leygardagur 22. august 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
tíðindablaðið
Tónleikasnillingurin
úr Runavík
skal syrgja fyri altjóða gjøgnum-
brotinum hjá kenda norska sang-
fuglinum. Grundin til nýggju út-
gávuna verður løgd yviri í Los Ange-
les, har Oli Poulsen skal arbeiða
saman við so kendum fólki sum
Abraham Labortel, John Robinson,
Rick Marotta og Neil Sedaka. Eisint
skal Oslo Gospel Choir vera við
Hóast millum føroyingar
teljast nógvir og dugnaligir
tónleikarar, so eru næstan
eingir føroyingar kendir
fyri sín tónleik ella sítt tón-
listarliga arbeiði aðrastaðni
enn i Føroyum.
Men sum vid so mongum
ødrum, finnast eisini und-
antøkini her. Í hvussu er
eitt: Oli Poulsen.
Oli er runavikingur, men
hevur í nøkur år búð niðri,
har hann hevur arbeitt við
tónleiki á sera høgum stød.
Tað, hann serliga fæst
við, er sjálv framleiðslan í
studio, har hann ofta stend-
ur fyri ljóði og skapi á tí, ið
út skal koma, men heldur
ikki er hann bangin fyri at
taka eina hond í, tá okkurt
ljóðfóri skal handfarast.
Millum annað hevur hann
arbeitt saman við heims-
kenda amerikanaranum
Prince, og eisini hevur Oli
havt ein stóran leiklut í
síðstu utgåvuni hjá Hanne
Boel, har hann eisini spælir
ein stóran part av ljóðfórun-
um — serliga bassi og tan-
gentum er hann kringur í,
men eisini fleiri øðrum ljóð-
fórum hevur hann so gott
tamarhald á, at setningurin
”All other instruments: Oli
Poulsen" efurhondini er eitt
slag av einum vørumerki
hjá honum.
Altjóða gjøgnumbrot
Tað sigur ikki so líuð, tí
teir tónleikarar, hann hevur
til taks at brúka í studio, eru
altannað enn nýbyrjarar, og
fleiri teirra teljast millum
teir bestu í Norðurløndum
og meira enn so.
Síðsta uppgåvan, Óli
Poulsen nú hevur ukið upp
áseg,erstórt sæðat taka sær
av altjóða gjøgnumbrot-
inum hjá longu framman-
undan rættiliga víðakenda
norska sangfuglinum Sissel
Kyrkjebø.
Hon er farin ul USA at
fyrireika eina nýggja út-
gávu, og við sær hevur hon
Óla Poulsen.
Mánadagin verður farið
undir at leggja grundina til
eimi 15 løg, ið skulu mynda
útgávuna. Hetta verður
gjøn eftir einari viku, og eru
tey stødd i Los Angeles,
medan heua arbeidi fer
fram.
Naka0 av ti, ið verður við,
er ulfar frå kenda amerik-
anska sangaranum og sang-
skrivaranum Neil Sedaka,
ið fyri 30 árum síðani fekk
Oli Poulsen er runavíkingur og Øførur tónleikasnillingur
Nr. 158. — 22. august 1992
Oli Poulsen til USA
vid Syssel Kyrkjehg
sítt stóra heimsumfatandi
gjøgnumbrot vid lagnum
"Oh Carol”.
Sissel Kyrkjebø og Neil
Sedaka hittust fyri nøkrum
månadum síðani í Noregi,
og tað var beinanvegin, at
amerikanarin bjóðaði sær til
at vera við í einum samarb-
eiði um nýggju plátuna.
Millum heimskendar
Óli Poulsen, ið hevur eina
strævna viku fyri sær, skal
yviri í Los Angeles arbeiða
saman við fleiri heimskend-
um studioténleikarum, so
sum Abraham Laboriel, ið
skal spæla bass og teimum
báðum eins kendu trummu-
sláarunum Rick Marotta og
John Robinson, ið millum
annað er ein av favourrtón-
leikarunum hjá Quincy Jon-
es, ið millum annað er mað-
urin aftan fyri meginpartin
av tónleikinum hjá Michael
Jackson.
So tað er ikki smávegis
umhvørvi, Oli Poulsen har
er komin í — stjórnur oman á
stjørnur, ið aftur bert eru
vanar at arbeiða saman við
ødrum stjørnum á teirra
egna stød.
Tað má í sjálvum sær vera
eitt herðaklapp ul bert 29
ára gamla runavíkingin, ið
her heima man vera kendur
fyri nógv av ti nýggjasta, ið
er komið frá M. C. Restorff
samstundis sum hann eis-
int í síni HO saman við systr-
ini Judy gav út bandið ' Vón-
ir“ afturi í 1986. Umframt so
mangt annað, ið ikki skal
vera nevnt her vegna pláss-
trot...
Tann nýggja og komandi
utgåvan hjå Sissel Kyrkjebø
verður rættiliga nógv gðr-
vísi enn alt, hon áður hevur
laið frå sær, og tað er ikki
minst orsakað av Ola Poul-
sen, at so er.
Sambært einum av vin-
monnum hansara, Sosialur-
in hevur tosað vid, hevur Oli
sett sær fyri, at Sissel ikki
skal vera so 'høyt over fjell-
et'- og 'Vestland, Vest-
land'-kend, sum hon hevur
verið áður, men at røddin
Skal setast eitt sindur lægri,
har hon fær ein annan og
djúpri klang, enn tey flestu
kenna hana.
Upprunaliga var sum
skilst eisini ætlanin, at talan
stórt sæð bert skuldi vera
um løg eftir Neil Sedaka,
men eisini her verður broytt
nakað, so annar tónleikur —
millum annað okkurt sjálv-
gjørt — sleppur við, so út-
gávan kann gerast eitt sind-
ur meira persónlig.
Allir sangirnir á útgávuni
verða á endskum.
Lidugt til jólassluna
Tá nú hendan komandi
vikan í sveittabroti og ein-
um stjórnudismi er farin aft-
urum, verður arbeitt víðari,
og tá skal eftir ætlan millum
annað Oslo Gospel Choir
koma inn í myndina. Kórið
fer helstatsyngjaaftanfyri á
møguliga fleiri løgum á
plátuni, ið ætlandi skal
koma út, áðrenn ta vanligu
stóru jOlasøluna.
Spennandi verður í øllum
fórum, hvussu hetta nýggja
føroyska/norska samarb-
eiðið við Óla Poulsen og
Sissel Kyrkjebø i høvuds-
leiklutunum fer at útartað
seg.
Men tad vita vit sum nevnt
alt um, tå jólagávutíðin er
komin i nånd…
hj.