mikudagur 26. august 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 160 — 26. august 1992
Handil við útlendskum gjaldoyra:
Fleiri milliardir
Í Umfari
Júst hvussu nógvir pengar
eru í umfari í samband við
handil við útlendskum
gjaldoyra er torført at gera
upp, men mangt bendir á,
at tá virksemi er upp á tað
mesta, er talan um millum
tvær og tríggjar milliardir.
Hesin handil er tó ikki
eins spennandi hann var
fyri umleið fimm árum
síðani, tá rentumunurin var
munandi stórri enn hann er
Í dag eru tað serliga
bankarnir báðir, Sjóvinnu-
bankin og Føroya Banki,
sum sjålvir og fyri vid-
skiftafólk síni, reka handil
við útlendskum gjaldoyra.
Í Føroya Banka er tað
Gunnar í Liða, sum hevur
ábyrgd av hesum handli.
Hann sigur, at nú rentu-
munurin millum útlendsku
gjaldoyruni er munandi
minni enn hann hevur
verið, er torført at vinna
pengar við rentuni. Kurs-
virðið hevur nú meira at
síga, og til tess at vinna
pengar í kursi krevst nógv
stórri innlit enn áður.
Sjálvur ella í bólki
Føroya Banki hevur
tvinnar kostir at bjóða við-
skiftafólkum sínum té
Visti tú...
„atSMS FOTO
hevur eina -
Canon
lit-kopimaskinu,
sum m.a. kann:
taka eitt petti úr ein-
ari ella fleiri mynd-
sum tú vilt??
SMS FOTO
Tlf. 19820
ræður um handil við út-
lendskum gjaldoyra.
Annadhvørt kann ein
handla sjálvur, og tá er
bankans uppgáva stórt sæð
bert at umsita handilin
innan fyri ávísar karmar.
Handlar ein sjálvur kann
hann fáa rættiliga stóran
vinning, men tá er taps-
vandin eisini størstur.
Hin møguleikin er at
vera við í bólki saman við
ødrum. Tað gera tey flestu.
Tá er møguleikin at vinna
ikki so stórur, men tað er
tapsvandin heldur ikki.
Gunnar í Liða sigur, at tá
handilin er upp á tað
mesta, er meira enn ein
milliard í umfari.
Bankin ger upp hvert
hálvár. Seinasta tíðar-
skeiði,- frá 1. desember til
1. juni, fekst ein vinningur
upp á 20,3%. Frá 1. juní til
í dag er tapið 16,8 %.
Hetta vísir, at rættiliga
ymiskt er frá tíðarskeiðið
til annað, men samanum-
tikið hesa tíðina,- ein vinn-
ingur upp á 3,5 %.
Valutamarknaðurin
ótryggur
Gunnar í Liða sigur, at í
løtuni er europeiski valuta-
marknaðurin heldur ó-
-so gista vit
sjálvandi á
BLÁDÝPI !
SE Bládýpi
Bed £ Breakfast in Blue
Dr. Jakobsensgeta 14-16
FR-100 Tórshavn
Tel.: 11951 Fax: 19451
—i
DL
nr
tryggur. Millum annað
orsaka av at danir søgdu
nei til Maastricht-sáttmál-
an, og ótryggleikin um
hvat fransar siga til sátt-
málan, men hann roknar
við, at so skjótt valuta-
viðurskiftini í Europa aftur
gerast tryggari, kemur
meira gongd í valutahand-
ilin.
Bankin eisini við
Føroya Banki er tó ikki
bert við í valutahandli
umboðandi viðskiftafólk-
ini. Eisini bankin er við
sjálvur. Inntøkugrundar-
lagið bankans stendur og
fellur ikki við hesum
handli, men hesin er tó ein
rættiliga fittur partur virk-
seminum.
Bankin lýsir heldur ikki
við hesum virksemi. Hetta
kemur av tí, at hetta fellur
eitt sindur uttan fyri van-
ligt bankavirksemi, sigur
Gunnar í Liða.
-Koma fólk til okkara og
biðja um at vera við í
handli um útlendskan
valuta, sleppa tey tað, men
vit krevja góða trygd.
Ongin sleppur at seta hús í
veg. Vit krevja kontantan
pening á kontoina ella
partabrøv í Føroya Banka
-0g enn eru møguleikar at
vinna pengar á handan hátt
sum trygd, sigur Gunnar í
Liða.
Minkar
Eisini Sjóvinnubankin
er við í handli í samband
við útlendskt gjaldoyra.
Bæði bankin sjálvur eins
og hann handlar fyri
viðskiftafólk. Fyri hesum
handli stendur Erling í
Lida.
Hann sigur, eins og
Føroya Banki, at i dag er
truplari at vinna pengar å
hendan hått orsaka av
valutavidurskiftunum aðra-
staðni, og áhugin er harvið
ikki so stórur í løtuni.
Erling í Lida heldur, at
nú er møguleikin við
hesum slagnum av handli
við útlendskum gjaldoyra
við at minka. Hvussu hesin
handil fer at taka seg upp
framyvir velst um, irvussu
valutavidurskiftini fram-
yvir fara at laga seg.
tór.-
Stórur handil í samband
við útlendski gjaldoyra