leygardagur 22. august 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 158 — 22. august 1992 tíðindablaðið
Hugsjónarkreppa
Sum tað sær út í dag má
ásannast, tað er ikki
rættuliga »in« at tosa um
hasi tingini nú. Tú tosar
um, at skal tað almenna
meguliga vera við at
hjálpa til at figgja iløgur í
samfelagnum, produktiv-
ar ílegur, so verður tú
skúgvaður til viks, og
prátið kemur beinanvegin
inn á loftingarpolitikk.
Hygg at ellum teimum,
sum sita á Parnassinum í
dag og hvussu skilið var
tá o.sfr. Sjálvt langt inn í
okkara egnu javnaðar-
rekkjur er handan hugsan-
in, og eitt sovorðið lítið
mál, sum tað, at tað al-
menna i 20 ár hevur studl-
að privatum fyritøkum at
farið til framsýningar i út-
londum, tað er dottið nið-
urfyri, tí fíggjarnevndin
nú vil ikki veita hesum
fyritøkum hjálp. Nógvar
av teimum eru smáar,
kanska eini 4-5 arbeiðs-
pláss, men har er ofta
savnað ein vitan, tað hev-
ur tikið nógv ár at byggja
upp. Tað er ógvuliga
harmiligt, at hetta skal
detta niðurfyri, og líka
OPIÐ ER:
Týsdag til friggjadag 13.00-17.30
Leygardag 89.00-12.00
Mánadag er stongt
Flisahandil
v MURARAMEISTARA
MARCUSSEN
STYKKID - TLF. 21295
harmiligt er tad at siggja,
at eisini floksfelagar av og
á atkveða ímóti slíkum
stuðli.
Her er sostatt talan um
eina hugsjónarkreppu,
sum rekkur langt inn í
okkara egnu lið, og hetta
er tíverri galdandi um alt
landið. Hvussu langt er
tað ikki síðani, at vit hoyr-
du um, at menn teknaðu
partapening til ávísar
iløgur ella teknaðu parta-
pening til iløgur í skip.
Hvussu langt síðani er
tað, at tað kom skriv til
løgtingid um t.d. at seta
20% í partapeningi til eitt
framleiðslufelag. Tað eru
fleiri ár síðani.
Hetta bendir á, at alt
hetta tosið um, at lands-
kassin og tað almenna als
ikki skal vera uppii, tá
ílegur verða gjørdar, hava
sligið so væl igjøgnum, at
eingin orkar at lyfta
høvdinum og hugsa, at
tað var kanska ein møgu-
leiki at farið tann vegin
einaferð afturat, tí tað var
tað, sum stovnsetti nútíð-
ar Feroyar og varð grund-
lagt í 60-unum, 70-unum
og ein part av 80-unum.
Vend kemur í
Men eg rokni við, at vend
kemur í. Tá eg sigi hetta
er tað tí, at eg síggi, frá tí
starvi eg siti í Tinganesi,
at nú stendur á sjálvt hjá
vinnulivsmonnum, sum
altíð hava mett seg sjålv-
ar at vera gullrandað pap-
pir i peningastovnum og
aðrastaðni, tá teir skulu
fíggja skilagóðar, produk-
tivar ílegur, og tær fyrstu
umsóknirnar um lands-
kassaveðhald, tíverri til
óproduktivr ílegur, eru
komnar.
Tað er nógv skrivað um
kilostudning og stuðul til
fiskivinnuna, og er hetta
ein stuðul, sum allir vilja
hava avtiknan. Hinvegin
er iløgustudul í skilagóðar
ílegur ikki nakað ókent.
EF nýtir tað í stóran mun,
og í dag gevur EF stuðul
upp til 40% av iløgunum
til vinnulívið. Tad er ti
longu nú skilagott at
hugsa, hvussu føroyingar
ætla at figgja nyiløgur í
framtíðini, tað verið seg
nýggj skip, nýggj virki og
hvert av sínum. Um vit
ikki finna eitt iløgumynst-
ur, sum er minst líka gott
47 11).
Støtte til oversættelse af
nordisk litteratur
Nordisk litteratur- og bibliotekskomité, som er nedsat af
Nordisk ministerråd (kultur- og undervisningsministrene),
disponerer over midler til støtte til udgivelse af nordisk litte-
ratur i oversættelse i de nordiske lande. Årets andet for-
delingsmøde afholdes i november måned.
Skemaer med vejledning kan rekvireres fra Føroya
Landsstyri, FR-100 Tórshavn (tel. 11 080) eller fra Nordisk
ministerråds sekretariat på nedenstående adresse (tel. 33 11
Angsøgningstiden for fordelingsmødet i november
udløber den 1. oktober 1992.
Ansøgning sendes til:
, Nordisk litteratur- og bibliotekskomité
Nordisk ministerråd
1 Sekretariatet
Store Strandstræde 18
DK-1255 København K
Sida 13
sum tad, okkara kapping-
arneytar hava, ja, se verða
vit snøgt sagt ikki kapp-
ingarførir. So venda vit
aftur til tað gamla slogan-
ið hjá Javnaðarflokkinum,
har tað privata ikki røkk-
ur, har må se tað almenna
treða til.
Framtíðin
80'ini hava givið tí almen-
na so nógvar lúsingar i
sinum iløgupolitikki, at
tad skuldi verid merkiligt,
um vit ikki høvdu lært av
hesi tíðini og kundi farið
skilabetri til verka. Men
ímeðan má tann kapitalsa-
nering, sum er í gongd í
samfelagnum, halda fram,
tí vit kappast ímóti teim-
um 40% av iløgustudlum,
sum aðrir geva. Tað ber
ikki til, at landskassin fer
inn í gjørdar iløgur, og tí
má ein rokna við, at alt
okkara framleiðsluappa-
rat skal karvast niður við
líknandi prosenttali. Men
tann prosessin er komin
so langt nú, at tað er rætt,
at bæði vit frá politiskari
síðu og vinnulívið sum
heild, fara at leggja lunnar
undir framtíðina, líka góð-
ar lunnar undir framtíðina
hjá feroyska vinnulívi-
num, sum aðrir gera fyri
sítt vinnulív.
At enda vil eg siga, at
eg eri samdur við Hans,
og tað er altíð gott at
kunna tosa um tingini, tað
er altíð gott at samlast til
fundar, og tað gera vit
sjálvsagt í Javnaðarflok-
kinum ikki bert um egna
framtíð; men eg vildi
sanniliga eisini vóna um
landsins framtíð. Tað gera
vit á landsfundi á hverj-
um ári, og um vit se
kundu tikið ein eyka
landsfund nú um hendan
heilt álvarsliga spurning,
tað mugu se floksfelagar-
nir hjá okkum gera av.
Thomas Arabo
Hjartaliga takka vit ellum, sum við
gávum, telegrammum, blómum, vitj-
anum og á annan hátt gleddu okkum
á hjúnarbandsdegi okkara tann 18.
juli 1992.
Bodil, Joen Hendrik og Randi
Stuðulsfólk
Vit sóknast eftir einum dugnaligum stuðulsfólki
— at byrja skjótast gjørligt — til ein 10 ára gaml-
an drong í Eysturoynni, við vøddasvinni — 20
tímar um vikuna, aftaná skúlatíð.
Stuðulin er játtaður til 1/1 1993 — møguliga
longri.
Arbeiðið skal skipast í neyvum samstarvi við
Andveikraverndina, familjuna og skúlan.
Málið við stuðlinum er m.a.:
— At fylgja tí upp, ið arbeitt verður við í skúla-
num.
— At stuðla honum, so hann kann koma millum
javnaldrar.
— At gera eina meting um framtidarmøguleikar.
Løn og starvsvidurskifti sambært såttmåla mill-
um Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstyri.
Umsøkjarar vid pedagogiskari útbúgving hava
fyrimun.
Umsóknin skal stilast til Almannastovuna og
sendast til:
Andveikraverndina
Tradagøtu 22, postboks 2020
FR-165 Argir
Nærri fæst at vita å tlf. 14822.
Havehus til salg
Havehuset på Yviri vid Strond 14 er til
salg »på roden«.
Huset er på ca. 10 m? med 1 dør, 1
vindue i hver gavl og 2 ovenlysvin-
duer.
Skriftligt tilbud sendes til
Færøernes Kommando
Att. Bygningsofficeren
Postboks 3195
FR-110 Tórshavn
senest 7. sept. 1992.
Eventuel besigtigelse kan aftales på
telefon 11420 lokal 102