Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Nr. Gloymd klæðir fyri tusundtals krónur - og tað er ikki so frægt, at nakar spyr eftir teimum Tað er ov nógv sagt, at dansifólk fara væl um og minnst til at taka jakkar, troyggjur - enntá skógvar hópin av "fjelreven" rygg- sekkir og aðrar persónligar lutir við sær, tá tey fara heimaftur. Eitt týðandi dómi um hetta er, at Dansihgllin í Havnar Klubba, sum er á tremur av góðum, kost- naðarmiklum klæðum, ið eingin vil kennast við ella saknar. Fyri at rudda upp í kæðnagoymsluni, lýsti Dansihøllin í Klubbanum i farnu viku, at fólk kundu koma inn á gélvid millum kl. 18 og 23 leygarkvøldid, har høvi at leita eftir møguligum klædnapløggum, sum fólk saknaðu og kanska høvdu gloymt i Dansihøllini. - Eini fimm fólk komu inn á gólvið, sigur Páll Arge, leiðari í Dansihøll- ini. Hann heldur íkki, at teir fara at gera slíkt tiltak aftur. Fólk hava als íkki áhuga fyri at finna klæði aftur, sum eru horvin. Páll Arge: - Vit hava jakkar og onnur klæði, sum hanga í klæðnahgl- inum í vikuvis. Her er klæðnaseðil við, og tí kundu fólk gjørt sær tann ómak at spurt eftir klæðu- num. “ Tá eingin kømur eftir hesum klæðum, verða tey beind burtur í einum klædnahøli, sum vit hava til sama endamál. Av og á koma fólk at leita eftir onkrum, sum tey hava mist burtur, og so vísa vit teimum i klæðnahglið, har tey kanska finna tað, sum tey hava mist. - Vansin er bert tann, at vit ikki vita, um tey eiga tað, tey fara avstað við, men vit skriva altíð upp, hvat fólk hevur tikid við sær og navn teirra. Hetta verður gjørt fyri at ongar misskiljingar skulu koma í, um vit hava latið skeivt plagg frá okkum. Herfyri kom ein maður at leita eftir einum jakka, sum hann hevði gloymt fyri ári síðan. Hann hevði verið á langfarasigling. Tað var sjálvandi torført at finna í rúgvuni, og tí avgjørdu vit hesaferð at lýsa við hesum, at fólk kundu koma inn at vita, um tey áttu klæðnaplagg í Dansi- høllini. Fyri åri sidani ruddadu vit klædnagoymsluna seinast, og tå spurdu vit onkran góðgerðarstovn, um tey vildu taka móti klæðunum, sum eingin hevði spurt eftir. Tá fór klæðnagoymslan á Politistødina, tí vit ikki høvdu skilt sundur pløgg ið vóru nýtilig, og tey sum skuldu beinast burt. Tað var ikki nakað væl- eydnað tiltak leygarkvøld- ið, og tí verður klæðna- goymslan nú ruddað og klæðini latin onkrum góðgerðarstovni. - Hetta eru í mongum fórum kostnadarmiklir leðurjakkar og mótaklæði, sum í onkrum føri kosta um 6000 krónur - bert fyri eitt plagg! Tað var kanska eitt hug- i 160 — 26. august 1992 skot at fara niðan í Blá- krossstovuna at vita, um ikki okkurt plagg í næst- um verður at fáa, sum tú eins væl kundi keypt í mótabúðunum Dagny Mynd: Jan ÆWY RN 7) Atlantsflog Í DANUR ICELANDAIR SAF Faroe Travel Tlf 12600 Nu er tid at lata vindeyguni upp Windows 3.1 Á (7 F: Framgongdin hjå Windows er ikki at stedga. Com-Data og Føroya DataSkúli fara tí í felag at royna at økja um kunnleikan til hesa skipan. Hetta verður gjørt við at hava eina ókeypis introduktión til Windows og eitt ein-daga skeið i Windows við nidursettum prísi. Samstundis verður høvi at keypa Windows forritið og eina mús fyri tilboðsprís Windows introduktión: 2 tímar long gjøgnumgongd av fyrimunum og vansum við Windows. Hvat er Windows fyri nakað. krøv til útgerð, nýggir møguleikar og demo av forritum, ið koyra undir Windows. Tíð og stað: Týsdagin 1. september kl. 10, 13 og 15 í hølu- num hjá Feroya DataSkúla. Okeypis. Prísur: Windows skeið: Um ætlanin er at nýta skipanir, ið koyra undir Windows, t.d. Word, WPwin, Excel ella PageMaker, er neyðugt at hava kunnleika til Windows, svarandi til hetta skeiðið. Skeiðið í Windows er í ein dag. Tíð og stað: Mikudagin 2. september kl. 9, liðugt kl. 16. Før- oya DataSkúli, Hoyvík. 1.200,- kr. Í samband við skeiðið er meguleiki at keypa MS-Windows 3.1 UK fyri 1.300,- kr., og eina Agiler mús fyri 300 kr. Prísur: Nærri upplýsing og tekning á tlf. 16173 Com-Data og Foroya DataSkúli Brekkutún 1 FR-188 Hoyvík