta ein hjálparlækna. Á skurðdeildini eru tveir læknar og ein hjálparlækni kem- ur um stutta tíð. Har eru færri sjúklingar og arbeiðið kann tilrættisleggja arbeiðið eftir eftir innleggingar- skipan, sum deildin sjálv ásetur ikki átaka mær at hugsa um framtíðina her. - Sum tænastumaður havi eg verið fastløntur, men havi ikki eins og onnur havt møguleika at fríganga ella á annan hátt fingið samsýning fyri stóra arbeiðsbyrðu. - Nú noyðist eg at hug- sa um familjuna og meg sjálvan. Eg hugso kortini, at tað verður torført at fáa væl útbúgvið fíolk at á- taka sær hetta arbeiðið. Ert tú vónsvikin, nú tú fer til Danmarkar at arbeiða? - Nei, eg als onga grund fyri at klamsa við hurðini. Tað hevur verið strævið, men eisini hugaligt at ar- beiða á medisinsku deild, og starvsfólkið er sera dugnalig. - Eg havi arbeitt á 22 medisinskum deildum í míni stavstíð, og tann í Klaksvík er avgjørt tann besta, tí helmingurin av starvsfólkunum hava ser- útbúgving at arbeiða á medisknsum deildum, sig- ur Leif Knudsen. Dagny Javaðarfelagið fund um politisku stóðuna: Nú skulu limirnir Siga sina hugsan Sudurstreymoyar Javnad- arfelag hevur limafund i hølum felagsins å Argjum, månakvøldid klokkan 19 at vidgera politisku stød- una. Hallstein Sigurdsson, formadur felagsins sigur, at høvudsendamålid vid fundinum er, at limirnir skulu nú fáa møguleika at siga sína hugsan um polit- isku støðuna. Ikki minst leiklutin hjá Javnaðar- flokkinum í landsstýri og á tingi. Hesin fundurin var upp- runaliga lýstur at vera fyrst í hesum mánaðinum, beint eftir at annar av løgtings- monnunum, Jóannes Dals- gaard hevði gjørt av at taka seg úr flokkinum, men fundurin varð útsettur av ymiskum orsøkum. Hallstein Sigurðsson sig- ur, at nú ræður um sum ongantíð áður, at fáa so nógvar limir sum gjørligt at taka aktivan lut í politiska arbeiðinum, so- leiðis at tilber at ávirka politisku stødutakanina. Hann vónar, at nógvir limir meta á fundi måna- kvoldið. tór.- Bulgarar umborð á Høganesi og í Bládýpi Tvær konsertir verða í vikuskiftinum við teimum báðum bul- garsku guitarleikar- unum Anton Aposto- lov og Valeri Dim- chev, sum í hesum degum vitja í Feroy- um. Tann fyrra verð- ur friggjakvøldid um- horð á sluppini Hoga- nes í Runavík og tann næsta í Bládýpinum í Havn, leygarkveldið. Tónleikurin, bulgararnir fara at spæla, verður fyri tað mesta teirra egnu leg. Hetta er sjálvkompo- neraður bulgarskur fólkatónleikur við jazz- ella flamenco- elementum, fram- førdur å einum sponskum og einum elektriskum guitara, oftast við rættuliga stérari ferð. Einstøk løg hjå McLaughlin, Paco de Lucia o.ø. verða eisini at hoyra. Konsertin umborð á Høganesi fríggja- kveldið byrjar kl. 21.00 og er almenn; konsertin í Havn leygarkveldið byrjar kl. 22.00, og hendan er fyri limir í Jazz- felagnum. Atgongumerki á 40 kr. fáast á stoðunum.