Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 158. — 22. august 1992 Tummas Arabo einki ímóti orðaskifti um framtíð javnaðarfloksins: -Latið okkum eisini tosa um landsins framtíð -Ég eri samdur við Hans Jórgensen, fyrrverandi skrivara í Javnaðarflokkinum, tá hesin ynskir at tosa meira opið og sak- ligt um framtíðina hjá javnaðarflokkinum. Men tað er so sanni- liga eisini sera átroðkandi og neyðugt, at vit saman kunnu tosa um landsins framtíð sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður í sínum fyrsta íkasti til tað orðaskifti, sum fleiri javnaðarfólk í seinastuni hava eftirlýst og sum nýggi formaðurin í tingbólki- num eftirlýsti so seint sum í vikuni í Degi og Viku. 14. august hevur Hans Jergensen áhugaverda grein í Sosialinum. Grein- in leggur upp til tjak um steðu Javnaðarfloksins, og er tað gleðiligt at sigg- ja, at greinin — hóast at- finningarsom — er hildin í einum hampuligum tóna. Hon viðger ikki, sum so mangar aðrar greinar í hesum degum, hver hevur verið stersti tápulingur 1 80 unum, hver hevur ver- ið stersti brotsmaður og hver hevur verið klókast- ur o.sfr. Takk skal Hans hava fyri tað. Javnaðarflokkurin fór á val og bjóðaði seg fram til at loysa teir stóru trupul- leikar, sum samfelagið var komið í, og sum ein kundi síggja fyri framman. Vit vunnu valið og fóru sum stersti flokkur sjálvandi undir at skipa landsstýri. Teir flokkar, sum hevdu hug at fara út í Tinganes vóru umframt Javnaðar- flokkin, Sjálvstýrisflokk- urin og Fólkaflokkurin. Hinir báðir vóru — uttan mun til hvat teir siga í dag — minni enn lunkaðir. Úr- slitið var eftir drúgvar samráðingar, at sam- gonga varð skipað millum Fólkaflokkin og Javnaðar- flokkin. »Fornuftsektaskap« Ein og hvør kann skilja, at partar ella pørtum av Javn- aðarflokkinum ikki dåmdi hesa samgonguna, og flest oll javnaðarfólk hanga ikki um hálsin á fólkafloks- mennum. Samgongan kann heldur metast eitt »fornuftsektaskap« ímill- um tveir gamlar arvafigg- indar. Samgonguskjal varð sum skrivað, og Javnaðarflokk- urin fekk týðandi tættir í samgonguskjalið, sum vóru hansara hjartamál, og Fólkaflokkurin fekk eisini nekur av sínum hjartamál- um. Sostatt varð farið und- ir at reka ein samgongu- politikk grundaðan á hetta skjal. Tað, sum vit løgdu dent á undir samgongusamráðing- unum, var, at vit vildu av- marka rentuspekulatiónina — helst fingið hana heilt burtur — fáa bundnu upp- sparingina burtur, sam- haldsfastan eftirlonar- grunn settan á stovn, landsbankan at virka og nakað gjørt vid arbeiðsloys- isstuðulsskipanina. Alt hetta varð gjøgnumført ella um at vera samtykt. Harafturat var tað málið um strukturin í vinnulívi- num. Fleiri í Javnaðarflok- kinum mettu, at skuldi nakað skilagott gerast við hetta, so var neyðugt at gera tað saman við Fólka- flokkinum, tí vóru vit samdir, kundi hetta verið gjøgnumført nøkulunda fridarliga. Hans Jørgensen veit, sum gamal floksskriv- ari, at tå hann hevur sitið á landsfundum ella floks- leiðslufundum Javnadar- floksins, so hevur hann tey seinastu 10-15 árini hoyrt um, skeiva strukturin i vinnulívinum, at útflut- ningsveran hevur verið ov lítið vidgjørd, og at vit hava fingið ov lítið fyri hana. Harafturat hevur hann eis- ini heyrt, at afturberin nar til fiskivinnuna vóru blivnar ov stórar, og hetta mynstrið kundi ikki halda fram. Hatta var ollum greitt longu mitt í 80'un- um. Vinnumynstrið broytast Tað var sum nevnt greitt fyri okkum í landsstýri- num, at verandi vinnu- mynstur mátti broytast, og tað mátti broytast á tann hátt, at sokallaðu friu fíggj- arligu kreftirnar fingu rúm- ari ræsur, tí vinnulívið mátti í stóran mun kapital- sanerast, tí amboð og virki vóru blivin ov dýr og lógu langt omanfyri tann prís, sum var galdandi í granna- londunum. Vit hava ikki mett, at tad er rætt at leggja uppi ta »prosessina« enn, men lata ta fíggjarligu sanering, sum fer fram i vinnulivi- num, halda fram eina tid afturat, soleiðis at iløgur- nar koma niður á ein sunn- an kapitalgrundvøll. Hóast hesa saneing, so hevur tad eydnast vinnulívinum við hjálp frá almennari síðu partvís at leggja fram- leiðslumynstrið soleiðis um, at okkara vørusøla til útlandið verður fjølbroytt- ari og virðismeiri. Um vit so eru negdir við gongdina er altíð ein persónlig met- ing, men uppá longri sikt er kósin rett. Sama kann sigast um okkara handilssamband við útlondini, har vit við sátt- málum við bæði EF og EFTA eru við at normali- sera viðurskiftini. Mín met- ing er tó, at arbeiðsumsteð- and við Eu- að e munandi. Se kann ein siga: ja, er so einki sum gongur skeivan veg? Vit hava ikki okt aftur á økjum, sum eru hjartamál 4, Datna Javnaðarfloksins, men stórt sæð bert hildið stødid innan heilsuverkið, alman- naverkið og skúlaverkið, og hava skert enn meir innan iløgusektorin á landi. Jú, sanniliga gengur okk- urt skeivan veg! Metingarnar hildu ikki Tá ein skrivar eitt sam- gonguskjal og fer inn í eina samgongu, sum verð- ur planløgd at vara í 4 år, so hómast framtíðin og ávísar metingar verða gjørdar. Okkara metingar vóru, tá vit fóru til arbeið- is, at veiðumeguleikar fer- oyinganna meguliga fóru at minka eitt sindur. Okk- ara egnu grunnar vóru hart troyttir, og vit ótt- aðust fyri, at ein ávís minking fór at vera. Men hetta høvdu vit rokna við, at vit kundu liva við. Eingin, heldur íkki Hans Jergensen ella nak- ar annar, hevði væntað ella forútsæð, at fiski- skapurin vid Føroyar datt se á botn sum seinasta ár- ið. Talan er næstan um eina náttúruvanlukku, og tað heuði eingin væntað. Hetta og bert hetta hevur ført til, at inntøkurnar í samfelagnum eru minkað- að óhugnaliga nógv. Eg hugsi um ein kanning, eg havi lisið um, sum var gjørd í Hoydølum, har næmingarnir ella onkur av næmingunum hevði mett, at fiskiflotin átti at verið bundin við bryggju, tí har vóru bara útreiðslur og baks av fiskiflotanum. Nú er fiskiflotin ikki bundin við bryggju: men hvenn dag verður reynt at fáa fisk upp á land, men tað gongst illa. Hetta fær árin, ja, sjálvt í Hoydel- um, árin um alt landið, og tann næmingurin, sum segði hesi megnarorðini einaferð, hann eigur at hugsa um, at um vit nú hevdu lagt allan flotan við bryggju, hvat hevði so hent? Inntekulækkingin i samfelagnum hjå teimum, sum eru knytt at heima- flotanum og øllum teim- um, sum fiska vestanfyri Førcyar, hon er stér og fær sjålvandi avleidingar fyri landskassan. Sam- stundis eru lánsmeguleik- arnir uttanlands ógvuliga avmarkaðir, so tungt er at læna seg igjøgnum krep- puna. Tí er neyðugt at halda aftur í útreiðslum landskassans og royna at fáa nakrar inntekur aft- rat. Hetta er so gjørt, og tað er neyðugt, tí landskassa- roknskapurin kann ikki í fleiri ár hava eitt heilt stórt hall. Eg kann nevna, at rentuútreiðslurnar hjá landskassanum longu nú eru líka nógar sum alt sjúkrahúsverkið kostar, og tað man vera meira enn rikiligt. Hvat hevði hent... Tað eru velduga tungar avgerðir at taka, hvar skerast skal, og tað er greitt, at tað er ikki við góðum tannabi:i, at Javn- aðarflokkurin sæ r, at sek- terar, hann aitíð hevur vart og bygt upp til gagns fyri hetta félk, verða skerdir nakað sum helst. Frá ellum síðum verður kravt, at pengar vera til virksemi, se býtt, men greitt SKULU orðaskifti onkur verður við sviðið soð. Hóast hetta fari eg at heita á oll javnaðarfólk at hugsa seg eitt sindur um. Hvat hevði hent, um Javnaðarflokkurin = íkki var í Tinganesi? Um vit nú hugsaðu okkum, at tað var eitt borgarligt stýri í Tinganesi, hvussu hevði so sæð út í landinum? Eg kundi gott sagt, at stødan hevdi verid katastrofal, og se nógv uttan fyri tað, sum vit uppliva í dag. Viðvíkjandi útbygging av nýggjum vinnuvegum, sum Hans Jergensen er inni á, se er rætt sum hann sigur, at marknaðar- búskapur er blivið eitt slag av gandaorði í hesum samfelagnum. Tað er sum um alt skal kunna loysast við marknaðarbúskapi, og Sambandsflokkurin hevur so funnið uppá nakað nýtt — at alt skal kunna loys- ast, um vit fara inn í EEC. Vit mugu varskógva, at kreppur verða ikki loystar vid gandaorøum, tí tað er eingin lett loysn av teim- um trupulleikum, vit hava í dag. Vit mugu arbeiða miðvíst ímóti framtíðar- loysnum, og vit mugu rokna við og vóna, at til- feingið í nánd av Føroyum ikki fellur meira. Sloganið, at har tað pri- vata ikki rekkur, má tað almenna hjálpa til, varð nokk harðast framført av Atla Dam, tá hann kom inn í føroyskan politikk. Og hetta var eitt gott hug- tak. Men tað má ikki mis- skiljast soleiðis, at har tað privata ikki klárar sínar skyldur, har skal lands- kassin gjalda. Seleiðis hugsi eg ikki, at meining- in var við hasum hugtaki- num.